Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-16, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. november 2011síða 16

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 16. november 2011 · Nr. 133 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Leo Poulsen Eftir at samgonguskjalið varð undirskrivað mánamorgunin, og landsstýrisfólk tilnevnd mána­dagin seinnapart, var bert eftir at seta nøvn á tey, sum skulu manna løg­tings­ nevndirnar komandi fýra árini. Hjá Sambandsflokkinum var skjótt greitt, hvørji fingu formanssessirnar, sum fullu flokkinum í lut. Tað lá beint til høgra­ beinið, at fyrrverandi fíggjar­ málaráðharrin, Bárður Nielsen, skuldi fáa sessin sum fígg jar­nevndarformaður. Hetta lá alla tíðina í luftini, og tað var neyvan nakar ivi mill­um tingmanningina hjá Sam­bandsflokkinum heldur. Líka sannlikt var tað, at Alfred Olsen skuldi gerast formaður í vinnunevndini. Hann hevði verið sjálvsagdur sum løgtingsformaður, fall hesin postur Sambandinum í lut, men so varð ikki, og tí var formansstarvið í vinnu­ nevndini upplagt. Seinasta formansstarvið sum fall Sambandsflokkinum í lut, var í trivnaðarnevndini, og eins upplagt sum í hinum framman undan nevndu nevnd­unum, gjørdist tað Rósa Samuelsen, ið setist í tann stólin. Tað var leingi ivi um, hvør skuldi í Mentamálaráðið, men tað endaði so við, at Bjørn Kalsø settist í lands­stýris­ sessin. Tað ljóðaði, at Sam­ bandið hesaferð vildi sleppa undan almannamálum, men hetta er ikki heilt rætt sam­ bært Rósu Samuelsen, sum fegin hevði sett seg í tann lands­stýrissessin aftur. Tungur burður Eins og seinast var telvingin hjá Fólkaflokkinum drúgv. Hóast tað beinanvegin tóktist sera sannlíkt, at Jacob Vestergaard skuldi gerast formaður í uttan­lands­ nevndini, og at tað var eins sannlíkt, at Bjarni Djurholm fór at stjórna mentamála­ nevndini, so var ein lítil ivi um rættarnevndina. Tað undraði mangan mann, at Jacob Vestergaard varð vrakaður sum lands­ stýris­maður í fiskivinnu­ mál­um, og tí varð tað hildið vera eitt plástur á sárið, at hann einmælt varð valdur til formann fyri ting­bólkin. Hetta førdi helst eisini til, at hann fekk sessin sum for­maður í uttan­lands­ nevndini. Bjarni Djurholm var upp á tal sum løgtingsformaður, men tað endaði sum kunnugt við, at Jógvan á Lakjuni varð settur á tann postin, og tí kom tað langt frá óvart á, at hann fekk sessin sum formaður í mentamálanevndini. Av teimum fimm, sum annars manna tingbólkin hjá Fólkaflokkinum, eru tey fýra púra uttan løgtingsroyndir. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir er nývald, með­an Rodmundur Nielsen, Joen Magnus Rasmussen og Brandur Sandoy eru eyka­ valdir. Rodmudur er tann einasti, sum hevur sitið á Tingi, og tí kundi tað verið hugsandi, at tað gjørdist hann, sum fekk formanssessin í rættar­ nevndini, men har hevur flokk­urin mett tað vigað tyngri, at Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir er beinleiðis vald, og tí gjørdist hon for­ kvinna í rættarnevndini. Tað var væntað, at and­ støðan skuldi hava formannin í landsstýrismálanevndini, men tað gjørdist í staðin Joen Magnus Rasmussen úr Fólkaflokkinum. Eisini fekk flokk­urin formannin í út­ norður­ráðnum, sum gjørdist Brandur Sandoy, eins og Rodmundur Nielsen gjørdist formaður í lokalnevndini. Sostatt fingu øll tingfólkini hjá Fólkaflokkinum for­ manssess. Býtið av nevndarsessum Høgni Hoydal stendur sum fyrsti valdi hjá løg­tings­ grann­skoðarunum, meðan hann og Helgi Abrahamsen eru valdir til limir í Norður­ landaráðnum. At hava eftirlit við varð­ haldsfangum vórðu vald Jóna Mortensen úr Sam­ bands­flokkinum og Gerhard Lognberg úr Javnaðar­flokk­ inum. Annars er býtið av nevndar­ sessum millum flokk­arnar soleiðis: Fólkaflokkurin 13 + ein løgtingsgrannskoðara Sambandsflokkurin 12 + lim í Norðurlandaráðnum + ein løgringsgrannskoðara + ein eftirlit við varð­halda­ fangum Javnaðarflokkurin 9 + ein løgtingsgrannskoðara + ein eftirlit við varðhaldsfangum Sjálvstýrisflokkurin 1 Tjóðveldi 11 + lim í Norður­ landaráðnum + ein løgtings­ grannskoðara Framsókn 3 Miðflokkurin 5 nýggja samgongan Bárður og Jacob tungu formanssessirnar Tað tók sína tíð at fáa telvingina um nevndarsessirnar upp á pláss, og serliga drúgva tíð brúkti Fólkaflokkurin at seta nøvn á. Men stutt eftir klokkan fýra í gjárr var alt greitt Nevndirnar síggja soleiðis út: Fíggjarnevndin: Fastir limir – varalimir Bárður Nielsen – Reimund Langgaard Bill Justinussen – Jógvan Skorheim Jacob Vestergaard – Bjarni Djurholm Eyðgunn Samuelsen – Gerhard Lognberg Aksel V. Johannesen – Kristin Michelsen Kristina Háfoss – Páll á Reynatúgvu Rodmundur Nielsen – Joen Magnus Rasmussen Uttanlandsnevndin: Jacob Vestergaard – Hanus Samró Helgi Abrahamsen – Jóna Mortensen Bárður Nielsen – Reimund Langgaard Kristin Michelsen – Aksel V. Johannesen Høgni Hoydal – Kristina Háfoss Jenis av Rana – Bill Justinussen Poul Michelsen – Janus Rein Landsstýrismálanevndin: Joen Magnus Rasmussen – Elsebeth M. Gunnleygsdóttir Rósa Samuelsen – Eivin Jacobsen Sirið Stenberg – Høgni Hoydal Vinnunevndin: Aæfred Olsen – Edva Jacobsen Hanus Samró – Brandur Sandoy Jógvban Skorheim – Jenis av Rana Aksel V. Johannesen – Kristin Michelsen Bjørt Samuelsen – Páll á Reynatúgvu Bjarni Djurholm – Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir Janus Rein – Poul Michelsen Trivnaðarnevndin: Rósa Samuelsen – Jóna Mortensen Bill Justinussen – Jenis av Rana Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir – Brandur Sandoy Rigmor Dam – Aksel V. Johannesen Sirið Stenberg – Kristina Háfoss Bjørt Samuelsen – Gunvør Balle Hanus Samró – Joen Magnus Rasmussen Mentanarnevndin: Bjarni Djurholm – Hanus Samró Jóna Mortensen – Helgi Abrahamsen Edva Jacobsen – Rósa Samuelsen Rigmor Dam – Eyðgunn Samuelsen Gunvør Balle – Sirið Stenberg Høgni Hoydal – Poul Michelsen Jenis av Rana – Bill Justinussen Rættarnevndin: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir – Rodmundur Nielsen Eivin Jacobsen – Rósa Samuelsen Reimund Langgaard – Helgi Abrahamsen Gerhard Lognberg – Eyðgunn Samuelsen Kristin Michelsen – Rigmor Dam Páll á Reynatúgvu – Gunvør Balle Brandur Sandoy – Jacob Vestergaard Norðurlandaráðið: Helgi Abrahamsen – Bárður Nielsen Høgni Hoydal – Bjørt Samuelsen Útnorðurráðið: Brandur Sandoy – Rodmundur Nielsen Poul Michelsen – Janus Rein Edva Jacobsen – Alfred Olsen Henrik Old – Rigmor Dam Gunvør Balle – Kristina Háfoss Bill Justinussen – Jenis av Rana Løgtingsgrannsroðarar: Høgni Hoydal Kristin Michelsen Reimund Langgaard Joen Magnus Rasmussen Eftirlit við varðhaldsfangum: Jóna Mortensen Gerhard Lognberg Lokalnevndin: Rodmundur Nielsen – Joen Magnus Rasmusse Janus Rein – Poul Michelsen Eivin Jacobsen – Rósa Samuelsen Gunvør Balle – Sirið Stenberg Myndir: Álvur Haraldsen