Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-16, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. november 2011síða 13

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mikudagur 16. november 2011 · Nr. 133 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Snorri Brend Fimleikarhøllin verður býtt upp í básar, sum ein­stak­ lingar og fyritøkur kunnu leiga seg inn á. Eisini er loppu­markn­aður, tombola, hugna­lig jóla­café og ymiskt fyri børn­ini. Tiltakið plagar at vera væl undirtikið. Og soleiðis verður helst eisini hesaferð. snorri@sosialurin.fo Tey ungu spíla seg út Gøta: Spæliplássið við skúlan skal nú gerast liðugt. Hetta fer at kosta Eysturkommunu eina góða millión krónur. – Hetta er nokk tann besti dysturin sum U-21 landsliðið nakrantíð hevur spælt Bill McLeod Jacobsen, venjari eftir 1-0 tapið ímóti Makedonia Skálavík: Kommunan hevur fleiri umsóknir liggjandi um summarhús. Eitt skifti vóru tær 12 í tali, men nú eru seks øki útstykkjað. Sandoy: Næstu 12 árini hendir einki við Sandoyartunlinum, sigur Kári P. Højgaard, landsstýrismaður. Tí verður Teistin framvegis álit teirra. Árnafjørður: Leygardagin hittast norðoyingar til kirkjudag, har Jógvan Fríðriksson og Uni Næs halda fyrilestrar. Endað verður við gudstænastu. Norðdepil Leygardagin 26. november verður tann vælumtókti marknaðar­dagurin aftur í Skúlanum á Fossánesi. Tað eru 5. og 6. flokkarnir, ið skipa fyri. Endamálið er at savna pening inn til námsferð á vári 2013 Børn skulu eisini til altars Strendur: Komandi sunnu­dag, ið er sein­ asta sunnudagur í kirkju­árinum, verður skip­að fyri árliga kirkju­ fundinum fyri kirkju­ ráðslimir og kirkju­tæn­ arar í Eysturoynni. Í ár verður kirkjufundurin á Strondum. Byrjað verður kl. 16 við eini almennari altar­ gangsgudstænastu í Sjóvar kirkju, og sum er eitt gott apropos til dagsins evni. Eftir altar­gangs­ guds­tænastuna hitt­ast kirkju­ráðslimir og kirkju­ tænarar í bygdar­hús­ inum á Strondum, har tey fara at tosa saman um ávís kirkjumál. Høvuðsevnið í ár verður, um altargongdin eis­ini skal vera fyri børn. snorri@sosialurin.fo Strendur: Tað er ikki hissini vitjan sum strandingar fáa hetta komandi vikuskiftið. Í sambandi við viku­ skiftis­møtir í skúlanum fáa tey í missiónshúsinum vitjan av Hans-Ole Bækgaard. Hann virkar sum prestur í Danmark, men er eis­ini formaður fyri donsku Heima­missiónina. Hann fer at tosa øll trý kvøldini, har tær mongu og góðu lokalu sangkreftirnar fara at syngja. Umframt hesi møtini heldur hann haraftrat ein fyrilestur leygar­morgunin og prædikar í Sjóvar kirkju sunnu­dagin. snorri@sosialurin.fo Forkunnug vitjan av flatlondum kring landið