fríggjadagur 18. november 2011síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 18. november 2011 · Nr. 134
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Snorri Brend
So avgjørdur er Heini O.
Heinsen,
varaborgarstjóri
í Kunoyar kommunu, nú
tað vísir seg at fólkatalið
er farið at minka aftur
í báðum bygdunum,
Kunoy og Haraldssuni.
Í prosentum er talan
um eina rættiliga stóra
afturgongd – omanfyri
12 prosent - men í tølum
er afturgongdin ikki eins
ógvuslig: Í Haraldsundi
eru tey tvey fólk færri
enn við ársbyrjan,
og í Kunoy
eru
tey
sjey færri enn á nýggjár
inum.
– Um ein bara hyggur eftir
hesum tølunum, so slær tað
kanska í eyguni. Men tað er
ein sannroynd, at seinastu 25
árini hevur fólkatalið svingað
millum 140 og 160, vísir Heini
O. Heinesen. Honum dámar
betri at hyggja eftir talinum
av sethúsum, sum hava verið
í støðugum vøkstri hesi
árini.
Tá tey vóru flest, í 2009
vóru 161 fólk í kommununi,
og árið eftir vóru tey 84 bara
í Kunoy.
– Tað vísir seg, at um ein
familja flytur av bygdini, so
gevur tað eitt rættiliga stórt
útslag í fólkatalinum. Men
vit uppliva tíbetur eisini, at
aðrar familjur koma aftur til
bygdina. Soleiðis er tað bara,
sigur varaborgarstjórin.
Heini er tó av teirri sann
føring, at kom tunnilin ikki
í 1988, hevði verið illa statt
í bygdini. Tá hevði Kunoy
nærkast eini avtofting, tí ein
bert hevði sjóvegis samband
at líta á.
Tunnilin til Kunoyar og
byrgingin um Haraldssund
komu í 11. tíma, tá umræður
at halda lív úti á smápláss
unum.
– Uttan tunnil, so var
eingin framtíð her í bygdini,
sigur Heini O. Heinesen í
Kunoy.
Allir borgarar
skulu trívast
Uttan tunnil var
eingin framtíð
Gøta: Eysturkommuna
er nú farin undir eina
kanning sum skal vísa á
trivnaðin her.
Umleið helvtin av
teimum 15 ára gomlu
og eldri hava fingið eitt
spurnarblað um, hvussu
fólk trívast í komm
ununi.
– Tað hevur stóran
týdning fyri okkum at
vita, hvussu borgararnir
støðast og trívast, verður
sagt.
Endamálið er tí at
styrkja grundarlagið fyri
at taka rættar avgerðir
til frama fyri borgaran,
og styrkja samskiftið
við teir.
Nógva
tosið
um
kommunusamanlegg
ingar er eisini partur av
áheitanini. Her fáa borg
ararnir høvið at siga sína
hugsan um hetta málið.
snorri@sosialurin.fo
Men vit uppliva tíbetur
eisini, at aðrar familjur
koma aftur til bygdina
Vestmanna: Leygarkvøldið fer
lokala útvarpið Staðið FM at senda
fyrstu ferð. Sent verður á frekvensi
101,0 og verður byrjað klokkan 20.
Kollafjørður: Sunnukvøldið
endar konsertferðin hjá Stanley
Samuelsen í kirkjuni. Vitjað varð
eisini í Hoyvík, Tvøroyri og Fuglafirði.
Í hesum umfari
verður ikki
gjørt meiri enn
at inniloka
Gunvá við Keldu,
borgarstjóri í Klaksvík
um ætlaða sambýlið í Svínoy
Sumba: Nógv fólk klaga um
leysgangandi hundar, og siga,
at tey tora ikki út fyri dyr.
Bygdaráðið heitir tí á eigararnar
um at hava hundin í bandi.
Cum in ulput velismod min ex
eum elendre facin vero deliquam,
veliquate faci tat aute exer am ero
commod dignim veleseq uipsustrud
Klaksvík: Í gjárkvøldið fór Absalon
Matras á 6. sinni í ár til Rumenia við
klæðum. Higartil hevur hann koyrt tann
2300 kilometrar langa túrin 67 ferðir.
Kunoy – Vil ein búgva her í bygdini, so vil ein búgva her!
kring landið