fríggjadagur 18. november 2011síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 18. november 2011 · Nr. 134
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Føðingar
6. november fingu Rúna Debess & Jónsvein Petersen,
Oyrareingjum, ein son. Hann vigaði 3610 gr og var 52
cm langur. F
3. november fingu Jannet og Bjarni Steintún,
Kirkjavegur 7, Miðvági, eina dóttur. Hon var 48 cm,
long og vigaði 2500 gr.
10. november fingu Majbritt K. Jacobsen, Vági, og
Jákup Petur Joensen, Hovi, ein son. Hann var 55 cm
langur og vigaði 4340 gr.
15. november fingu Fríða S. Berg og Kári Annand
Berg, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 54 cm long og
vigaði 4015 gr.
Nøvn
5. nov. fingu Kristina og Niklái Nysted, Morskranesi,
eina dóttur. Hon var 56 cm long og vigaði 4325 gr.
Í nítjan hundrað fimm og fimti
barnaverð vár fekk eitt slag,
sum várt lív í dúsi dimti
til ein svartan sorgardag.
Tá vár bróðir, Magnus Ingi,
misti lív í køldum sjó,
tikin bleiv úr lívsins ringi
upp til Himins forløg fró.
Tikin bleiv á sætta ári
burt úr síni brøðraslóð,
felt tá bleiv mangt sorgartárið,
til ein nýggjur Magnus ló.
Tvey ár seinni bleiv hann borin
inn í sama brøðralag,
og við honum sút var vorðin
broytt til vøgguljóð so glað.
Magnus Ingi Annar legði
tíðliga sína lívsins kós,
breyt við sið, sum heimið hevði,
fór sum mangir menn til sjós.
Lærdi seg at stýra skipi,
veiða gyltan fong úr sjó,
toldi mangt eitt nos og sipið,
har hann vítt um havið vóð.
Sigldi frítt um havsins fløtu,
skifti millum skipasløg,
kendi hvørja havsins gøtu,
har hann ýtti heimsins støð.
---
Nú sat hann við sínum kæru
glaður innan egna gátt,
har tey lærd av lívsins læru
livdu saman øll í sátt.
Sólbjørg, Magnus’ fylti lívið,
so hann meir ei eina stóð,
heim við børnum gav hon rívið,
har hann eydnusamur vóð.
Meðan sólin fagrast skínur,
syngja vit um lív og lag,
deyðin kaldur lívið týnir,
okkum broytir forløg fræg.
Meðan Magnus stillur svevur
millum síni kæru fleir,
deyðin ond hans til sín dregur,
og vár Magnus er ei meir.
---
Magnus góði vit teg sakna,
vit teg elskaðu hvønn dag,
nú tú ikki meir skalt vakna
smílandi í góðum lag.
Góði Magnus, vit teg minnast,
tá vár móðir var ei meir,
eina teg við faðir finnast,
einsamallir – ikki fleir.
Góði Magnus vit her huga
tína strævnu skúlatíð,
tá tú lærdi teg at duga
væl um skip og havsins stríð.
Góði Magnus, vit tær takka
fyri orð úr lívsins súð,
nú í tali vit brátt fækka,
allir tínir brøður nú.
Góði Magnus vit tær biðja
blíða ferð um evsta mið,
har tú ýtar Himnaliðan:
Kæri bróðir: HVÍL Í FRIÐ!
Brøður tínir við fam.
Magnus Ingi
Petersen
*13. mars 1957 - †14. nov. 2011
in memoriam
Mánadagin 21. novembur fyll
ir Maria Marsten, Klaksvík,
70 ár. Hon er kona Oddmar
Marsten og dóttir Jákup
Andrias og Fridu Heinesen,
sum búðu á Vágsheygnum.
Oddmar og Maria eiga Fridu,
Palla, Mirjam og tvíburðarnar
Noomi og Rutt. Tey eiga
ellivu ommu og abbabørn.
Tað fyrsta var Oddmar, sonur
Palla, og umframt hann og
eina Mariu eru tað Joan,
Bárður, Marjun, Jacob, Frida,
Jónatan, Salomon, Ísakur og
Nóa, sum er seinasta skotið
á stammuni. Hann liggur í
vøggu. Fýra av dreingjunum
vórðu føddir í 2003 og er tað
sera óvanligt fyribrigdi, at
fýra systkin fáa barn av sama
kyni sama ár. Bárður var
fyrsti føroyingur tað árið.
Tað er nógv, sum kann
sigast um Mariu. Fyrst og
fremst er hon kona, mamma,
vermamma og omma um
framt at hava systkin og
vinir og alt, sum hartil hoyrir.
Hon hevur sína dagligu
gongd í Heimavirkinum í
Klaksvík og hevur leigað
summarhús út á Viðareiði og
havt bed & breakfast í mong
ár. Oddmar hevur altíð verið
ein høvuðsstuðul í Betesda,
bæði í sangi og annars, og
har hevur øll familjan verið
nógv. So tað eru nógv fólk,
sum kemur í samband við
Mariu, eisini útlendingar.
Tað eru ikki bara fólk, sum
eyðkenna lívið hjá Mariu.
Hon hevur hendurnar hjá
foreldrunum og kanska ser
liga mammuni. Hon er hond
arbeiðskona burturav. Eru
tað ikki stokkar og tógv, so
er tað vevurin ella skinn
ella seyming ella okkurt
annað. Tað, sum ikki er gjørt
fyri fólk, fer í Heimavirkið.
Heimavirkið og familjan fara
við tí nógva av tíðini.
Tað er ikki ov nógv sagt,
at Maria hevur ein hond
arbeiðsarv
at
bera
eftir
mammu
sína.
Konurnar
keypa ikki seymaðar kjólar
nú sum fyrr, men tað er so
nógv annað, bæði til fínt
og gerandis, bæði stórt og
smátt. Frida, mamma Mariu,
var kend seymikona. Tær
vóru sum eitt, Maria og
Frida. Tá Maria sigur frá um
mammu sína, kemur lív í
hana. Hon er frásøgufólk av
gamla slagnum. Hon sigur
frá søgum og hendingum
frá gamlari tíð, og nógv er
ikki niðurskrivað. Tað er
serliga um slekt og Klaksvík
og bygdirnar, sum hon og
Oddmar eru ættað úr. Maria
er ommudóttir stóra Martin,
ein av niðursetumonnunum
í Vatnsoyrum. Haðani eru
nógvar søgur.
Maria og Oddmar arbeiða
hvønn dag, og umframt alt
annað, sum tey brúka tíðina
til, so hava tey eisini ferðast
nakað. Í fyrraárið vóru tey í
Amerika, og har upplivdu tey
mangt og mikið.
Maria fyllir 70 ár mána
dagin, men dagurin verður
hildin leygardagin 19. no
vember kl. 16, og tað er heima
hjá teimum á Jørðundsgøtu
30, og øll eru vælkomin.
Maria Marsten 70 ár
Veronika Hassova og Uni Svend Ejler Johannesen
hava ta gleði at boða frá, at vit tann 8. november kl.
8:11 blivu foreldur at einum fittum og røskum soni.
Hann vigaði 1490 gr og var 43 cm langur. Ein stór
tøkk til ljósmóður Ruth Vang og øll hini starvsfólkini
á føðideildini fyri hjálp og vegleiðing.