Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-16, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. november 2011síða 23

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mikudagur 16. november 2011 · Nr. 133 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 biðin at vera kokkur, og her byrjaði hansara lívs­ leið sum kokkur. Hann fekk stutt eftir lærupláss á Hotel Føroyum og lærdi har til hotellkokk. Næm­ ur, sum Signar var, klár­ aði hann kokkaskúlan við útmerkilsi, hann var tá 22 ára gamal. Signar ar­beiddi síðani nøkur ár sum hotellkokkur á Ho­ tel Føroyum; eitt skifti var hann við Norrønu. Í 1997 fekk Sign­ar kjans sum kokkur við sjó­verju­ skipinum Tjaldri­num, og hetta starvið røkti hann restina av síni lívsleið. Signar búði til tað sein­asta heima saman við mammuni. Ímillum túr­arnar tók hann sær av at viðlíkahalda húsini, og hann hevði ætlanir um at byggja sær eina íbúð uppi á loftinum úti á verkstaðnum. Tíverri gjørdist hendan ætlan ikki veruleiki. Hon er tó eitt prógv um stóra kær­ leikan, ið Signar hevði til sítt barnaheim og til mammuna. Signar var ímyndin av vinsemi og trúfesti. Tá Marni og eg ein dagin tosaðu saman um Signar, nevndi Marni, at Signar sum persónur ikki hevði tørv á altíð at fylgja streyminum - hann tordi væl at standa við egnar hugsanir og meiningar. Hetta gjørdi, at man altíð visti, hvar man hevði Signar. Løtan, tá Signar varð borin til jarðar var há­ tíð­ar­kend. Tjaldrið var kom­ið á Vestmannahavn. Stór fjøld av fólki fylgdi, og starvs­fe­lagar í búnum vóru møtt­ir mann­sterkir at sýna Signari tann sein­ asta heiðurin. Hesum líti­ lætna og avhildna manni. Mínir tankar fara til familjuna hjá Signari. Sign­ar var ein gáva til okk­um øll, men saknurin hjá tykkum man vera utt­an enda. Heimurin er eina sólstrálu fátækari. Vón­andi finna tit treysti í sam­an­haldinum við hvønn annan og við minn­ un­um um tykkara elskaða Signar. Góði Signar, ein sein­ asta hjartans tøkk fyri títt vinalag. Tú fert altíð at eiga búgv í mínum hjarta. Samson 22. juli 2011 Tað stendur ein standmynd av einum manni á eini útoyggj við eitt spegilsblankt vatn, har eygu stara út í tóman heim, og kroppur og andlitsbrøgd eru sálarleys. Illkynjað spjørr liggur um kropp, arm, barm og byrsumúla, og hvør kúla ber sítt navnabretti við devulssettum tramansskapi úr mannsins heljareyga, sum eltir sótsvart krútdoyggj á eini útoyggj við politiskum, fasistiskum, oyðandi boðskapi: “Slá í hel!” Óndskapurin stendur millum kross og hosu - millum rivjabein og vargaeygu: “Eg skal drepa! Eg skal drepa, drepa ungar sálir ein summardag, sum elska lívið og frælsið við ljósum vónum um opinleika, rættvísi, brøðralag, millum allar tjóðir, fólkasløg og bygdaløg á Guðs grønu jørð!” Blóðið rann millum silkigras og litríkar útoyggjablómur, smáar tinnur og brimbrýnt malargrót og litaði deytt vatn reytt. Blóðið reinsar - í kærleikans - og bardagaliti. Vaskar fjøruklett við sveita reyðum av ungum sálum deyðum, ið lótu blóð til frælsi og brøðralag ein ljósan dag í juli. Frits, 22.juliu 2011 Utøya TØKK TØKK www.sosialurin.fo