Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-18, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. november 2011síða 13

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Fríggjadagur 18. november 2011 · Nr. 134 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Leo Poulsen Hann var ákærdur í trimum við­u­r­skiftum. Í fyrsta føri­ num hevði hann følt upp á seg sjálv­an framman fyri trim­um ungum gentum, í øðr­ um førinum hevði hann víst fyri fleiri fólkum, og í triðja før­i­num varð hann tikin fyri at hava hálvt gramm av skunk uppi á sær og fyri at hava roynt at smugla 10,7 gramm av hassj til Føroya. Maðurin játtaði seg sekan í øll­um førum. Hann greiddi frá, at hann hevði havt ein trupl­an upp­vøkst­ur, og var javnan niðurgjørdur av pápa sínum. Han segði eisini, at um hann ikki hevði verið á­virk­ að­ur – sum hann segði seg vera undir viðurskifti eitt og tvey – hevði hann ikki funnið upp á at framt blúnisbrot. Kriminalforsorgin metti ikki mannin vera egnaðan til samfelagstænastu, so dóm­arin gjørdi greitt, at tað kom ikki upp á tal. Hinvegin vildi dómarin døma mannin í alk­ohol­- og rúsevnisviðgerð, og eft­irsum maðurin vildi sleppa burtur úr misnýtsluni og sjálvur mælti til tvey ár heldur enn eitt, eftirlíkaði dómarin hesum. Dómurin kom tí at ljóða upp á 40 dagar treytaða fongs­uls­revsing, har maðurin einki líknandi brot skal fremja komandi tvey árini, um­framt tvey ára alkohol- og rúsevnisviðgerð. Maðurin tók við dóminum. Dømdur Treytaðir dómar fyri siðamisbrot Mil­li­ón­ ir sóu innslag um G! Grannar mótmæla tónleikamiðstøð í Gøtu Dømdur í alkohol- og rúsevnisviðgerð Rætturin Ein 40 ára gamal maður varð í Føroya Rætti mikudagin dømdur í tvey ára alkohol- og rúsevnisviðgerð fyri blúnisbrot (blu­færd­ig­heds­krænk­ el­se), um­framt varð­veitslu og smug­l­ing av rú­sevnum. Grannarnir hjá Valhøll í Syðrugøtu mótmæla at kommunan hevur givið Grót loyvi at gera eina tón­ leika­miðstøð í Valhøll. Málið hevur verið til við­gerð í trivnaðarnevndini í Eyst­ur­ kommunu. Her mælir nevndin til, at ein fundur verður við grann­ar­ nar og tey sum hava víst misnøgd við ætlanina. Misnøgdin snýr seg í fyrstu syftu um, at skipa Valhøll usm Tón­ leikamiðstøð, men eisini um fram­ tíðarætlanina við hesi miðstøðini. Á fundi í bygdaráðnum í farnu viku varð tikið einmælt undir við tilmælinum um at skipa fyri einum kunnandi fundi millum báðar partarnar í málinum. Sum skilst er støða ikki tikin til, nær hesin fundurin kann verða hildin. Týsk/franska sjón­ varps­rásin Arte hevði í end­a­num av september eitt umfatandi innslag um G! Festival og før­ oysk­an tónleik. Arte er ein av stóru ­m­enta­nar­sjón­varps­ rás­u­num, og verður send bæði á týskum og fronsk­um. Umframt Fran­k­aríki og Týskland, so sæst Arte eisini í Belgia, Eysturríki, Holl­ andi, Ísrael, Span­ia, Portugal, Sveis, pørt­ um av Kanada og Au­ stralia. Sjónvarpsmaðurin Toto Ernst, ið arbeiðir free lance fyri send­ing­ ina Tracks á Arte, var á G! í 2010 og kunnaði seg við umstøðurnar og vendi síðani aftur í 2011 við einum liði av sjónvarpsfólkum at gera innslagið. Í innslagnum fæst eitt gott innlit í sjálv­ an festivalin og í før­ oyskt tónleikalív sum heild. Ein hoyrir brot av tónleiki og prát­að verður við Ham­ferð, Orka, Guðrið Hans­ dóttir, Kristian Blak, Jón Tyril, Matthew Work­man og onnur. Leo Poulsen Tveir 19 ára gamlir dreingir eru í morgun í Førya Rætti dømd­ir treytaðar dómar fyri si­ð­a­misbrot ímóti ungum gent­um. Í fyrra førinum fóru hend­ ing­arnar fram í tíðar­skeið­ inum frá 1. januar 2007 til 31. desember 2010, tá ákærdi drongurin var 14 til 15 ár. Hann hevði følt upp á tvær ungar gentur í familjuni, men segði seg eftir fýra árum hava innsæð, at hetta var skeivt. Hann fekk treytað fongsul uttan revsiútmáling, og eina royndartíð upp á tvey ár. Í seinna førinum hevði ákærdi drongurin følt upp á yngru hálvsystir sína einar 10 til 15 ferðir, meðan hon svav. Hetta fór fram frá 2008 til august 2010, og helt uppat, tá drong­u­rin flutti út. Hann fekk 30 daga treytaða fongs­uls­revs­ing við royndartíð í tvey ár.