Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-16, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. november 2011síða 15

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mikudagur 16. november 2011 · Nr. 133 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 nýggja samgongan Leo Poulsen Nú fer hann aftur út í Tinganes, men hesaferð sum heilsu­málaráðharri. Karsten Hansen er klaksvíkingur, so kunnu norðoyingar nú kenna seg tryggar við, at Klaksvíkar sjúkra­hús ikki verður rørt. – Nú fáa vit at síggja, hvussu alt fer. Eg eri settur sum lands­stýrismaður fyri eitt saml­að sjúkrahúsverk, og ætl­an­in er sjálvandi – í hesum tíðarskeiðinum, sum eg komi at sita – fari eg at virka fyri, at samlaða sjúkrahúsverkið í Føroyum verður so gott sum tilber, sigur Karsten Hansen. Hann sigur, at tað er ógvu­ liga týðand, at nøkur ting verða avsluttað og endaliga sett upp á pláss. – Hetta snýr seg ikki um at oyðileggja nakað nakra­ staðni, men heldur um at byggja upp, sigur Karsten Hansen. Og fleiri avbjóðingar liggja fyri framman. – Vit vita, at søgan um føroyska sjúkrahúsverkið og um hvørt tað skulu verða tríggjar leiðslur og trý sjúkra­ hús hevur verið ein aftur­ vendandi trupulleiki í alt for nógv ár. Í góðum samstarvi við tey mongu og dugnaligu fólkini, sum eru í skipanini, havi eg sett mær fyri at enda tað, soleiðis at vit koma víð­ ari á leið fram eftir, sigur Karsten Hansen. Sum nevnt hevur Karsten Hansen verið fíggjar­mála­ráð­ harri í tveimum umførum, og tað gevur honum eina ávísa barlast. – Eg havi frá heilt ungum havt ábyrgd har, sum eg havi verið. Og tá eg eri sannførdur um, at tingini venda rætt, havi eg ikki verið bangin fyri at tikið avgerðina, um eg havi hildið hana verið rætta, sigur Karsten Hansen. leo@sosialurin.fo Leo Poulsen – Tað er einki at ivast í, at Jacob Vestergaard hevur veirð ein framúr lands­ syrismaður í fiski­vinnu­ málum. Eg fari at gera mítt besta, men er vil gera greitt, at eg og Jacob eru púra samdir politiskt, so tað verður sama linjan, sum verður førd, sigur Jákup Mikkelsen. Tað er einki at taka seg aftur í, at størsta av­ bjóðingin uttan iva verður makrelurin. – Tað verða sam­ráð­ ingar um ikki so langa tíð, og tað er sjálvsagt, at vit føroyingar eiga at krevja okkara rætt av okkar sjálv­sagda tilfeingi. Vit fara ikki at leggja okkum sker­flatar fyri nøkrum, so tað verður sama linja, sum higartil, sigur Jákup Mikkelsen. Ætlanin er at krevja somu kvotu, sum Jacob Vestergaard einsæris til­ skriv­aði Føroyum í ár. – Ja, sjálvandi, fáa vit eitt so gott tilboð, at tað er rætt at taka av, so gera vit tað, men vit fara ikki at slaka í okkara sjálvsagda rætti til tilfeingi, sigur Jákup Mikkelsen. Nýggi fiskimála­ráð­ harrin ætlar sær eis­ini at hyggja nærri eftir kørm­ unum hjá útróðrar­flot­ anum. – Tað verður eitt tað fyrsta, eg fari at hyggja eftir. Tað er felt niður í samgonguskjalið, at hesi viðurskifti skulu endur­ skoðast, og tað fari eg eis­ ini at taka stig til, sigur Jákup Mikkelsen, nýggjur fiskivinnuráðharri. leo@sosialurin.fo Slaka ikki í makrel­ málinum Eitt sindur óvæntað gjørdist tað Jákup Mikkelsen, sum Fólkaflokkurin valdi til nýggjan fiskivinnuráðharra fram um Jacob Vestergaard. Men klaksvíkingurin er ikki bangin fyri avbjóðingini, hóast arvurin kann tykjast tungur at lyfta Eg og Jacob Vestergaard eru púra samdir um fiskivinnupolitikkin, so har verður sama linja hildin, sigur Jákup Mikkelsen Mynd: Álvur Haraldsen Jarða kjakið um sjúkrshúsini Karsten Hansen hevur royndir úr landsstýrinum, men tað var sum fíggjarmálaráðharri. Nú skal hann umsita heilsumál Mynd: Álvur Haraldsen Nýggjur landsstýrismaður fyri Miðflokkin er Karsten Hansen. Hann hevur sitið í landsstýrinum fyrr, bæði fyri Tjóðveldi og fyri Miðflokkin, men í báðum førum var tað sum fíggjarmálaráðharri