Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-16, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. november 2011síða 24

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 16. november 2011 · Nr. 133 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Fyri tveimum árum síðan høvdu vit í Føroyum eina innrás av Morgan sportbilum. Í juli 2012 fáa vit vitjan av Nordisk Morris Minor Klubb (NMMK), sum koma higar við einum hópi av flottum Morris Minor í nógvum ymiskum útgávum. Í hesum sambandi er Thomas Skipper frá Nordisk Morris Minor Klubb og vitjar í Føroyum. Thomas er hálvur føroyingur, hann er abbasonur Erik Petersen í Havn, sum í mong ár koyrdi við Morris Minor. Nordisk Morris Minor Klubb hevur 588 limir úr Danmark, Norra og Svøríki umframt limir úr øðrum evropeiskum londum. Eftir ætlan kemur ferðalagið til Føroyar við Norrönu tann 22. juli og fara tey avstað aftur 29. juli. Í hesum sambandi verður ein Morris Minor framsýning hjá Reyni Service í Hoyvík fríggjadagin 27. juli. Reyni Service seldi Morris og onnur ensk bilmerkir í Føroyum frá 1947 til teir yvirtóku Toyota í 1980. Bilar Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Vinnu- & bilradio á Morris Minor lýsing frá 1963 Morris Minor vitjan Morris Minor framsýningin verður hjá Reyni Service, f.v. Eivind av Reyni, Thomas Skipper og Sámal av Reyni Í 1961 vórðu 1 millión Minor framleiddir Morris Minor var ein væl umtóktur bilur í Føroyum fyri 50 árum síðan