fríggjadagur 18. november 2011síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 18. november 2011 · Nr. 134
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Leo Poulsen
og Randi Jacobsen
Síðani í 1960 eru farnar fram
fimm hendingar, har talað
hevur verið beinleiðis um
morð.
Tvey morð eru framd
á Tvøroyri, annað, har ein
grønlendingur varð stungin
til deyðis uttan fyri TB-húsið
eitt dansikvøld, og hitt – sum
er seinasta skrásetta morðið
í 1988 – hendi, tá ein drongur
skjeyt unnustu sína. Hetta
var eitt sonevnt sjalusimorð.
Eitt annað gamalt morð
var
somuleiðis
stemplað
sum eitt sjalusimorð, tá ein
drongur skjeyt fyrrverandi
unnustuna og síðani seg
sjálvan. Heta fór fram í Havn
í einum húsum, ið stóðu har,
sum Inpact nú heldur til.
Eitt av teimum fimm
morðunum fór fram í 1984, tá
ein maður skjeyt konu sína í
bilinum í Kollafirði.
Men nú uppliva Føroyar
so fyrstu veruligu morðgátu
na í søguni.
Dánjal Petur Hansen –
vanliga nevndur Piddi – varð
seinast við vissu sæddur við
hús síni millum 16 og 17 leyg
ardagin 5. november.
Tað hevur verið at hoyrt
millum manna, at eitt vitni
skal hava sæð tann nú
varðhaldsfongslaða mannin
í garaguni hjá Pidda týsdagin
eftir. Hetta skal hava verið
ein sjálvboðin, sum var við
í leitingini eftir Pidda, sum,
eftir at hava verið á øllum
hurðunum fór avstað aftur.
Tá skal garaguhurðin verða
farin upp, og varðhalds
fongslaði maðurin komin til
sjóndar.
Hetta er tó óváttað tíðindi.
Trupul leiting
Longu tá løgreglan av fyrst
an tíð eftirlýsti Pidda á
kvøldi týsdagin 8. november
var greitt, at leitingin fór at
verða trupul.
Eftir øllum at døma hevði
løgreglan ongar ábendingar
um, hvat kundi vera hent, og
heldur ongar ábendingar um,
hvar leitast skuldi.
Tað var leingi gingið út
frá teirri teori, at antin hevði
Piddi verið úti fyri óhappi,
ella – meira sannlíkt – hevði
gjørt av við seg.
Fyrsta
morðgáta
í Føroyum
Morð í Føroyum er ein rár hending.
Vit hava upplivað í minsta lagi
fimm morðhendingar síðani 1960,
men í øllum førunum hevur verið
talan um morð, sum eru uppklárað
nærum í somu løtu, tey eru
framd. Men horvni Piddi er fyrsta
veruliga morðgátan, um løgreglan
hevur rætt í sínum teorium