mikudagur 16. november 2011síða 11
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mikudagur 16. november 2011 · Nr. 133
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Umsitingarlig atlit
Eftirlønaruppsparingin verð
ur samansett av skattaðum
og óskattaðum skipanum.
Verður uppskotið framt
í verki, fara øll at hava tvær
uppsparingar, eina skattaða
eftirløn og eina óskattaða.
Hetta fer at gera tað neyðugt
hjá øllum at hava minst tvey
eftirlønardepot. Hetta økir
um fyrisitingarliga kostnaðin
í
eftirlønarfeløgunum
og
peningastovnunum.
Fólk
fara heldur ikki at hava so
gott innlit í egin eftirlønar
viðurskifti,
tí
tey
skulu
halda skil á virðinum á skatt
aðum og óskattaðum eftir
lønaruppsparingum.
Um pensjónsnýskipanin
verður sett í verk, so er ein
fylgja, at fólk fara at fáa
tvær uppsparingar-skipanir,
eina við gamlari uppsparing
eftir verandi reglum, og eina
uppsparing
við
nýggjum
reglum.
Um nýggja skattaskipanin
verður sett í verk við øðr
um byrjanardegi enn pen
sjónsnýskipanin
fara
øll
tískil at enda við trimum
uppsparingarskipanum.
Hetta hevði ført til enn
størri
fyrisitingarkostnað
hjá
eftirlønarfeløgum
og
peningastovnum, og at pen
sjónsuppspararar í enn størri
mun høvdu mist innlitið í
egin eftirlønarviðurskifti.
Um lagt verður um til ætl
aðu skattaskipanina, verð
ur sostatt neyðugt, at hon
fær sama byrjanardag sum
pensjónsnýskipanin fyri at
uppspararar ikki skulu enda
við trimum uppsparingar
skipanum í part.
Mótroknað verður í fólka
pensjónini við bæði skattað
um og óskattaðum útgjald
ingum.
Verður uppskotið framt
í verki, so skal mótroknast
í fólkapensjónini við støði
í arbeiðsinntøku (sum er
skattskyldug), og við støði í
óskattaðari eftirløn (sum er
skattskyldug), og við støði í
skattaðari eftirløn (sum ikki
er skattskyldug). Roknast má
við, at fólk av hesi orsøk fara
at fáa versnandi innlit í egin
eftirlønarviðurskifti.
Hjá teimum, sum flyta til
Danmarkar í pensjónsáru
num kann tað geva trupul
leikar, at hava eina skattaða
og eina óskattaða eftirløn.
Annar er, at danskar skipanir
skulu taka atlit til, at skattur
longu er goldin av summum
eftirlønarinntøkum, og hin
er, at danskir almannamynd
ugleikar skulu taka atlit til,
at mótroknast skal í fólka
pensjónini bæði við støði í
einari skattaðari og einari
óskattaðari eftirløn.
Tey, ið gjalda til danskar
eftirlønarskipanir,
mugu
hava tvær uppsparingar
skipanir.
Tey, ið gjalda til danskar
eftirlønarskipanir
mugu
hava tvær eftirlønarskipanir,
eina skattaða og eina óskatt
aða skipan. Donsku eftirløn
arfeløgini mugu tí hava tvær
skipanir fyri hvønn upp
sparara. Undirritaðu hava
ikki enn kannað, í hvønn
mun hetta kann fara at geva
umsitingarligar trupulleik
ar.
Niðurstøða
Undirritaðu halda ikki, at tað
við stuttum skotbrái ber til at
gera eina forsvarliga meting
av, hvussu eitt tílíkt uppskot
ávirkar
fíggjarviðurskifti
landsins og landsins búskap
sum heild.
Uppskotið leggur seg út
í avtalur, sum fleiri túsund
borgarar hava gjørt við teirra
arbeiðsgevarar og eftirlønar
veitarar.
Uppskotið er í stóran mun
irreversibult, t. e. avgerðin
kann ikki gerast umaftur, um
landskassin fyrst hevur tikið
peningin inn í skatti, og síðan
nýtt hann til økta nýtslu ella
lækking av skattum.
Uppskotið broytir avgerð
argrundarlagið fyri langsikt
aðum íløguavgerðum hjá
øllum eftirlønar- uppspar
arum, og kann tískil føra til,
at eftirlønaruppsparingar
hugurin ávirkast munandi.
Undirritaðu fara tí staði
liga at mæla frá, at eitt tí
líkt uppskot verður framt
í verki, uttan so, at fakliga
væl grundað lýsing av av
leiðingunum verður gjørd
fyrst.
Undirritaðu hava bert lýst
tey viðurskifti, sum kunnu
lýsast við stuttum skotbrái.
Uppskotið økir um fíggj
arpolitiska rásarúmið uppá
stutt sikt við umleið 150
mió. kr. árliga fyri land og
kommunur tilsamans, og
uppí umleið 300 mió. kr. ár
2020.
Longri frammi í tíðini,
aftaná 2030, missur lands
kassin 3-400 mió. kr. árliga,
av tí at útgoldnað eftirlønar
uppsparingin ikki tá kann
skattast.
Fyri at finna fram til, í
hvønn mun hesin langsiktaði
missur kann fáast innanaftur
við ætlaða eftirlønarskatt
inum, er neyðugt at gera eina
greining, ið lýsir ávirkanina
á fíggjarviðurskifti landsins
uppá longri sikt, og sum eisini
tekur stóru demografisku
forskjótingarnar
komandi
árini við í metingarnar.
Útreiðslutrýstið á lands
kassan verður munandi størri
í framtíðini, tí útreiðslurnar
til fólkapensjón og eldrarøkt
og sjúkrarøkt veksa skjótt.
Verandi skattaskipan førir
við sær, at vaksandi talið av
eldri fólki hava fíggingina
við sær við teirra egnu efti
rlønaruppsparing.
Ivasamt er hvussu skatting
av eftirlønarinngjøldum fer
at ávirka fíggjarviðurskifti
landsins og búskap landsins
uppá longri sikt.
Undirritaðu skulu tí sum
nevnt omanfyri, staðiliga
mæla frá, at uppskotið verð
ur framt í verki, uttan so, at
fakliga væl grundað lýsing
av avleiðingunum verður
gjørd fyrst.
Tórshavn, 11. november 2011
Pensjónsnýskipanararbeiðsbólkurin
Fíggjarmálaráðið
Kári Petersen Ina Hammershaimb
Atli Suni Leo
Nú er borgarliga samgongan
veruleiki, og samgonguskjalið
er undirskrivað. Longu áðr
enn skjalið var liðugt orðað
fór nýggja samgongan í
hernað móti samlaðu fak
felagsrørsluni við at skatta
pensjónsgjøld við inngjald
í staðin fyri við útgjald,
sum higartil, og vísir aftur
teimum negativu árinum fyri
hvønn uppsparara, sum av tí
stendst. Eitt ótrúligt háttalag
at leggja frá landi við hjá
nýggju samgonguni, og arro
gansan
og
niðurgeringin
av arbeiðandi fjøldini hjá
nýggja liðnum í Tinganesi er
ikki til at misskilja! Eg vóni
at somikil stirðil er í fak
feløgunum, at síðsta orðið er
ikki sagt í hesum máli!
Men samgongan hevur
sett full segl fyri at broyta
vælferðarsamfelagið grund
leggjandi, skal ein trúgva
samgonguskjalinum!
Og
tvinni
eru
høvuðsmálini:
lægri skatt til tey ríku og
hækkaður blokkur úr Dan
mark. Her verður onki ballað
inn, sokallaður flatskattur,
beinleiðis úr valskrá fólka
floksins, við 40 prosentum
í skattatrekki verður settur
í verk, harav 20% fara í
landskassan, og so hini 20%
ella har á leið fara í komm
unukassarnar. Ongin pro
gressivtetur í landsskattinum,
t.v.s.
at
skattaprocentið
hækkar stigvíst við øktari
inntøku, populert sagt, at
breiðastu
herðarnir
bera
tyngstu byrðarnar, finst ikki
í flatskattaskipanini, sum
annars hevur verið gald
andi øll árini síðani 1948,
tá heimastýrið fór undir
at krevja skatt inn her í
Føroyum, eftir norðurlendsk
um leysti. Men nú er so liðugt
við tí!! Og kommunuskatturin
hevur aldri havt progressitet
eftir inntøkustiganum, so
har er onki nýtt undir sólini!
Nú skulu knappliga ØLL vera
so øðiliga líka, tá um skatt
ræður, 40% í part, ger so
væl, ríkur ella fátækur! Hvat
merkir so tað fyri hvønn
borgara í hesum landi? Jú,
øll sum forvinna 260. 000, kr.
um árið fáa tað sama í skatti
sum higartil. Men so fer
ójavnin og órætturin at vísa
seg: øll sum tjena minni enn
260.000 kr, t.d ein pedagogur
ella ein arbeiðari, fáa MEIRI
í skatti, meðan tey sum
fara upp um 260.000 kr, tey
fáa SKATTALÆTTA - longri
uppi
á
inntøkustiganum
tú ert, bíligari sleppur tú í
skatti, t.d, toppar ein skipari
ella stjóri við 1,2 mill kr í
inntøku og fær 82.000 kr
í skattalætta. Hetta er tá
borgarligur
politikkur
er
best: tak frá teimum fátæku
og gev teimun ríku!! Er hetta
borgarliga
framtíðin
hjá
Jørgeni - so gerið so væl!?
Skilji væl, at Jenis av Rana
fekk kaldar føtur, áðrenn
undirskriftin skuldi setast
undir samgonguskjalið, tí nú
er so sligið fast, at orðini hjá
Jenisi ikki stóðu til trúgv
andi, sum søgd vórðu aftur
og aftur undir valstriðnum:
Veljarin veit, hvar hann
hevur Miðflokkin! At selja
seg til hin grábeinta, tað er
tiltikið!
Hvussu skal so henda
lækkingin
í
skattinum
fremjast? Jú m.a. við at fara
til Danmarkar at fylla uppí
tóma skattaposan! At krevja
200 mill. kr meiri í donskum
blokki, tað er “loysnin” hjá
blokkasamgonguni,
har
allir
sokallaðu
fullveldis
flokkarnir fyri tað kundi
skift navn til Fólka(f)blokk
ur, Miðblokkur og Sjálv
stýrisblokkur! Fyri at fáa
skemtið fullkomið, so hava
blokkaflokkarnir eisini nøk
ur orð um at arbeiða fram
ímóti sjálvstøðugum búskapi
– hvussu langt út kann man
vassa???
Mangur
hampa
sambandsmaður, sum altíð
hevur sett tað at klára seg og
síni í hásætið, hann má vera
hámur, nú biddarafylgið er á
veg til Danmarkar?
Sama dag sum undir
skrivað bleiv í Nesinum, so
kunngjørdi danski fíggjar
málaráðharrin, at danir máttu
gjalda 5,5 milliardir afturat
í skatti og avgjøldum fyri
at fáa fíggjarlógina fyri
komandi ár at hanga saman
– og vit fara at krevja meiri
blokk frá dønum, sum skylda
meiri enn vit gera, fyri at
geva okkara vælbjargaðu
ein skattalætta – hetta er
ómansligt
og
óvirðuligt
fyri allar føroyingar út um
alt sømiligt mark!! Rodnar
ongin?? Og hvat fara danir
at siga til slíkan asosialan
skattapolitikk, fíggjað við
teirra pengum? Kassadaman
í Bilka sleppur at gjalda fyri
hetta borgarliga svansið!
Stóra talið av føroyingum
verður persónliga verri fyri
av flatskattinum – sam
felagið bløðir og vælferðar
tænasturnar versna, tí fígg
ingarkeldurnar torna upp.
Ùrslitið kann lættliga verða,
at vanligi føroyingurin sting
ur í sekkin, meðan vit fáa
onkran ríkiskropp higar, har
skattaskjólið er eyðsýnt –
her er vandi á ferð. Illa fóru
Føroyar.
Lægri skatt til tey ríku –hækkaðan
blokk úr Danmark!
Johan Samuelsen