fríggjadagur 18. november 2011síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Fríggjadagur 18. november 2011 · Nr. 134
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eftir seinna heimsbardaga hava verið hesir
drápstilburðir í Føroyum
Í ritgerðini »Dráp og frásagnir um dráp
í Føroyum« skriva Høgni Debes Joensen
og J. P. Hart Hansen um drápini í 1967 og
1970 soleiðis:
Onnur hendingin fór fram í 1967 og snúði
seg um eina 22 ára gamla norska kvinnu,
búsitandi í Havn, sum varð dripin við skoti
av fyrrverandi dreingi sínum, einum 23 ára
gomlum ógiftum føroyingi. Drápsgrundin
tykist at hava verið øvundsjúka av at hava
verið narraður. Maðurin skeyt seg sjálvan
eftir drápið og læt eftir seg skilnaðarbræv.
Eingin av pørtunum tykist at hava kent til
(av rúsdrekka).
Hin hendingin snúði seg um ein ikki áður
revsaðan 24 ára gamlan ógiftan føroying,
sum við grindaknívi stakk tvær ungar
gentur og ein 30 ára gamlan mann, sum
kom gentunum til hjálpar. Drápsmaðurin
kendi nógv til. Onnur gentan og maðurin
doyðu. Hetta var í 1970.
Morðið í 1979 fór fram uttan fyri TB-húsið
eitt dansikvøld, tá nakrir unglingar stungu
ein grønlendara til deyðis.
Í 1984 skjeyt ein maður unnustu sína í
Kollafirði. Tey vóru komin við bili úr Havn,
og á vegnum hevði unnustan gjørt seg inn
á mannin, sum gjørdist so sinnisrørdur, at
komin til hús fór hann inn eftir byrsuni, og
skjeyt unnustuna í bilinum.
Í 1988 er seinasta morðið í Føroyum
skrásett, tá ein ungur maður á Tvøroyri
skjeyt unnustu sína við byrsu. Málið varð
viðgjørt sum eitt sonevnt øvundsjúkumorð
(sjalusimorð).
Í 2005 gjørdi ein sálarliga sjúkur maður av
við seg sjálvan við at seta eld á húsini, har
hann búði í Sørvági. Harvið gjørdi hann av
við bæði seg sjálvan og mammu sína, og er
hetta skrásett sum víðkað sjálvmorð.
Morð í
Føroyum
Men um vikuskiftið kom
kriminalpolitiið upp í málið,
sum síðani hevur verið mett
sum eitt drápsmál.
Tað vil aftur siga, at tað
gekk ein heil vika, frá tí at
Piddi Hansen seinast var
sæddur, til kriminalpolitiið
tók stig til at sperra húsini
hjá horvna manninum av.
Orsøkin er sum skilst hon,
at blóðspor vórðu funnin
inni í húsunum hjá Pidda, og
hetta fekk løgregluna at við
gera málið sum eitt dráps
mál.
Kriminalpolitiið
hev
ur síðani funnið spor, sum
peika á tann nú varðhalds
fongslaða mannin, sum búði
til leigu á Nesi.
Leita eftir líki
Løgreglan kannaði alt ruskið
á Hagaleiti, og í eini bingju
varð funnin ein koddi við
blóði á. Eingi prógv eru tó
enn fyri, hvaðani koddin er
komin frá.
Kriminalpolitiið
helt
seg tó hava funnið so mikið
týðandi teknisk spor, bæði
í húsunum hjá Pidda og í
leiguíbúðini hjá tí nú varð
haldsfongslaða,
at
hesin
seinni nevndi varð handtikin
seinnapartin týsdagin. Og
í grundlógaravhoyri miku
dagin varð hann varðhalds
fongslaður í 14 dagar.
Blóðspor eru funnin í báð
um húsunum.
Tveir kriminalteknikarar
frá
Politiets
Tekniske
Center hava kannað húsini
hjá Pidda og hjá skuldsetta
manninum, og í komandi
viku koma serfrøðingar inn
an eitt nú fingramerki og dna
til Føroya at kanna húsini
víðari.
Eitt veikt signal frá far
telefonini hjá Pidda Hansen
kundi staðfestast har um
vegir.
Enn á berum
Sløkkiliðið á Skálafjørðinum
hevur verið við í leitingini
frá byrjan av, men sum áður
nevnt hevur verið trupult at
vita, hvar frægast var at leita.
Leitað hevur verið víða, og
nú í seinastuni hevur verið
leitað við báti við serligum
skannara.
Sunleiv Højgaard, leið
ari hjá sløkkiliðnum, segði
við Portalin í gjár, at leiting
arfólkið – sløkkilið og ein
rúgva av sjálvbodnum – nú
mest virka sum hjálparfólk
hjá løgregluni, og gera eftir
teirra ávísing.
Dánjal Petur Hansen er
fyri tíð síðani skildur frá
konuni, sum eftir tað hevur
hildið saman við varðhalds
fongslaða manninum.
Politiið arbeiðir út frá
teirri teoriini, at ein saman
brestur av onkrum slag hev
ur verið millum tann horv
na og tann skuldsetta, og
víðari útleiðir politiið so, at
maðurin hevur gjørt av við
Pidda.
Av tí at varðhaldsfongslaði
maðurin noktaði seg sekan
er neyvan sannlíkt, at hann
hevur givið nakra sum helst
ábending um, hvar Piddi er
at finna. Løgreglan í sínum
lag heldur kortini ógvuliga
tætt inn at kroppinum, og
avdúkar avgjørt ikki ov nógv.
Spyrja um bilar
Í gjár upplýsti kriminal
politiið, at tveir bilar vórðu
sæddir í túninum hjá Pidda
Hansen, eftir at hesin hvarv.
Annar bilurin var tann silv
urgráur Skoda Fabia og ein
koksgráur
Ford
Mondeo.
Bilarnir eru sæddir koyra
til og frá, og poliið spyr, um
fólk hava sæð teir eitt nú við
okkurt bingjupláss.
Við útvarpið hjá kring
varpinum í gjár segði Bergleif
Bimvík, leiðari á kriminal
deildini, at fleiri upplýsingar
eru komnir inn um hesar
bilarnar.
Hann váttaði eisini tíð
indini um, at baksetrið í Ford
Mondeo bilurin, sum varð
haldsfongslaði maðurin, eigur,
er tikið úr bilinum.
Bergleif Brimvík hevur lít
ið nýtt at leggja aftrat í dag.
Æleitingin og teknisku
kanningarnar halda fram.