fríggjadagur 18. november 2011síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 18. november 2011 · Nr. 134
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
HUXA Fólkafloksung
dómur hevur skipað
seg av nýggjum.
Á eykaaðalfundi 14.
november varð nýggj
nevnd vald í HUXA.
Nýggj nevnd var ein
asta mál á skránni.
Tað vóru 18 fólk møtt
á fundi og er tað ein
munandi størri luttøka
enn
undanfarin
ár.
Hanus
Samró
und
anfarin
formaður
í
HUXA, gavst vegna
at hann er komin í
Løgtingið og vilja vit
ynskja honum góða
eydnu í starvinum.
Nevndin skipaði seg
soleiðis.
Formaður: Rói B
Poulsen.
Næstformaður:
Guðrun Holm
Jacobsen.
Skrivari: Jóhan Eli
Poulsen.
Peningarøkil: Helgi
Michelsen.
Ábyrgdari fyri
marknaðarføring:
Rógvi á Lakjuni
Eykalimur: Jóhan
Húsgarð.
HUXA, hevur fund
aftur komandi mána
kvøld hin 21/11-2011 kl
18.00.
Í Danmark er TV-2 meira
enn ein sjónvarpsstøð. Áðr
enn
danir
høvdu
fingið
sjónvarpsrásina, sum skuldi
verða alternativ til DR, høvdu
danir fingið ein poppbólk við
navninum TV-2.
Steffen Brandt og hansara
menn í bólkinum TV-2 funnu
fótafestið í Aarhus, og sein
astu 30 árini hava teir verið
ein fastur partur av donskum
tónleikalívi – bæði tá ið tað
kemur til fløguútgávur, hitt
og live-framførslur.
Fyrr í hesum mánaðinum
hátíðarhildu teir 30 ára dagin
fyri stovnanina av bólkinum,
og tað gjørdu teir við fram
úr konsert í London. Um
mælarar hildu, at bólkurin
framvegis er í toppformi og
spælir sum ein dreymur. Og
tá ið teir eisini hava ein odd
amann sum Steffen Brandt
og eina langa røð av hittum,
so teljast teir millum størstu
nøvn í donskum tónleiki
yvirhøvur.
Í 1981 gav TV-2 fyrstu
plátuna út, hon kallaðist
Fantastiske Toyota, og síðani
hevur bólkurin ríkað danska
samfelagið við framúr góð
um løgum, speiskum, arg
andi og eygagóðum tekstum,
sum fara longur og innihalda
meira enn typiskir popp
sangir gera. Teir hava tikið
temperaturin av tíðarand
anum, hava vent mest upp
løgdu tingunum á høvdið
og hava prikað bæði vanliga
danan og tey, sum halda seg
vera eitt sindur meira enn
tey vanligu.
TV-2 hevur selt hundrað
túsundtals fløgur, hava funn
ið nógvar heiðurslønir, og
framvegis verða teir rokn
aðir sum modernaðir og
viðkomandi fyri bæði ung
og vaksin fólk. Teir hava í
nýggjari tíð havt eins nógv
hitt, sum teir plagdu at hava í
80’unum, og tað tekur ongan
enda, um teirra kendu sangir
skulu ramsast upp. Skulu vit
byrja og enda onkrastaðni,
so kunnu sangir sum Det Er
Samfundets Skyld, Bag Dugg
ende Ruder, Hallo Hallo, De
Første Kærester På Månen,
Rigtige Mænd, Kys Bruden,
Kom Lad Os Brokke Os og
Laternen nevnast.
Teir hava í sjálvironiskum
tóna kallað seg keðiligasta
orkestrið í Danmark, men tað
heitið hevur staðið í stórari
kontrast til teirra konsertir.
Og tað verður eisin sjón fyri
søgn á Summar Festivalinum
komandi summar.
TV-2 á Summar Festivalin
Barbara í Gongini í Gongugøtuni
Ting
maður
frá sum
for
maður
Fitt børn
Tónleikur Tiltikni poppbólkurin
úr Aarhus spælir á Summar
Festivalinum 2012. Harvið sleppa
føroyingar at uppliva ein framúr
live-bólk, sum ígjøgnum 30 ár hevur
skapt eitt hitt fyri og annað eftir
framsýning Barbara í Gongini letur upp eina »Pop up store« í Gongugøtuni í Havn tann
24. november. Opið verur til 1. desember, og opið verdur hvønn dag frá kl 9.00-18.30
Eirikur Lindenskov
Barbara í Gongini sigur, at
nýggja vøran og spennandi
upplatingartilboð verða at
fáa í handlinum.
Hugtakið »pop up store«
kom upprunaliga av jap
anska snidgevanum, Comme
Dec Garcons, einum tí mest
gitna sniðgeva innan avant-
garde'ismuna. Síðan hevur
hugtakið verið brúkt av
mongum innan hesa 'ismu',
men verður tó oftast brúkt
av klædnaídnaðum, sum
liggja í tí tyngra endanum
innan sniðgeving, men und
irlinjan verður tó eisini at
fáa í handlinum í Havn.
Pop up store merkir, at
handil verður opin í eitt tíð
aravmarkað bil alt frá fáum
døgum til mánaðir. Hand
ilin er tískil mobilur og
kann flytast frá stað til stað
og frá bý til bý. Konseptið
er ein blandingur av fram
sýning og handli. Hugtakið
hevur verið búkt í mongum
stórbýum kring knøttin og
skal nú standa sína roynd í
gongugøtuni í Havn.
– Eg gleði meg fyrst av
øllum at sýna fram eitt
breitt úrval av míni kollek
tión og at møta føroyska
keyparanum
fyri
fyrstu
ferð, sigur Barbara í Gongini,
sum kemur higar við ein tí
størstu kollektini í Føroyum
nakrantíð.
Barbara í Gongini hevur
havt samstarvsverkætlanir
saman við fremstu lista
fólkum í Føroyum, eitt nú
Mariannu Mørkøre, Jens L.
Thomsen, Budam og Eivør
Pálsdóttir og hon fer tískil at
visa tann nýggjasta filmin
av Mariannu Mørkøre við
Jens L. Thomsen, sum hev
ur gjørt ljóðið til filmin.
Filmurin verður vístur all
ar dagarnar.
Barbara í Gongini verð
ur at hitta í handlinum
24. -26. november til eitt
prát og til at vegleiða og
greida frá, hví passiónin
fyri sniðgeving innan just
hetta økið er so spennandi
og høgt í metum innan
klædnaídnaðin.
.
Hesi fittu børnini vóru millum teirra, ið
lótu seg avmynda 11.11.11 klokkan 11.11.
Frá vinstru síggjast tey fittu børnini:
Christian, Súsanna, Lýn, Elisa og Alith,
sum forrestin er dóttir Heina Hátún sum
er samskipari av Manntal.
Dagrøktararnir á myndini eru Annelin
Davidsen og Lív Jacobsen.