Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-16, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. november 2011síða 18

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 16. november 2011 · Nr. 133 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 nýggja samgongan Frá vegum og tunlum til menniskju Nýggjur almannamálaráðharri verður Annika Olsen, sum eisini er einasta kvinnan í nýggja landsstýrinum. Og hon kennir seg væl við hesari avbjóðingini Leo Poulsen Nývalda Løgtingið hevði sín fyrsta fund leygardagin, og tá varð nýggjur løgtings­for­ maður valdur. Eisini tóku trý nýggj ting­ fólk sæti á Tingi fyri tey trý fólk­ini, sum framvegis sótu í landsstýrinum fyri Sam­ bands­flokkin. Talan var um Reimund Lang­gaard, Eivin Jacobsen og Jóna Mortensen, sum koma á Ting fyri Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann, Johan Dahl, vinnumálaráðharra og Rósu Samuelsen, al­manna­ mála­ráð­harra. Síðani varð nýggjur løgting­s­for­maður valdur fyri Her­geir Nielsen – sum for­ rest­in ikki stillaði upp aftur. Tað var Fólkaflokkurin, sum fekk løgtingsformannin, og valið fall á Jógvan á Lakjuni, ið hevu drúgv­ar royndir, bæði sum løg­tings­ mað­ur og sum lands­stýris­ mað­ur í mentamálum. Á løgtingsfundinum týs­ dag­in tók Rósa Samuelsen so sæti á Tingi fyri Bjørn Kalsø, sum tók við sum lands­stýris­ maður í mentamálum. Jógvan løgtingsformaður Leygardagin var fyrsti løgtingsfundur hjá nývalda Løgtinginum, og har var nýggjur løgtingsformaður valdur Leo Poulsen - Uppgávan er stór, men hetta er eisini ein spennandi avbjóðing. Tað serliga við hesum aðalráðnum er, at tað hevur við rættiliga nógv menni­skju at gera, so er fari at gera mítt besta fyri, at øll kunnu kenna seg trygg og væl undir mínari leiðslu, sig­ ur Annika Olsen. Hon er einasta kvinnan í lands­stýr­inum. - Tað er jú soleiðis, at tað er upp til flokkarnar at gera av, hvør­ju fólk tey seta í lands­ stýr­ið, og tað vísti seg bara at vera Fólkaflokkurin, sum kom við einari kvinnu. Tað er eitt sindur keðiligt, men tað er nú einaferð soleiðis, at tað er upp til flokkarnar at gera av, sigur Annika Olsen, sum gott kundi hugsað sær fleiri kvinn­ur í landsstýrinum. Í einum so tungum aðal­ ráði eru sjálvandi altíð fleiri mál at tríva í. - Øki skal effektiviserast. Vit vita, at vit standa fyri stór­um sparingum fyri framm­a­n, og tær skulu sjálv­ andi gerast so skynsamt og gott sum tilber uttan at tað gong­ur út yvir tann einstaka, sig­ur Annika Olsen. Men eisini aðrar av­bjóð­ ing­ar standa fyri framman. - Har er ein nýggj for­sorg­ ar­lóg og ein nýggj eldralóg, sum eg ætli mær undir. Stutt sagt at fáa eina rammulóg fyri eldraøkið, finna út av hvat tað er, tey eldru hava tørv á. Vit hava lógir fyri barna­økið, hvat børnini hava tørv á, men vit hava onga lóg sum sigur, hvat tey eldru hava tørv á, sigur Annika Ol­ sen. Eitt annað øki, sum skal styrkj­ast er rehabilitering, um­framt barna- og ung­ dóms­øk­ið. Hon hevur sitið í umleið trý ár sum inn­lendis­mála­ ráð­harri, men tað kann ikki reiði­liga samanlíknast við al­man­na­økið. -Fyrr hevði eg við vegir og tunlar at gera, og nú fái eg við menniskju at gera, og tað er hvør sítt. Tað verður ógvu­liga spennandi, tí tað er júst hetta, politikur snýr seg um, nevniliga mennisk­ ju. So hóast hendan upp­gáv­ an verður trupul og hørð, so gleði eg meg til hana. Mín innsatsur skal so ikki liggja eftir, sigur Anni­ka Olsen, nýggi al­man­na­mála­ráð­harr­ in. Jógvan á Lakjuni er nýggjur løgtingsformaður komandi fýra árini Mynd: Álvur Haraldsen Mín innsatsur skal so ikki liggja eftir, sigu Annika Olsen Mynd: Álvur Haraldsen