Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-16, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. november 2011síða 26

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 16. november 2011 · Nr. 133 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Miðvikan Tað, sum frá fyrstu tíð fekk Menak­ hem at hava samband til Føroya, er fiskiskapur. Menakhem er ein tann fremsti fiskivinnufrøðingur í heiminum. Hann byrjaði sum heilt ungur at fiska, og hann gjørdist skipari heima í Ísrael. Síðan varð hann av ísraelsku stjórnini sendur í onnur lond at læra tey fiskiskap. Eitt av hesum londum var Eritrea, sum tá var ein partur av Etiopia. Hann kom seinni at virka fyri fiskiveiðideildina hjá FAO, sum er matvørustovnurin hjá ST. Menakhem hevur arbeitt sum fiskivinnufrøðingur í einum 8 londum, har hann hevur búð í longri og styttri tíðarskeið. Afturat hesum hevur hann verið í einum 50 londum í fiskivinnuørindum, har hann hevur verið á fundum og hevur havt fyrilestrar um fiski­vinnu og fiskiskap. Menak­ hem hevur skrivað ein hóp av rit­ gerðum um fiskivinnumál. Hann hevur havt eitt serligt hegni at síggja fiskivinnumálini út frá sjón­ ar­miðinum hjá fiskimonnum. Enn er hann sera virkin, og hann skrivar regluliga um fiski­ vinnuspurningar í fiski­vinnu­blað­ num "World Fishing". Tað var í samband við eina fiski­ vinnustevnu í 2004, at Menakhem fyrstu ferð kom til Føroya at hava ein fyrilestur á ráðstevnu, sum Óli Samró skipaði fyri. Hann var saman við konuni, Honnu, aftur í Føroyum í 2006 sum ráðgevi hjá fiskiveiðufeløgunum í sambandi við ásetan av fiskidøgum. Hann gjørdi tá eitt drúgt, gott og áhugavert tilmæli, sum eisini varð prentað í FF-blaðnum. Sluppu undan at verða týnd av nasistunum Vit gjørdust skjótt vinir, og eg fekk søguna hjá honum og Honnu, sum í 2004 og 2005 varð prent­að í FF-blaðnum. Henda frá­søgn er á enskum til skjals á Holo­caust­ savninum í Washington. Bakgrundin hjá hjúnunum báð­ um er eisini einastandandi sum jødar við teirra royndum av nasism­ uni. Menakhem er pólsk­ur jødi úr Warszawa. Hann kom tískil at búgva í teirri kendu Warszawa-ghettoini við teimum ræðuligu umstøðunum, sum har vóru. Nasistarnir beindu bæði fyri foreldur og systir hans­ ara. Tá ið mamman og systurin høvdu fingið “arbeiðsboð” í týn­ ingarleguni Treblinka, og tað ikki frættist aftur frá teimum, segði pápin við Menakhem, at hann mátti sleppa sær til rýmingar, um hann ikki skuldi fáa somu lagnu. Tað eydnaðist honum eisini at sleppa úr ghettoini sum “hjálpari” hjá einum bilstjóra, sum flutti vørur til og úr ghettoini. Hetta kundi hann gera, tí hann líktist einum polakki. Hetta var beint áðrenn jødiska upp­reisturin, sum førdi til, at týsk­ arar beindu fyri teimum flestu, sum livdu eftir. Tá frættist einki frá pápanum aftur. Hóast blaðungur kom Menak­ hem tá upp í polsku mótstøðuni móti nasistunum. Hanna fekk ferðaseðil til Auchwits Hanna er týskur jødi úr Berlin, har hon millum nógv annað upplivdi “krystallnáttina” 9. November 1938, sum inntil tá var størsti skipaði ágangurin móti jødum. Hanna misti eisini foreldrini og systir sína í týningarlegu, og hon var við at fáa somu lagnu sum tey. Hon var í leguni Theresienstadt uttanfyri Prag og hevði fingið ferðaboð til Aushwitz, tá ið ein lækni noktaði henni at fara við tokinum, tí hon var ov sjúk til ferðina! Hetta bjargaði henni, tí hetta gjørdist seinasta ferðin úr Theresienstadt til Aushwits. Tað eydnaðist tveimum beiggj­ um hennara at sleppa úr Týsklandi, áðrenn tað var ov seint, og komu teir seinni til Ísrael. Eftir kríggið komu bæði til Ísrael, har tey hittust og giftust. Menakhem var ein teirra, sum kom “ólógliga” til Ísrael, men hann rýmdi, áðrenn myndugleikarnir fingu sent hann til Kypern, hagar nógv onnur vórðu send. Hann kom at luttaka í teimum kríggjum, sum hava verið millum Ísrael og tess grannalondum. Sigast kann tískil, at tey bæði hava persónliga upplivað ein fittan part av heimssøguni. Tað merkisvert, at tey bæði er púra uttan beiskleika móti týsk­ arum hóast alt, sum teimum var fyri. Tey eru vissuliga eitt gott dømi um tollyndi og eri vinsæl sum fá. Suez-kreppan í 1956: Var við til at bjarga seinastu jødunum úr Egypta­landi Í 2006 vóru eg og konan á ferð í Ísrael saman við trimum av okkara børnum. Tá vitjaðu vit eisini Honnu og Menakhem. Hetta var eitt stórt upplivilsi. Tá fekst nógv at vita um lívið hjá teimum báðum. Menakhem greiddi tá frá, tá ið hann í 1956 var við til at bjarga seinastu jødunum úr Egyptalandi. Jødar hava eina langa og drúgva søgu í samband við Egyptaland. Her kunnu vit fara aftur til bíbliu­ søguna, sum er ein stórur partur av søguni hjá jødunum, og sum vit onnur kenna so væl eisini. Loypa vit fram til 1948, tá Ísrael varð sett á stovn, vóru 75.000 jødar, sum búðu í Egyptalandi. Tað kríggj, sum arabisku londini tá førdu ímóti Ísrael, fekk eisini avleiðingar fyri jødar í Egyptalandi. Millum annað varð teirra býarpartur í Kairo bumb­aður við tí úrsliti, at 70 vórðu dripin og nærum 200 vórðu særd. Okkara bussførari í Ísrael í 2006 var ein partur av hesi søgu. Hansara foreldur rýmdu úr Egyptalandi aftaná hesar hendingar og komu seinni til Ísrael. Tað var ikki longur livandi hjá jødum, so teir flestu fluttu burtur longu tá. Í 1956 vóru gott 25.000 jødar eftir í landinum. Tá kom Suez-kreppan, sum byrjaði við, at Egyptaland tjóð­ artók Suezveitina frá Frankaríki og Bretlandi, sum áttu hana. Hetta førdi til, at hesi londini lupu á Egypta­land við hermegi fyri at fáa veitina aftur. USA og Sovjet vóru hart ímóti hesum átaki og fingu steðgað tí eftir fáum døgum gjøgnum ST. Menakhem Ben Yami 85 ár: Føroyavinur í Ísrael Seinasta sunnudag 13. november gjørdist Menakhem Ben Yami 85 ár. Menakhem er jødi, býr í Ísrael, og kann roknast sum ein føroyavinur. Tí verður henda Miðvikan ein heilsan til hansara Hanna og Menakhem Ben-Yami. Tey sluppu bæði undan holocaust hjá Hitler Menakhem sum ungur marinari