Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-16, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. november 2011síða 14

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 16. november 2011 · Nr. 133 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 nýggja samgongan Leo Poulsen – Tað kennist væl, og hetta er ein hátíðarligur dagur fyri landsstýrisfólkini, og ein spennandi dagur, bæði fyri tey og teirra familjur, sigur Kaj Leo Holm Johannesen. Hann sigur, at tað er altíð eitt stríð at fáa ein sam­ gongu­skjal upp á pláss. – Men vit hava brúkt lut­ fals­liga lítla tíð upp á tað, so tað hevur verið hart arbeiði. Nú tá alt er yvirstaðið, kann man slappa eitt sindur av. Nú eru landsstýrisfólkini sett, og alt stríðið við sam­ gongu­skjal­inum og máls­ økja­být­inum, hvør skal verða lands­stýrisfólk hvar, eisini mill­um flokkar, er yvirstaðið nú, sigur Kaj Leo Holm Johannesen. Nú fer nýggja landsstýrið at bróta upp um armar og fer til arbeiðis. – Og tað verður sjálvandi gjørt við eymýkt fyri teimum veljarum, sum hava valt okk­ um at leiða landið tey næstu fýra árni, sigur Kaj Leo Holm Johannesen. Eitt tað fyrsta, nýggja landsstýrið fer at gera, er at fara ein túr til Viðareiðis, har eitt av endamálunum er at samansjóðað fólkini í nýggja landsstýrinum. – Ja, tað er greitt, at tað er eitt av endamálunum. Eitt annað er at hyggja nærri eftir fíggjarlógini og gera av, hvussu nógv verður hjá hvørjum einstakum lands­ stýris­fólki at gera gott við kom­andi árini, sigur Kaj Leo Holm Johannesen. Hann heldur, at tað er serliga stuttligt, at bjóða spildur­nýggjum lands­stýris­ fólkum vælkomin. Hesaferð er tala um tveir nýggjar lands­stýrismenn, Jákup Mikkelsen, sum skal umsita fiski­vinnumál, og Kári P. Højgaard, ið skal verða inn­ lendis­málaráðharri. – Tað er altíð stuttligt. Tey skulu royna nakað nýtt, og so er tað upp til tey seks, sum hava roynt tað áður, at geva teimum uppbakking og stuðul. Tí tað er ikki bara bara at seta seg í ein stól her úti, her eru nógvar lógir og reglar at halda seg til, sigur Kaj Leo Holm Johannesen. leo@sosialurin.fo Hátíðarligur dagur Kaj Leo Holm Johannesen var vælnøgdur, tá alt tað formliga var fingið upp á pláss í gjár, og øll landsstýrisfólkini sett Kaj Leo Holm Johannesen heldur ikki óvæntað fram sum løgmaður komandi fýra árini Mynd: Álvur Haraldsen