Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-16, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. november 2011síða 35

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

35 Mikudagur 16. november 2011 · Nr. 133 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur Tróndur Arge Bæði Hans Jørgensen og Henning Joensen verða at síggja á Toftum komandi kappingarár. B68 hevur av álvara styrkt um hópin síðstu vikurnar, tí eisini Einar T. Hansen og Jústinus R. Hansen eru komnir til felagið. Tað hendir nógv í felagnum á Toftum hesar dagarnar. Fyrrverandi NSÍ-venjarin, Pauli Poulsen, er komin til og nú er greitt at felagið eisini fær tilgongd av fýra nýggjum leikarum. Nýggjur málverji er Hans Jørgensen, sum tekur yvir eftir Tórð Thomsen, sum er fluttur niður. Hans er 21 ára gamal og hevur roynt seg á flestu av U-landsliðnum hjá okkum. Hann hevur niðri spælt við FC Amager og og HB Køge, um­ framt at hann síðstu tvey árini hevur spælt við 07 Vestur. Eisini Henning Joensen verður at síggja á Toftum komandi kapp­ ingarár. Hann hevur seinnu árini spælt við FC Suðuroy. Henning Joensen spældi eisini í 2007 við B68. Umframt tað, so hava Niclas Fríðrikur Joensen og Mads Nesá skriv­að tvey ára sáttmálar við B68. trondur@sosialurin.fo Tróndur Arge Seinnu »play off«-dystirnir um at vinna seg víðari til EM-endaspælið í Póllandi og Ukreina komandi summar vóru í gjárkvøldið. Tað stóð eitt sindur á hjá Portugal, sum bara megnaði mál­ leysan javnleik í fyrra dystinum móti Bosnia/Herzegovina. Men tá avtornaði, hevði portugisiski bólt­ snillingurin, Cristiano Ronaldo, sjálvur avgjørt lagnuna hjá sær og sínum landsmonnum við tveimum málum. Hann legði Portugal á odda longu tíðliga í fyrra hálvleiki, áðrenn Nani um miðjan fyrra hálvleik økti til 2-0. Bosnia/Herzegovina minkaði um munin stutt fyri hálvleik við brotssparki. Í seinna hálvleiki økti Cristiano Ronaldo aftur og minuttin seinni fingu gestirnir ein mann útvístan. Hóast tað, so megnaði Emir Saphic at minka um munin aftur, so Bosnia Hersogovina aftur bara var eitt mál frá at koma víðari. Stutt seinni kom tó mønu­ sting­urin, tá Helder Postiga legði Portugal á odda 4-2. Síðani øktu Miguel Veloso og aftur Helder Postiga til endaliga úrslitið 6-2. Fá mál aftrat Var dysturin hjá Portugal málríkur við sínum átta málum, so vóru ikki tey nógvu málini at síggja í hinum trimum dystunum, tí ein endaði 1-1, ein 1-0 og tann triði 0-0. Írland spældi javnt 1-1 í Dublin móti Estlandi og er samanlagt víðari við einum 5-1 sigri. Stephen Ward legði írar á odda í fyrra hálvleiki, og tá var eingin ivi longur, tí nú var Írland samanlagt á odda 5-0. Nakað inn í seinna hálvleik javnaði Konstantin Vassiljev til 1-1, men tað bleiv bara pynt. Eisini Kekkia er klárt eftir sigur útivølli móti Montenegro. Dysturin endaði 1-0 til Kekia, og tað var Petr Jarizek frá Victoria Plzen, sum skoraði einsamalla málið. Kekkia vann heimadystin 2-0, og eru harvið klárir til EM. Kroatia megnaði ikki at skjóta mál móti Turkalandi í gjárkvøldið, men tað bilti ikki, tí kroatar høvdu vunnið 3-0 á útivølli fríggjakvøldið. Harvið er Kroatia klárt til EM- endaspælið í Polandi og Ukraina komandi ár. trondur@sosialurin.fo Hóast avbera gott veður við nógvari sól, var luttakaratalið til triathlon-kappingina sunnu­dagin ikki so høgt, sum fyri­reikararnir høvdu vónað. Í sprint triathlon skulu íðk­ ararnir fyrst svimja 750 metrar, síðan súkkla 20 kilometrar og at enda renna seks kilometrar. Byrjað var í Svimjihøllini í Gundadali. Súkklað bleiv mill­ um rundkoyringarnar við R. C. Effersøesgøtu og Skansan, og renningin var á økinum kring Plantusøluna við Hvíta­ nesvegin. Gunnar Dahl-Olsen var skjót­astur á súkkluni, men Guðmundur Joensen var skjót­ astur í svimjing og suverenur í renn­ingini. Guðmundur hevur ment seg rættiliga nógv síðstu ár­ini innan triathlon. Hann vann FM-heitið í ár, og var tí favo­ rittur at vinna kappingina sunnu­dagin. Guðmundur var á føroyska súkklulandsliðnum á Isle of Wight í summar, og er tí sterkur á súkkluni. Hann er fyrr­verandi svimjari, og hevur nógv góð úrslit at vísa á innan svimjing. Umframt tað telist hann eisini millum fremstu renn­arar í landinum. Guðmundur venur nú mál­rættað fram móti næstu oyggja­leikum, sum verða á Bermuda í 2013. Á Bermuda verður kappast á tí sokallaða OL-teininum, sum er 1500 metra svimjing, 40 kilo­metra súkkling og 10 kilo­ metra renning. Kappingarárið hjá føroysku triathletunum er farið at halla, og tí er bert ein kapping eftir. Tað er tann afturvendandi duathlon-kappingin, sum á hvørjum ári verður hildin sein­ asta dag í árinum. Sprint triathlon 1 Guðmundur Joensen 1.06.54 2 Gunnar Dahl-Olsen 1.12.09 3 Beinir Rasmussen 1.26.09 Sprint triathlon Føroya Triathlon Felag skipaði fyri kapping í sprint triathlon sunnudagin. Favorittur at vinna kappingina var Guðmundur Joensen, og tað var eisini hann, ið kom fyrstur á mál TANN SKJÓTASTI Guðmundur Joensen vann sunnudagin kappingina í sprint triathlon, sum var í Havn Savnsmynd: Álvur Haraldsen Enn ein sigur til Guðmund B68 styrkir um hópin Tey síðstu klár til EM Fótbóltur Portugal vann seg í gjárkvøldið víðari til EM endaspælið við sigri á Bosnia/Herzegovina. Cristiano Ronaldo skoraði tvey mál í 6-2 sigrinum. Írland, Tjekkia og Kroatia komu øll víðari eftir at hava vunnið fyrra dystin