Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-16, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. november 2011síða 34

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 16. november 2011 · Nr. 133 34 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur Jóannes Hansen Síðani 2008 hava leirvíkingar og gøtumenn verið saman um Víking. Øll árini hevur Páll Gregersen verið formaður, og Jógvan Júst Olsen hevur verið næstformaður. Nú hevur vaktarskifti verið. Í fyrrakvøldið var eyka­aðal­ fundur, og tá varð Brandur Jacobsen í Syðrugøtu valdur til formann, og Ólavur Olsen í Leirvík til næstformann. Hini í nevndini eru Sigurd Vatn­ hamar, Ólavur Thomsen, Jeffri Olsen og Hanna Olsen. Umframt nýggja formannin eru Sigurd Vatnhamar, Ólavur Thomsen og Jeffri Olsen nývald. Brandur Jacobsen var í nevndini hjá GÍ í 2005, og tá gekk tað bæði væl og minni væl. GÍ vann steypakappingina, og tað var um reppið, at GÍ flutti niður. Tað var ikki fyrr enn í yvirtíðini í síðsta umfari, at GÍ, sum spældi á Skála, tryggjaði sær sessin í bestu deildini. Jógvan Martin Olsen, venj­ari, og leiðslan í felagnum ar­beiða við at fyrireika nýggja kapp­ ingarárið. Álopsspælarin Páll Klettskarð er fluttur aftur til Klaks­víkar, og tað er greitt, at heldur ikki Símun Hansen verður við Víkingi næsta ár. Enn er tað ikki greitt, men tað er møguleiki fyri, at miðvallarin Sam Jacobsen ikki fer at spæla næsta ár. Nýggjur í Sarpugerði er fuglfirðingurin Fritleif í Lambanum, sum seinnapartin av síðsta kappingarári spældi í NSÍ. – Vit hyggja alla tíðina upp á tingini. Tað kemur ikki upp á tal at taka nakrar fíggjarligar kjansir, men vit kunnu ikki útiloka, at ein spælari aftrat kann koma til felagið, men í løt­uni eru ongar ítøkiligar ætl­ anir hesum viðvíkjandi, sigur Brandur Jacobsen, sum letur væl at, at tað eru nógv, sum hjálpa til og hava ábyrgdir í felagnum: – Annars hevði hetta ikki gingið, men tá ið hurburðurin er góður hjá so nógvum, so kenn­ist tað hugaligt hjá okkum øllum. Jóannes Hansen Eftir púra miseydnaða kapp­ingar­ árið í ár, tá ið tað leingi reið um snarið, áðrenn tað var greitt, at HB eisini í 2012 verður partur av bestu deildini, eru teir í Havnar Bóltfelag av álvara farnir undir fyrireikingarnar til nýggja kapp­ ingarárið. Fyri stuttum varð nýggj nevnd vald í Pf. Havnar Fótbóltur. Felags fyri teir fimm, sum nú manna nevndina, er, at teir eru uppvaksnir í felagnum: Jóannes Mouritsen er formaður, Bjarni Joensen er pen­ inga­røkil, Finnbogi Arge er skrivari, og hinir nevndarlimirnir eru Børge B. Hansen og Eyðun Samuelsen. Nýggir í partafealgsnevndini eru Eyðun Samuelsen og Finnbogi Arge, sum báðir hava spælt í HB. Eyðun var á besta liðnum í fleiri ár. Finnbogi Arge var evnaríkur dreingja­liðsspælari, men hann gavst tíðliga og valdi tíðliga í sjeyti árunum flogbóltin framum fót­ bóltin. Tað er greitt, at Sigfríður Clementsen verður venjari í 2012. Higar­til hevur einki verið at frætt um, at nýggir spælarar skulu koma til felagið. Heldur hevur nógv verið gjørt burtur úr, at felagið ætlar sær at dúva upp á ungu og evnaríku spæl­ararnar, sum longu eru í felag­ num. Unglingaliðið hjá HB stóð seg framúr væl í 2011, tá ið tað bæði eydnaðist at vinna FM og steypa­ finaluna. HB hevur í heyst skrivað undir avtalur við fleiri av ungu monn­unum. joannes@sosialurin.fo Hilmar Jan Hansen Síðsta stóra venjarauppgávan hjá Kára liggur annars 10 ár afturi í tíðini, tí í 2001 var hann venjari hjá besta mansliðnum hjá B71. Men seinnu árini hevur ikki nógv verið at hoyrt og sæð til hansara, hóast hann hevur havt fleiri smærri venjarauppgávur fyri eitt nú AB, MB, Fram og SÍ. Kári Reynheim er ein av Landskrona-hetjunum og spældi frá 1988 til 1995 tilsamans 27 A-landsdystir og skoraði tvey mál, harav tað kendara var tað, hann skoraði í Belfast 1. mai í 1991, tá Føroyar fingu javnleik 1-1 ímóti Norðurírlandi. Harumframt hevur hann spælt einar 25 landsdystir aftrat, sum eru frá tíðini áðrenn altjóða viðurkenningina í 1988. Til stuttleika kann eisini nevnast, at saman við Kára Reynheim í summar tóku eisini menn sum Jóannes Jakobsen, Allan Mørkøre og Jan Dam A-prógv sum venjarar. Alt menn, vit minnast frá Landskrona-tíðini og fyrstu altjóða landsliðsárunum. – Eg eri spentur at fara í gongd í Runavík, tí her eru nógvir ungir og evnaríkir spælarar. Við mínum góða lagi og mínum førleikum annars fari eg at royna at fáa sum mest burtur úr tí, sum eg har fái at arbeiða við, sigur Kári Reynheim. Fótbóltsupprunan hevur Kári Reynheim annars í HB, har hann skjeyt 32 mál í 110 dystum í bestu deildini, og eisini spældi hann í B36, umframt at hann í síni tíð royndi seg sum hálvprofessionellur spælari í Norra. NSÍ, sum nú fær Kára sum venjara, endaði farna kappingarárið á fjórða plássi og skal tí komandi summar spæla í Europa League. Tað verður so fyrsta altjóða uppgávan hjá Kára sum venjari. hilmarjan@sosialurin.fo Brandur bossur í Víkingi Vaktarskiftið hevur verið í Sarpugerði, har teir ikki vilja útiloka, at onkur nýggjur spælari kemur aftrat Kári Reynheim skal venja NSÍ Fótbóltur Tað verður 47 ára gamli Kári Reynheim, sum komandi kappingarár skal venja Vodafone-liðið hjá NSÍ. Kári hevur venjaraútbúgving úr Danmark og Norra, umframt at hann eisini hevur A-prógvið frá Fótbóltssambandinum TIL RUNAVÍKAR Kári Reynheim, sum síðst vandi eitt lið í bestu mansdeildini í 2001, skal komandi kappingarár venja Vodafoneliðið hjá NSÍ Savnsmynd: Álvur Haraldsen HB brynjar seg av nýggjum Fótbóltur Teir, sum nú mynda Havnar Fótbóltur, hava tað til felags, at teir eru uppvaksnir í felagnum, sum ætlar at seta ungt fólk við Mynd: hb.fo