mikudagur 16. november 2011síða 25
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mikudagur 16. november 2011 · Nr. 133
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tað var ikki sørt margháttligt
gleps, ið Maud Wang Hansen,
forkvinna í Pedagogfelagnum,
hevði
eftir
Tórshavnar
kommunu og undirritaða
fyri viku síðan.
Eru børnini í Havn ein
bagatell, spurdi hon. Orsøkin
var uppskot um at fremja eina
sparing á dagstovnaøkinum
í fíggjarætlanini fyri 2012.
Jógvan Arge, formaður í
mentamálanevndini, hevur
vegna
býráðsmeirilutan
boðað frá, at henda sparing
verður av ongum, so eg skal
ikki dvølja við tað málið her.
Men ymiskt av tí, sum
forkvinnan hjá øllum landsins
pedagogum, hjálparfólkum
og dagstovnaleiðarum legði
fram, krevur tó eina við
merking.
Maud Wang Hansen skriv
ar, at játtanin til kommunalu
barnaansingina ætlast at
lækka triðja árið á rað, og at
serliga frítíðarskúlarnir hava
merkt sviðan. Hetta hendir
samstundis, sum krøvini til
frítíðarskúlar og tørvurin á
námsfrøðiligum
tilboðum
eftir skúlatíð vaksa.
Tá sparing í veruleik
anum er ein tillaging
Í síðstu viku kallaði býráðið
foreldraráðini í frítíðarskúl
unum til fundar. Tey hava
ítøkilig ynski um at betra
partar av frítíðarskúlatæn
astunum. Fundurin var góð
ur og konstruktivur. Komm
unan skilir ynskini og hevur
lovað at arbeiða bæði skjótt
og væl við loysnum.
Á fundinum fingu tey
eisini frágreiðing um tær
tillagingar, sum gjørdar eru
í játtanarkarminum til frí
tíðarskúlarnar. Henda er í
stuttum, at tá 1. og 2. flokk
ur við lóg fekk fleiri tím
ar í fólkaskúlanum, varð
neyðugt hjá kommununi at
tillaga virksemið hjá frítíð
arskúlunum samsvarandi.
Hetta gjørdi býráðið yv
ir 2 ár við virðing fyri, at
tillagingin við færri tímum
í frítíðarskúlunum kundi
fara fram smidliga í mun til
starvssetanirnar á økinum,
tvs. fyri limirnar hjá Peda
gogfelagnum.
Hetta hevur sostatt einki
við nakra sparing at gera,
og hava frítíðarskúlarnir tí
ikki merkt nakran sviða sum
helst av hesum.
Sannleikin er, at frítíð
arskúlarnir hava bestu nor
mering í allari ansingar
skipani. Men hesa bagatell
tegir forkvinnan burtur.
Tá tillaging er við til at
menna nýtt virksemi
Maud Wang Hansen sigur, at
“sparingarnar” samsvara ikki
við, at kommunan sigur seg
satsa uppá bleytu virðini. At
hetta ikki boðar frá visjónum,
menning ella framburði á
dagstovnaøkinum.
Nei, tá forkvinnan bert
verjir eitt ávíst játtanarstøði
uttan at kanna eftir, hvat fæst
fyri pengarnar, so er hetta ein
ikki so løgin niðurstøða.
Men hvat gjørdi og ger
kommunan? Jú, til tess at
styrkja
pedagogisku
til
boðini eftir skúlatíð, hevur
kommunan sett fleiri ung
dómshús á stovn m.a. fyri teir
pengar, sum frítíðarskúlarnir
ikki longur hava brúk fyri.
Bæði børnini og tey ungu
eins og teirra foreldur eru
serstakliga væl nøgd við ung
dómshúsini. Eg veit eisini, at
pedagogarnir eru glaðir fyri
hetta, tí teirra arbeiðsøki
veksur.
Haldi, at hetta prógvar
bæði visjónir, menning og
framburð bæði fyri børn,
foreldur, starvsfólk, ja, saml
aða trivnaðin í Havn. Hesa
bagatell átti forkvinnan í
Pedagogfelagnum heldur at
verið takksom fyri.
Tá hugburður
gevur meirvirði
Síðan vísir forkvinnan á, at
stovnarnir ikki fingu játt
að lønarhækkingar í fjør,
og at barnaansingin skal
spara orku. Niðurstøðan er,
at
barnaansingin
verður
niðurpínd og at tænastan
verður verri.
Tað er rætt, at býráðið í fjør
gjørdi av, at øll rakstrarstøð
í kommununi fingu ikki
játtað lønarhækkingar, og
at øll fingu boð um at spara
í orku. Hetta var sostatt ikki
bert galdandi fyri barna
ansingina.
Men samstundis fingu
allar leiðslur góð ráð um,
hvussu sparast kundi eitt
nú í mun til orku. Umframt
at skapa ein góðan og sunn
an hugburð til at minka
um orkunýtsluna, so gevur
ein spard króna í orku í
veruleikanum eina krónu
meira til pedagogiska ar
beiðið við børnunum.
Og nevnast kann, at onkur
stovnur hevur spart fleiri
ferðir meira orku enn álagt,
bara við tí góða hugburði og
broyttum mannagongdum,
starvsfólkini hava lagt í
børnini. Tað er heldur ikki
ein bagatell fyri okkum.
Kommunan hevur fult
álit á, at leiðslur og starvsfólk
á okkara dagstovnum fáa
sum mest burturúr hvørjari
krónu
og
framhaldandi
tryggja eitt høgt og virðiligt
tænastustøði.
Eg síggi nú, at slíkt álit
hevur forkvinnan í Pedagog
felagnum ikki á sínar egnu
limir. Tað er eingin bagatell.
Maud Wang Hansen
og bagatellirnar
Heðin Mortensen
borgarstjóri
Kjak
Sum gamal og fyrrverandi
luttakari í føroyskum poli
tikki í mong ár sleppur ein
ikki
burturúr
áhuganum
fyri tí sum nú fer fram. Ikki
minst er áhugin til staðar, tá
løgtingsval hevur verið og
nýggj stjórn við tilhoyrandi
samgongubaklandi
verður
skipað.
Í gjár (14.11) varð samgongu
skjalið almannakunngjørt og
seinri um dagin sóu vit løg
mann tilnevna tey nýggju
landsstýrisfólkini.
Hetta
gekk alt fyri seg á friðaligan
og sømiligan hátt. Hugurin
leitaði sær aftur til tíðina í
sjeyti, áttati og níti árunum,
tá eg sjálvur var partur av
slíkum
seancum.
Mangt
kendist aftur, men eisini nógv
er broytt tey farnu árini, sum
eisini nátúrligt er.
Valúrslitið bar í sær, at ein
samgonga har høvuðsbulurin
kom at vera Fólkaflokkurin
og Sambandsflokkurin við
16
tingmonnum,
kendist
nátúrlig. Ein flokkur skuldi
so afturat. Tað blivu so tveir
av teim smærru, men tað
er sjálvandi ikki verri. At eg
persónliga kundi ynskt eitt
øðrvísi valúrslit, er ikki so
nógv at gera við.
Í síni uppbygging líkist
samgonguskjali
nógvum
øðrum
slíkum
skjølum.
Nógv er yvirskrivtir og part
vís nakað, sum bara skal
vera við. Okkurt er kanska
beinleiðis gloymt, meðan
eitt ella annað er gloymt
við vilja. Innihaldsliga sæst,
at stórur dentur er lagdur á
búskapar- og fíggjarviður
skifti. Vakstrar- og fiski
vinnupolitikkur og annar
vinnupolitikkur fær góða
rúmd, og er hetta positivt og
neyðugt. Síðani verða flest
onnur øki umrødd við góðum
og positivum orðum.
Tað mest spennandi í
skjalinum er umrøðan av
eini nýggjari skattaskipan.
Um tað eydnast at fáa hetta
málið avgreitt nøkulunda í
samsvar við ætlanina, verður
tað ein stórbroyting til tað
betra í búskapargongdini. Eg
ivist ikki í, at sum tíðin líður,
tað vil siga um 2-3 ár, vil hetta
verða ein avgerandi partur av
drívkraftini til sjálvberandi
búskaparligan
vøkstur
í
føroyska samfelagnum. Allir
føroyingar fáa fyrimun av
hesum.
Saman við nýggju skatta
skipanini er komandi pen
siónsreformurin
tengdur.
Ætlanin er, at komandi pen
siónsinngjøld í framtíðini
skulu skattast beinanvegin
og ikki tá tey verða útgoldin.
Hetta hevur elvt til stórt
tjak. So vítt eg kann meta
um hesi viðurskifti, so haldi
eg, at nýggju ætlanirnar eru
ein fyrimunur fyri borgaran.
Fortreytin er, at eisini rent
urnar av tí partinum av
pensiónsgjaldinum,
sum
borgarin fær útgoldið til sína
tíð eisini vera skattafríar. Ein
onnur fortreyt er sjálvandi
eisini, at skattareglurnar vera
langtíðarhaldbarar, og ikki
tilvildarliga broyttar í eini
fjarari framtíð. Harafturat
verður tað eisini ein stórur
fyrimunur
fyri
komandi
pensionistar at fáa útgoldið
sína pensión skattafrítt.
Sum sæst, so eri eg stórt
sæð nøgdur við samgongu
avtaluna, men kortini er eitt
petti í henni, sum skemmir
alla myndina. Hesin setn
ingur ljóðar soleiðis: “Sam
ráðingar verða við donsku
stjórnina um at dagføra
ríkisveitingina
til
dags
virði.” Um hetta skal skiljast
soleiðis, at blokkstuðulin
skal umroknast við prís
hækking frá 2002, so er tað
tann stóra skomm. Fyrst er
tað eitt tekin um ómegd at
biðja um peningaliga hjálp
uttan
mótvirði,
harnæst
er tað skaðiligt fyri sam
felagsbúskapin at fáa pen
ing inn í samfelagið uttan,
at virksemi liggur aftanfyri.
Hetta fer at virka hóttandi
móti sjálvberandi búskapar
ligum vøkstri. Tað kann
kanska vera, at 100 ella 150
mió. sum gáva fløva eitt stutt
bil, men tað drepur fyritaks
semi sum frá líður.
Harnæst er at siga, at tað
kann neyvan bera til at fáa
danir at regulera blokkin
aftur til 2002. Avtala er jú
gjørd á hvørjum ári um 615
mió. kr. Slíkar avtalur kunnu
væl ikki broytast 10 ár
aftureftir. Tá verður virði av
gjørdum avtalum devaluerað.
Og tað er ikki gott fyri tann
partin, sum brýtir avtaluna.
Tað gongur út yvir umdømi.
Eg nevndi at byrja við, at
helst er okkurt mál gloymt
við vilja. Her hugsi eg til
dømis um stjórnarskipanar
uppskotið. Men tað er bara
gleðiligt, at tað ikki er við í
samgonguavtaluni. Eitt slíkt
mál skal viðgerast óheft av
samgonguavtalum. Tað er eitt
mál hjá sjálvum Løgtinginum
og øllum politiskum flokkum
(og ikki einum fólkatings
manni).Vónandi kann tað av
greiðast bæði skjótt og virði
liga av nýggja tinginum.
Eg vil enda við einum lítl
um persónligum hjartasuffi.
Eg hevði væntað og vónað,
at Jacob Vestergaard tók
við sum fiskimálaráðharri,
men tað gjørdi hann ikki. Eg
havi als einki ímóti Jákupi
Mikkelsen, tvørturímóti, men
eg haldi bara, at hann egnaði
seg betur sum politiskur
talsmaður í tinginum. Men
nú hava teir býtt um, og
bæði størvini eru av størsta
týdningi. Eg ynski báðum
tveimum góða eydnu við
arbeiðinum komandi tíðina.
Tað er veruliga brúk fyri
tykkum báðum.
Eg ynski nýggja lands
stýrinum, samgonguni og
tingmanningini allari góða
eydnu við at stýra landinum
frameftir.
Hugleiðingar í sambandi
við samgonguskipan
Jógvan Sundstein