Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-16, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. november 2011síða 27

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Mikudagur 16. november 2011 · Nr. 133 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Óli Jacobsen olijacobsen@olivant.fo Ísrael gjørdi sær dælt av hesi støðu við at hertaka Sinai fyri at fáa sína ávirkan á, hvat ið fór at henda. Teir høvdu einki at tapa, um Suezveitin varð stongd, tí skip úr Ísrael sluppu kortini ikki gjøgnum veitina undir egyptiskum ræði. Afturat hesum hevði Egyptaland stongt Ísrael úti frá Reyðahavinum og týdningarmikla havnarbýum Eilat. Hetta var í sær sjálvum rokn­ að sum ein krígsavbjóðing. Ein óætlað avleiðing av Suez­ kreppuni varð, at Nasser gjørdist hetja í arabiska heiminum, tí hann tordi at seta seg upp ímóti stór­ veld­unum Bretlandi og Frankaríki, og søgumenn meta, at hetta kann hava skundað undir tey kríggini í Miðeystri, sum komu seinni. Jødar í Egyptalandi lýstir sum fíggindar Hetta kom eisini teimum jødum, sum enn vóru í Egyptalandi, aftur um brekku. Teir flestu av teimum vórðu vístir av landinum, og stjórn­in legði hald á teirra ognir. Um­framt hetta vóru 1.000 jødar sendir í fongsul ella fangalegur. Tann 25. november 1956 boðaði egypt­iski ráðharrin fyri átrúna frá í eini fráboðan, sum var lisin í øllum moskum í landinum, at "allir jødar eru zionistar og fíggindar av statinum". Hann lovaði, at teir skjótt fóru at verða vístir av land­ in­um, og varð hetta eisini gjørt. Teir fingu bert loyvi til at hava við sær eittans kuffert og eina lítla peningaupphædd. Síðan vórðu teir noyddir at skriva undir eina váttan um, at teirra ognir skuldu latast egyptisku stjórnini sum ein "gáva". Útlendskir eygleiðarar kundu boða frá, at limir í jødiskum húskjum vórðu hildin aftur fyri at tryggja sær, at tey, sum fóru av landinum, ikki skuldu tora at tosa ímóti egyptisku stjórnini fyri ikki at skaða tey, sum framvegis vóru í Egyptalandi. Úrslitið av hesum og øðrum atgerðum var, at tað í 2004 vóru færri enn 100 jødar í Egyptalandi. Avrikið hjá Menakhem Menakhem Ben Yami, sum hevur verið við í nógvum søguligum hend­ingum hjá Ísrael, átti eisini ein leiklut her. Hann var nevniliga við til at flyta hóttar jødar úr Egypta­ landi í 1956. Menakhem gjørdist, sum nevnt, á ungum árum fiskiskipari. Ein dagin seinast í 1956 fær Menak­hem saman við einum øðrum skipara boð frá myndugleikunum um at fara til havs og at sigla eina ávísa kós. Vegna krígsvandan var skipið útgjørt við vápnum at verja seg við. Við sær fekk hann eisini ein forseglaðan brævbjálva, sum ikki skuldi opnast fyrr enn, teir vóru komnir út á vítt hav. Á kósini skilti Menakhem kortini, at hon gekk ímóti Port Said í Egyptalandi, sum liggur við innsiglingina til Suezveitina. Tá ið brævbjálvin varð latin upp, kundi hann lesa, at uppgávan var at bjarga nøkrum av teimum hóttu jødunum úr Egyptalandi. Men hetta kravdi sínar fyrireikingar. Skipið skuldi fyrst broytast frá at vera ísraelskt til at vera italienskt, so tað skuldi vera lættari at koma inn í egyptisku havnina. Tað fyrsta var at geva skipinum nýtt italienskt navn, sum skuldi málast útyvir tað upprunaliga navnið. Tað sama var við skrásetingarnummarinum. Við sær høvdu teir eisini fingið eitt italienskt flagg, sum skuldi í húnar hátt. Orsøkin til, at skipið skuldi gerast "italienskt" var, at hetta var tað lættasta fyri ísraelsmenninar. Nógvir av teirra fiskimonnum vóru upprunaliga ókendir við fiskiskap, tá ið teir komu til Ísrael. Teir lærdu at fiska við at sigla við italienskum fiskiskipum. Her lærdu nógvir teirra eisini italienskt, so nú kundu teir eisini bluffa við málinum, um tørvur varð á tí. Tá ið broytingin av skipinum var liðug, máttu teir krógva øll vápnini, so tey í hvussu er ikki kundu síggj­ ast av øðrum skipum. Síðan varð eitt trol hongt uppí mastrina, so eingin skuldi ivast í, at talan var um eitt fiskiskip, og síðan varð siglt móti Port Said, har ørindini skuldu eitast vera at taka olju og útgerð. Heimføðisligir italienskir fiskimenn Uttan fyri Port Said lá ein heilur floti av fronskum og bretskum herskipum, sum bert bíðaðu eftir boðum at leypa á. Bretar og fransar undraðu seg yvir, hvat hetta lítla italienska skipið mundi vilja her júst í hesi støðu. Teir vórðu eisini spurdir, um teir ikki vistu, at tað var kreppa og hóttandi kríggj. Nei, hetta vistu teir einki um. Teir komu úr eini bygd á Siciliu, har einki frættist, og teir vistu einki um heimspolitikk! Teir koma so inn í Port Said, og her gekk alt uppá stás. So væl var fyriskipað, at eingin egyptari hevði frænir av nøkrum, og teir vóru eisini upptiknir av øðrum enn italienskum fiskimonnum. Jødar­nir, sum skuldu flytast, vistu frammanundan, hvat ið skuldi henda, og teir bíðaðu heima við hús eftir nærri boðum. Tá ið skipini komu í havn, fóru boð hús úr húsi. Tá fóru øll oman á keiina og so umborð, uttan at nakar ánaði óráð. Av flóttafólkunum vórðu so nógv koyrd í lastina, sum pláss varð fyri. Hini mátti leggja seg á dekkið, har presendingar vórðu lagdar útyvir, eins og tað kundi verið gjørt við einum fiskiskipi. So var farið avstað aftur og siglt varð fram við stóra herflotanum uttan nakað sum helst. Hetta var seint á árinunum, og veðrið var ikki so gott. Nógv av fólkunum fingu eisini sjóverk, so hetta hevur ikki verið nakar stuttleikatúrur. Men eftir 11 tímum komu tey fram til Haifa, og so var sloppið. Fyri nøkrum árum síðani varð skip­að fyri eini samkomu av hes­ um jødum saman við teirra bjarg­ ingarmonnum, og var hetta eisini ein minnilig stund. Seinni kom Egyptaland at ganga á odda at fáa skipaði viðurskifti við Ísrael. Samstundis eru viðurskiftini hjá teimum fáu jødunum, sum eru eftir í landinum, bøtt. Millum annað hava teir nú aftur fingið sína egna sýnagogu. Men nú eru aftur broytingar í Egyptalandi. Tað verður áhugavert at frætta, hvussu hetta ávirkar hesar jødar. Hetta er so bert eitt lítið dømi um, hvussu tað hevur verið neyðugt hjá ísraelsmonnum at bjarga sær úr truplum umstøðum. Framúr hjún Menakhem og konan eiga tvey børn og fleiri barnabørn. Tey búðu fyrstu mongu árini nærindis Haifa, har norðuri í Ísrael. Men nú eru tey flutt til Tel Aviv, har børnini hjá teimum búgva. Á páskum høvdu tey bæði eina serliga uppliving. Tá vóru tey í Jerusalem á konsert hjá Ebenezer sangkórinum. Tey láta væl at, og siga hetta vera eina einastandandi uppliving. Tá hittu tey eisini fleiri av føroyingunum, sum eisini vitjaðu tey saman við restina av ferðalagnum í 2006. Tískil eru fleiri føroyingar, sum vilja ynskja Menakhem tillukku við hesum stóra føðingardegnum. Komandi partur Í komandi parti verður greitt frá bókini “Havið tók teir”, sum kemur út 29. november. Hetta verður um lagnuna hjá um 300 fiskimonnum, sum ikki bóru boð í bý. Tað var fiskiskap av hesum slagnum, sum varð nýtt til flutningin av jødum úr Egyptalandi Menakhem saman við systrini. Hon varð myrd av nasistunum Hóast “góða” viljan hjá Hitleri at beina fyri øllum jødum, gekk ikki heilt eftir ætlan. Her eru Hanna og Menakhem við børnum og barnabørnum á vitjan í teirri gøtu í Warzawa, har Menakhem var føddur