Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-16, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. november 2011síða 17

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mikudagur 16. november 2011 · Nr. 133 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 nýggja samgongan Leo Poulsen - Nú er uppgávan sjálvandi so nýggj, men fyrst og fremst fari eg at seta meg inn í máls­øk­ið. Men tað stendur í sam­gongu­ skjalinum, at vit fyrst í kom­andi ári skulu hava eina fólka­at­kvøðu um komm­u­ nu­sam­an­leggingina, sigur Kári P. Højgaard. Tað er eitt stórt fyrireik­ in­gar­arbeiði, sum skal gerast. - Talan er um eina stóra uppgávu, og hetta er eisini nakað, ið arbeitt hevur verið við leingi. Eg vóni, at vit kunnu fáa eina avkláring tíð­l­iga í hesum valskeiðnum, sig­ur Kári P. Højgaard. Tað er ein nýggjur tanki, við fólkaatkvøðu um kom­ mu­nu­saman­legg­ing­ar­nar. - Tað var tað, sum hendan sam­gong­an kundi semjast um. Tað kundi verið ynskiligt, at tað var sterkari orðað, men hetta er so tað, ið er felt nið­ur í samgonguskjalið, og sjálv­ andi fylgja vit tí, sum er stung­ið út í kortið, sigur Kári P. Højgaard. Men kommunumál er so bara eitt av mongum økjum, sum liggur undir Inn­lendismálaráðnum. - Samferðsla er so eitt ann­að øki – minus strand­ ferðslu­na – og har eru um­ hvørvis­mál og løgmál, og undir tað seinasta kem­u­r eisini yvirtøka av út­lend­ inga­mál­unum, sum eisini er ein partur av sam­gongu­ skjali­num, sigur Kári P. Høj­ gaard. So tað eru nakrar stórar upp­gáv­ur, sum liggja fyri fram­m­an. - Innan umhvørvið hava vit nakrar royndir, eisini frá Útnorðurráðnum. Vit hava samstarvað í útnorði um um­hvørvismál og tær av­ bjóð­ing­ar, sum økið stendur framm­an fyri, eisini tá talan er um Arktis, sigur Kári P. Høj­gaard. Hann hevur sjálvur sitið í býráðnum í 20 ár, so øk­ið sum so er ikki nýtt, sjálvt um starvið sum lands­stýris­ mað­ur er nýtt. Og tað var leingi ivi um, hvør skuldi út í landsstýrið. - Tað var leingi ivi um, hvør skuldi út í Tinganes, tí tað er neyðugt at hugsa um, hvat best er fyri flokkin, tá so er. Samlaða metingin var tá baklandið var konsulterað hon, at eg fór í landsstýrið, og at varamaðurin úr Klaksvís kom á Ting, sigur Kári P. Høj­ gaard. Hann vísir á, at ster­k­ astu økini hjá Sjálv­stýris­ flokki­num eru Norð­oygg­ja, Eysturoyggin og Suður­ streym. - Nú hevur Eysturoyggin ein landsstýrismann, Norð­ oyggj­ar ein tingmann og Suður­streym hevur vara­ mann­in, og tað merkir alt annað líka, at tað kem­ur at síggjast meira enn tað eina andlitið hjá Sjálv­stýris­ flokkinum, sigur Kári P. Høj­gaard, innlendis­mála­ ráð­harri. Fólkaatkvøða um kommunumál Tað er helst einki at taka seg aftur í, at eitt av stóru málunum at loysa hjá nýggja innlendismálaráðharranum, er kommunubygnaðurin 20 ár í býráðnum gevur góða barlast, men landsstýrisstarvið er nýtt Mynd: Álvur Haraldsen Leo Poulsen Tað ber tí til at siga, at hann ar­beið­ir víðari við teimum mál­um, hann sat við undan vali­num. - Vinnumálaráðið spenn­ ir ógvuliga breitt, og tungu økini eru alivinnan, el­veit­ ingar­økið og oljuvinnan. Um­framt hava vit eftirlit við hópinum av økjum í øll­um samfelagnum, so mín upp­ gáva er at skapa neyðugu gongd­ina í samfelagnum, sig­ur Johan Dahl. Tað ræður fyrst og fremst um at skapa karmar fyri vinnuna, fyri at náa tí mál­ setn­ingi, sum feldur er niður í samgonguskjalið. - Skapa neyðuga vøkst­ur­ in í samfelagnum við at geva vinnu­ni neyðugu karmarnar. Tað gera vit millum annað við at víðka aliøkini longur út á firðirnar, samstundis sum tað er lívfrøðiliga burð­ ar­dygt. Hetta er eitt stórt mál, sum vit eru komnir und­ ir land við, so alivinnan fær rúm­ari karmar, sigur Johan Dahl. Eitt annað stórt mál er heild­a­rveitin fyri eløkið. - Hetta arbeiði skal fá­ast frá hondini í tøttum sam­ starvi við teir aktørar, sum eru á marknaðinum í dag, SEV og Røkt og aðrar, ikki minst kommunurar, sigur Johan Dahl. Hann sigur, at tað er ríki­ ligt at gera í Vinnu­mála­ráð­ num. - Vit hava eisini olju­vinnu­ na, har fleiri boringar verða á landgrunninum komandi ár, í mars ella apríl. So tað er ein sera spennandi tíð sum vónandi fer at vísa, at vit hava klovetni í føroysku undir­grundini. So hetta er ein spennandi tíð fyri meg sum landsstýrismann, og eg fari sjálvandi at gera mítt besta fyri, at álitið, sum er víst mær verður fullborið, sig­ur Johan Dahl. Eitt øki, sum Johan Dahl fram­haldandi umsitur, er Strand­ferðsl­an. - Teir trupulleikar, sum hava verið við elskipanini, eru fingnir upp á pláss við einari eyajáttan, sum varð av­greidd fyri einum mánað síðani. Og eg havi gjørt Tingi­ num greitt, at fyri at náa á mál við Teistanum, skulu vit hava einar 15-17 millión­ir aftr­at at skifta ljós­motor­ar­ nar út, sigur Johan Dahl. Hann ivast ikki í, at vilojin er til staðar hjá nýgg­ ja landsstýrinum at fin­na eina góða loysn fyri Strand­ ferðsluna. - Hetta, fyri at allar leiðir kunnu koma at fungera nøkt­andi, eisini farleiðin til Nólsoyar, sum í løtuni hevur Ternuna, men sum vit vón­ andi innan fyri ikki alt ov langa tíð kunnu fáa eitt nýgg nóls­oyar­skip eisini, sigur Johan Dahl. Johan Dahl heldur sum tan einasti – umframt løgmann –fram í landsstýrinum Mynd: Álvur Haraldsen Breitt og spennandi málsøki Umframt løgmann er Johan Dahl einasti í landsstýrinum, sum heldur fram í starvinum. Johan Dahl umsitu vinnumál og tað ger hann eisini í nýggju samgonguni