mikudagur 16. november 2011síða 22
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 16. november 2011 · Nr. 133
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Nøvn
Nú er ein tíð fráliðin, síðan
Signar brádliga tann 30. au
gust í fjør andaðist einans 39
ára gamal. Tað, at Signar ikki
er ímillum okkum longur,
kennist heilt óveruligt og
sum ein stór sorg.
Eg minnist ikki, nær eg
fyrstu ferð kom at kenna
Signar, men eg giti, at vit
hava verið eini 3-4 ára gamlir.
Vit vóru javnaldrar og gjørd
ust frá byrjan bestu vinir.
Tað er lætt við fáum orðum
at siga, hvat ið var serligt við
Signari. Signar var av allar
fittastu dreingjum, og hann
var elskaður av øllum, sum
høvdu nakað við hann at
gera. Hann var ikki av størstu
dreingjum í klassanum, og
hetta gjørdi hann ikki minni
keran. Hann hevði krunka
svart hár og eitt gott dæmi
og eitt smíl, sum kundi hita
eitt heilt rúm.
Signar búði á Mørkini,
mitt í Vestmanna bygd beint
oman fyri keiina. Familjan
hjá Signari vóru foreldrini
Louis og Nicolina, systkini
Maiken, Jónsvein, Ann og
Jákup Aksel og so Magdalena,
omman.
Eitt, sum man beinanvegin
legði merki til við heiminum
hjá Signari, var, at hetta
var eitt lívligt heim. Húsini
vóru stór, og minst helvtin
var sett av til verkstaðið hjá
Louis. Á verkstaðnum var
ein ørgrynna av amboðum
og maskinum og stórur pro
duktivitetur, og man kundi
har læra mun á hølvispønum
og saguspønum. Tað, sum
ikki var verkstaður, var so
heimið, fjálgt og heimligt at
koma inn í, og har var altíð
onkur heima.
Eitt, sum stendur serliga
klárt í minninum frá tí fyrstu
tíðini, sum Signar og eg vóru
vinmenn, var, hvussu góð
tey eldru systkini vóru við
Signar. Beiggjarnir tveittu
hann upp í loft og loftaðu
honum aftur ferð eftir ferð,
um teir ikki lógu og beist
aðust í ovfarakæti á gólvi
num ella í onkrari song. Eg
minnist henda leikin sum
nakað av tí vakrasta, sum eg
havi upplivað.
Til føðingardagar og við
hvørt annars fingu vit okk
urt av systkinunum at seta
film frá uppi á loftinum. Tá
í tíðini høvdu fólk ikki so
nógvar filmar sum í dag, og
tí mátti farast runt í bygdini
at lána filmar. Kendi man
bestu miðini, kundu heilt
spennandi filmar fáast til
láns. Signarsa yndis films
skemtarar vóru Harold Lloyd
og Charlie Chaplin. Signar
hevði avbera góðan humor
og mimikk og mundi avgjørt
vera millum teir bestu smá
dreingirnar í bygdini til at
herma eftir Charlie Chaplin.
Viðhvørt lukkaðist tað
okkum at fáa Louis at for
telja um merkisverdar upp
livingar. Louis greiddi livandi
frá um ta ferðina hann var á
haruveiðu og kom fram á
eina snjóuglu, sum knappliga
fleyg upp úr einum gili beint
fyri nøsini á honum. Tey,
sum hava áhuga í fuglum,
vita, at snjóuglan hevur
heim í Arktis og Sibiria og
er sera sjáldsom um okkara
leiðir. Tað eydnaðist Louis at
skjóta snjóugluna, sum varð
útstappað, men tíverri kom
rot í, og snjóuglan mátti tí
burturbeinast. Hetta hendi
áðrenn okkara tíð, men hóast
vit dreingir ongantíð sóu
snjóugluna, livir søgan enn
væl í minninum.
Familjan hjá Signari ar
beiddi væl saman um dag
sins gerðir, og Signar var tíð
liga tikin við í hetta arbeiði.
Tað kundi vera at mála hús,
hjálpa í havanum, rudda á
verkstaðnum, fara til út
róðrar við "Tvíbrøður" ella
okkurt annað fyrifallandi.
Miðskeiðis í sjeytiárunum
byrjaði Nicolina við skó
sølu í kjallaranum, og nakað
seinni lat Louis upp mat
vøruhandil í hinari helvtini
av kjallaranum, har verk
staðurin fyrr hevði verið.
Alt hetta virksemi hendi í
heiminum hjá Signari, og
hann tók sín lut í arbeiðin
um. Signar var sera handa
ligur og arbeiðssamur, og eg
trúgvi, hesir eginleikar vóru
gróðursettir tíðliga í barna
árum.
Eg minnist fyrstu ferð,
Signar og eg skuldu fara at
egna. Vit hava verið um 7 ára
aldur. Oddmar hjá Skipper,
sáli, var agnformaður og tók
blídliga ímóti okkum. Onkur
av eldru dreingjunum, teir
hava verið eini 3-4 ár eldri
enn vit, helt eitt sindur
speiskliga fyri: "Skulu tit
egna?" Hann mundi halda,
vit sóu nakað vesaligir út
til at klára hetta jobbið. Tá
trein Oddmar fram og segði
við myndugleika: "Bíða nú,
eina ferð má vera fyrstu
ferð!". Oddmar riggaði so til,
og Signar fekk ein viðvendan
stamp settan á gólvið til at
standa á, so, at hann skuldi
røkka upp til tromina á
stampinum,
hann
skuldi
egna niður í. Evnagóður sum
Signar altíð var, kláraði hann
hetta arbeiði lýtaleyst.
Feðgarnir vóru viðhvørt
túrar í fjøllunum, sum ta
ferðina teir høvdu verið
uppi á Sneis. Laika, fitti og
altíð trúfasti hundur teirra,
var við. Laika var meinlík
tí Laiku, sum var fyrsti
skapningur, sum við Sputnik
2 varð send út í rúmdina.
Ovast á Sneis bygdu teir ein
varða og løgdu ein fløskupost
inn í varðan. Munnu varðin
og fløskuposturin vera har
enn?
Fjøran var øll barnaárini
spælipláss hjá okkum, og
á hvørjum sumri vóru vit,
sum flest allir dreingirnir í
bygdini, reiðarar á okkara
egnu flakum. Hesar bygdu
vit úr viði, sum vit onkurs
vegna fingu hendur á. Upp
driftin var tryggjað við flam
ingokassum, sum vit høvdu
samlað gjøgnum veturin. Teir
fyrstu flakarnir, vit bygdu,
tá vit vóru um sjey-átta ára
aldur, mundu ikki hava stórt
byggitekniskt
virði.
Men
sum árini liðu, lógu royndir,
tankar og tekningar sum
grund, og hetta, samstundis
sum handalagið mentist, gav
úrslit. Flakarnir gjørdust
betri og sjóbetri, og summir
fingu enntá mastur, segl og
róður. Summir vóru bygdir
til at ganga skjótt, ímeðan
aðrir skuldu taka so nógvan
førning sum møguligt. Flak
arnir, sum kundu sameina
hesar báðar eginleikar á best
an hátt, vóru sonn bygnings
verk. Ein av hesum seinnu,
sum Signar og eg høvdu
bygt í felag, doypti Signar
"Ormurin
Langi".
Flakar
nir vórðu, tá vit ikki vóru
umborð, fortoyaðir á leiðini
út fyri brúnni hjá Niels hjá
John. Tá so fyrstu heyst-
stormarnir komu, slitu allir
flakarnir og fóru í smæsta
knús. Tíð var at fara aftur
til tekniborðið at planleggja
nýbygningar til komandi
vár.
Signar hevði sera stóran
áhuga fyri øllum, sum hevði
við náttúru, fiskiskap og
veiðu at gera. Ein áhugi,
sum Signar og eg komu at
hava felags, var sílaveiðan.
So skjótt vit vóru nóg stórir,
gingu túrarnir niðan at fiska
síl. Rundan um Vestmanna
vóru av bestu møguleikum til
hetta ítriv. Vit fiskaðu í áum,
vøtnum og byrgingunum hjá
SEV. Flestu og bestu minn
ini munnu vera frá Heyga
dalinum, har vit mangan
høvdu góða veiðu. Vit fisk
aðu til tíðir síl hvønn tann
einasta dag. Signar hevði -
eftir mammu sínari haldi eg
- eitt sera gott og róligt lyndi,
og hetta kom til sjóndar í tol
semi og góðari fiskieydnu.
Tá vit høvdu tørv á tí,
plagdu vit at "stjala" bed
ingsjolluna. Hon var drúgv
at oysa og tung at rógva,
men vit kundu vera nógvir
í henni. Ein dagin lógu vit
undir ferjuleguni, "Sam" var
júst farin yvirum, og fiskaðu
berggyltur. Knappliga fekk
Signar fast í botn, so rimmar
fast í botn. Tá hann hevði rykt
eina løtu, og tað framvegis
ikki vildi loysna, var eyðsæð,
at hann var noyddur at
royna at slíta nylonið. Signar
vant nylonið um ermuna og
skuldi júst til at spenna í, nú
byrjar "botnurin" at mala
spakuliga runt undir jolluni.
Tá vit skiltu, at fiskur var á,
kom róp í og allir út í borðið
at hyggja, hvat hetta var.
Tá fleyt bedingsjollan um
stokkin. Stutt eftir lá størsta
berggyltan, vit nakrantíð
høvdu sæð, og spraklaði í
bedingsjolluni.
Viðhvørt fóru vit vinmenn,
Signar, Marni, John Reid og
eg, í hagan við telti. Einaferð
lógu vit í telti úti á Heiðavatni
- vit hava kanska verið um
10 ára aldur - hetta var ikki
tann túrurin, tá Marni hevði
gloymt svávulpinnarnar eftir
heima. Høvuðsendamálið var
sum ikki einaferð sílaveiða,
og veiðan var góð. Sjálvt
um vit fiskaðu síl, høvdu vit
eisini annan mat við, so sum
reyðar pylsur og eplamos.
Tá funnu mamma og babba
uppá at koma gongutúr út
á Heiðavatn fyri at kanna,
hvussu
vit
høvdu
tað.
Mamma hevur mangan við
einum smíli minst aftur á
máltíðina, sum Signar tá
borðreiddi við - reyðar pyls
ur og ljósareytt eplamos,
kryddað við mýggjabitum.
Tað er nógv verri at finna
brenni úti á Heiðavatni, enn
tað er at finna mýggjabitar -
kókivatnið mátti tí brúkast
sum best. Hvør kundi tá havt
gitt, at hesin sami Signar
skuldi gerast hotellkokkur
bert fá ár seinni?
Signar og familja hansara
vóru fyri tí svára missi, at
Louis, pápin, brádliga doyði,
tá Signar einans var 14 ára
gamal. Hesin missur var ein
dyggur smeitur hjá Signari,
og barnaárini vóru við eitt
farin afturum. Hesa tíðina
bar tætta og kærleiksfulla
bandið, sum knýtti hesa
familjuna saman, tey víðari.
Systkini hjá Signari vóru um
hetta mundið tilkomin, og
tey flestu flutt heiman. Tað
gjørdist Signarsa lutur at
taka sær av at halda tey stóru
húsini við líka. Raskur og
ósjálvsøkin, sum Signar altíð
var, fall hendan uppgávan
honum heilt natúrlig.
Sum ungur var Signar
sera áhugaður í kappróðri,
og hann varð tíðliga biðin
umborð á Havfrúnna sum
róðursmaður. Seinni settist
hann eisini saman við javn
aldrandi vinmonnum við
árarnar
umborð
á
Hav
frúnni.
Eldri
bróðurin
Jákup Aksel róði við Vest
menningi miðskeiðis í áttati
árunum, og góðu úrslitini
hjá Vestmenningi hesa tíð
ina, kveiktu áhugan fyri
kappróðri í bygdini. Ongin
visti við vissu, um tað var
venjingin, sum var orsøkin
til góðu úrslitini, ella um tað
var alt Faxe Kondi-ið, teir
drukku eftir hvørja venj
ing. Signar hevði tikið út
varpssendingarnar frá kapp
róðrinum upp á band, so tað
var líka gjarna kappróðri,
sum tónleiki, lurtað varð eftir
í stereoanlegginum hesi árini.
Tá tað kom til tónleikasmag,
hevði Signar forkærleika fyri
John Mogensen og hansara
samfelagskritisku sangum.
Ikki tí, at hann ikki lurtaði
eftir øðrum eisini, til dømis
ta ferðina hann hevði tikið "I
am the Great Pretender" hjá
Freddie Mercury upp á eitt
heilt 60 minuttir kasettuband
– báðu megin. So slapp hann
frá at spola aftur, hvørja
ferð hesin frálíki sangur var
liðugur.
Signar var umbiðin til
arbeiðis og arbeiddi fleiri
summarferiur sum málari
hjá Una Zachariasen. Nakað
seinni fekk hann skipsboð við
Fram, har eisini eldri beiggin
Jónsvein var við. Signar var
Minningarorð um mín kærasta vin
Signar Haraldsen
f. 17. november 1970 - d. 30 august 2010