Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-16, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. november 2011síða 12

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 16. november 2011 · Nr. 133 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen - Eg stúri fyri, at Fólka­flokk­ ur­in nú fer at avtaka frið­ing­ ar­nar av ungfiski, sum vórðu gjørd­ar í summar. Tað sigur Atli Gregersen, vinnu­lívs­maður, sum er skept­isk­ur um, hvørt Fólka­ flokk­urin ætlar at føra burð­ ar­dyggan fiski­vinnu­poli­tikk. Vinnulívsmaðurin vísir á, at í nýggja sam­gongu­s­kjali­ num stendur, at ung­fiska­ frið­ing­in skal eftir­met­ast. Atli Gregersen vísir eisini til politisku semjuna, sum andstøðuflokkar í summ­ar gjørdu saman við Sambandsflokkinum og Javn­að­ar­flokkinum um at skerja fiskidagatalið, soleiðis at niðurfiskaðir fiskastovnar, sum eitt nú toskur, hýsa og upsi, fáa møguleikan at bygg­ja seg uppaftur. - Fólkaflokkurin tók ikki undir við hesum til­tøk­um, og nú flokkurin eig­ur lands­ stýris­mannin í fiski­vin­nu­ mál­um, havi eg ikki álit á, at politikkurin, sum varð sett­ur út í kortið fyri at gera fiski­ veið­ina undir Føroyum burð­ ar­dygga, fer fyri bakka. Fara at lurta Rás2 tosaði í gjár við vinnu­ lívs­mann­in, Atla Greger­sen og við nývalda lands­stýris­ man­n­in í fiskivinnumálum, Jákup Mikkelsen. Jákup Mikkelsen ásann­ aði, at samgongan hevur sett sær fyri at eftirmeta ung­fiska­friðingarnar, sum hava við sær, at øll vinnulig línu­veiða er bannað millum hálv­an og tríggjar fjórðingar úr landi. - Vit fara at hyggja upp á hesar friðingar og fara at roy­na at finna út av, um tær møgu­liga kunnu tillagast øðr­vísi. Jákup Mikkelsen segði, at sjálvandi fer hann sum landsstýrismaður í fiski­ vinnu­málum at lurta eftir fiski­frøð­ini og teimum til­ mæl­um, sum fiskifrøðin kem­ur við, men sum lands­ stýris­maður ætlar hann sær eisini at lurta eftir tí, ið vinnan hevur at siga. Enda­ málið er sjálvandi, at Før­oy­ ar sum samfelag fær sum best og best burtur úr, segði Jákup Mikkel­sen, nýggj­ur lands­stýris­maður í fiski­ vinnu­málum. Vilmund Jacobsen Verksmiðjuskipið Norðborg eigur ikki meiri kvotu eftir at fiska í ár. Havstovan eigur nøkur tons av markeli eft­ ir, sum kunnu lutast út til royndar­veiði, men enn er ikki endaliga gjørt av, hvussu hesi tons skulu útlutast ella fiskast. Ivasamt er eisini, um nak­ ar makrelur er eftir í før­oys­k­ um sjógvi, nú so nógv er liðið út á árið. Royndir, sum skip hjá Varðanum í Gøtu gjørdu herfyri, góvu eingi úrslit. Sera gott ár Norðborg, sum var aftur av sínum seinasta sildatúri fyri umleið 14 døgum síðan við mest sum fullum skipi, hev­ ur annars gjørt eitt sera gott ár í ár. Jón Rasmussen, skipari, sig­ur, at Norðborg í ár hevur fisk­að í 242 dagar tilsamans, og í hesum tíðarskeiði er veiði- og avreiðingarvirðið heil­ar 260 miljónir krónur, sum er eitt fram úr gott ár hjá skipi og manning. Til saman­burðar kann nevnast, at Norðborg í fjør fiskaði fyri umleið 210-220 miljónir krón­ ur, sum eisini var eitt velduga gott ár. Skiparin sigur, at tað serliga er makrelurin, sum hev­ur skapt meirvirðið í ár, umframt at tað hevur eydn­ ast sera væl at fingið virði úr sild­ini. - Av teimum 260 miljónum krónu­num, sum skip og mann­ing hava fiskað fyri í ár, hev­ur makelurin hevur givið um­leið 140 miljónir krónur. Jón Rasmussen vísir á, at teir í miðal hava fingið um­ leið 10 krónur fyri kilo av makreli og 9 krónur fyri kilo av sild. Tá er talan um krónur fyri hvørt kilo av veiddum fiski, og tað er óføra gott. Trupult at spáa Skiparin leggur aftrat, at með­an makrelkvotan er økt, nú eingin avtala hevur verið mill­um strandalondini, er silda­kvotan minkað við 30% ár­ini 2010 til 2011 – og fer aft­ ur at minka við øðrum 15% árini 2011 til 2012. - Tað er tí trupult at spáa um framtíðina. Vit eru skornir nógv í sildini, og framvegis er óvissa um makrel­in, sigur hann. Jón Rasmussen leggur aftr­at, at sjálvandi eru teir fegn­ir um hesi bæði árini við makreli­num, men upp á sikt ivast hann ikki í, at best hevði verið, um líkinda avtala var mill­um strandalondini um býtið av makrelkvotuni. vilmund@sosialurin.fo Norðborg hevur gjørt eitt framúr gott ár í ár Verksmiðjuskipið Norðborg hevur fiskað í 242 dagar í ár, og í hesum tíðarskeiði hava skip og manning megnað at skapt eitt veiði-og søluvirði á heilar 260 miljónir krónur Áki Bertholdsen Fakfeløgini í Førouyum hava nú biðið andstøðuna í Løgtinginum um fund at tosa um ætlanina hjá sam­gonguni um at skatta pen­sjón­ir við inngjald. Á fundinum er ætlan­in at kunna andstøðuna um, hvussu alvorliga, fak­feløg­ ini taka hend­an spurni­ ngin, sigur Hans Joen­ sen, for­mað­ur í Havn­ar Arbeiðs­man­n­a­felag. Hann sigur, at feløgini eru rættiliga ørkymlað av støðuni og at tey føla, at tey noyðast at tosa við andstøðu­na um málið. Hans Joensen, for­ mað­ur í Havnar Arbeiðs­ manna­felag, sigur akkur­át sum forkvinnan í Starvs­ man­na­felagnum sigur aðra­staðni í blaðnum, at fak­feløg­ini ætla ikki at lata hetta um seg ganga. - Fólk eru rættiliga ill um ætlanina at skatta pensjón­ir við inngjald, sigur hann. Hann heldur, at ongin skal vera so bláoygdur, at har hendan skriðan er lopin, er ein onnur vænt­ andi. Hann ivast nevniliga ikki í, at hetta verður ikki síðs­tu ferð, at politik­ar­ar fara í pensjóns­grunnar­ nar eftir pengum, tá ið tað manglar í hjá lands­kassa­ num. Yvir 30 fakfeløg hava tosað saman um støðuna. Tey hava tosað um hvussu farast skal fram, men enn er ongin niðurstøða. - Tað er serliga svárt, at hugsa sær, tá ið pen­ ing­ur­in, sum kemur inn, skal brúkast til at fíggja skattalætta til tey, sum framma­nundan forvinna mest, sigur Hans Joensen. Eisini Georg F. Hansen, for­mað­ur í Føroya Ar­ beiðara­felag, staðfestir, at tey fara aldrin at góðtaka ætlan­ina hjá samgonguni. Men hann sigur, at enn er onki avgjørt um, hvørji stig, fakfeløgini fara at taka. aki@sosialurin.fo Fakfeløg á fund við andstøðuna um skatt SKATTUR OG PENSJÓNIR Fakfeløgini í Føroyum hava biðið andstøðuna í Løgtinginum um fund at tosa um skattapolitisku ætlanirnar hjá samgonguni Hevur ikki álit á Fólkaflokkinum Atli Gregersen, vinnulívsmaður, hevur ikki álit á, at Fólkaflokkurin, sum umsitir fiskivinnumál í nýggja landsstýrinum, fer at viðvirka til burðardygga fiskiveiði Norðborg hevur verið til fiskiskap í 242 dagar í ár og hevur fiskað fyri tilsamans 260 miljónir krónur, sum er eitt fram úr gott ár hjá skipi og manning Leo Poulsen Tað var Dagur & Vika, sum í gjárkvøldið visti at siga, at kriminalpolitiið nú er komið upp í málið um horvna Pidda Hansen úr Runavík. Húsini hjá Pidda eru av­byrgd og løgreglan held­ur vakt. Eisini er ein íbúð í økinum rannsakað. Nógvar søgur eru far­n­ ar at ganga seinastu dag­ ar­nar, men tað hevur ikki verið møguligt at fing­ið fatur á Bergleif Brim­vík, leiðara av krimi­nal­deild­ ini, og eingin annar á deild­ini hevur heimild at út­tala seg. Miðlahúsið fylgir tó við í hinum báðum miðlu­ num, Rás2 og Portalinum. Kriminalpolitiið upp í málið