fríggjadagur 18. november 2011síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Fríggjadagur 18. november 2011 · Nr. 134
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Sunnudagin 20. november
fyllir Marius Rein í Havn 70
ár.
Marius er havnarmaður,
yngstur av børnunum hjá
Jens Paula Rein og Elisabeth
(Bette), fødd Arge. Tey vóru
bæði úr Havn. Systkini vóru
Eivind, Áshild og Lillian. Bara
Lillian er eftir á lívi, hon býr
í Húsavík.
Marius tók realprógv frá
Færøernes Mellem og real
skole í 1958. Hann var í starvi
sum teknikari í Útvarpi Før
oya frá 1960 til 1987, í 1969 var
hann í Danmarks Radio og
nam sær útbúgving har sum
programmteknikkari. 1. sep
tember 1987 var hann settur í
starv á Løgtingsskrivstovuni,
har hann m.a. var fastur
skrivari hjá fíggjarnevndini
til 1. februar 2003, tá hann
tók yvir skrivara- og ráð
gevarauppgávur, ið viðvíkja
Norðurlandaráðnum
og
Útnorðurráðnum. Hann var
tilnevndur 1. tingskrivari og
tók lut í tilrættislegging av
vitjanum o.ø. á løgtingi.
Marius Rein er júst givin
í starvi sínum í løgtingini,
og har varð hildin móttøka
fyri honum – samstundis
sum málningurin av Jógv
an Ingvardi Olsen varð av
dúkaður,
30.
september
sum fór. Men Marius hevur
sett væl við í løgtinginum:
Dóttir hansara Anna Rein
starvast sum løgfrøðingur
í
løgtingsumsitingini,
og
á valinum 29. oktober var
sonur hansara, Janus Rein,
valdur á ting fyri Framsókn.
Marius
hevur
tiltikið
gott minni, og tey skip, sum
hann ikki kennir, eru ikki
verd at vita nakað um. Og so
seint sum týsdagin var hann
ferðaleiðari hjá útvarpinum
hjá Kringvarpinum, tá tey
vóru morguntúr við Hoyvíks
tjørn og har um leiðir – leiðir,
sum Marius kennir væl, tí
her hevði pápi hansara trøð,
og á hesi trøð hevur Marius
bygt.
Í útvarpinum vóru ikki
nógvir teknikarar, og tað er
ikki tal á teimum sendingum,
sum Marius hevur staðið
fyri. Enn í dag kunnu vit
hoyra gamlar sendingar, har
sagt verður, at »Marius Rein
stóð fyri upptøkuni.«
Marius er giftur við Kristi
annu, sum er úr Klaksvík,
dóttir Dánjal og Annu Niel
sen. Tey hava bygt sær hús
á Láarvegi, á trøðni hjá Jens
Paula.
Børnini eru Dánjal, sum er
giftur og býr í London, Janus,
sum býr í Havn og Anna, sum
eisini býr í Havn.
Hann er burturstaddur
føðingardagin.
Í dag, fríggjadagin 18. no
vember, verður Rodmundur
í Liða, fyrrverandi yvirlækni
í Havn, 80 ár. Rodmundur var
í mong ár yvirlækni á Lands
sjúkrahúsinum, og síðsta
vetur greiddi hann í fimm
sendingum hjá Jógvani Arge
so livandi og hugtakandi frá
um millum annað ættina,
fortíð og nútíð, lívið á bygd
og í bý, heima og burturi og
útbúgving og arbeiði.
Foreldrini vóru Louisa
fødd Lervig og ættað av
Regni í Leirvík og Jacob Niel
sen, Jacob í Liða í Nólsoy.
Pápin var sjómaður og seinni
vitameistari. Arbeiðið bar við
sær, at tey búðu í Nólsoy, í
Vági, á Borðuni og í Mykines
hólmi. Jacob sat á tingi fyri
Javnaðarflokkin, valdur í
Suðuroy, 1936-43.
Louisa og Jacob fingu
fýra børn: Rodmundur, Olaf,
Øssur og Gunvør. Teir búgva
allir í Havn, og Gunvør býr í
Keypmannahavn.
Tá ið Rodmundur var
tíggju ára gamalur, fór hann
til Havnar at ganga í skúla.
Tað var stór broyting frá
familjulívinum í Mykines
hólmi og dagligu gongdini
millum hólman og heim
í bygdina við skúla og
bygdarlívi og so at fara til
Havnar. Kríggið herjaði, og
Rodmundur hevur í Kring
varpinum hugtakandi lutað
við lurtararnar, hvussu tað
kendist, tá ið týsku flogførini
úr sera stuttari fjarstøðu
sleptu bumbum har vesturi.
Eftir skúlaárini í høvuðs
staðnum fór Rodmundur
niður á Sorø Akademi, har
hann leyk studentsprógv. So
fór hann undir læknalestur
í Keypmannahavn. Hann
leyk prógv tíðliga í 1958, og
so næsta takið at fara undir
útbúgving til serlækna í
ortopædi.
Tað var undir lestrinum
í Keypmannahavn og í sam
komuni í Thorsgade, har
nógvir føroyingar altíð vóru,
at Rodmundur hitti Karen,
sum vaks upp á Bispebjerg
tætt við Grundtvigskirkjuna.
Tey bæði giftust nakrar
dagar eftir, at Rodmundur
hevði fingið læknaprógv, og
størsta partin av tíðini, tá ið
specialiseringin var á dags
skrá, arbeiddi Rodmundur á
sjúkrahúsum á Keypmanna
havnar leiðini.
Eitt ár vóru tey í USA,
har Rodmundur arbeiddi í
Atlanta í Georgia. Talan var
um framúr spennandi av
bjóðing, men hóast honum
varð bjóðað at halda fram
í starvinum, so gjørdu tey
bæði av at flyta heim aftur.
Fyrst í sjeyti árunum
flutti familjan til Føroya, eftir
at tey eitt skifti høvdu verið
í Næstved. Rodmundur var
fyrsti hjálparlækni á Lands
sjúkrahúsinum. Hann var tó
ikki liðugt útbúgvin at taka
yvirlæknastarv á seg, og tí
fluttu hann aftur til Keyp
mannahavnar í 1974. Fýra
ár seinni varð Rodmundur
settur í starv sum yvirlækni
á Landsstúkrahúsinum, og
harvið var dreingjadreymurin
vorðin veruleiki. Rodmundur
var í starvinum, inntil hann
við árslok 1997 legði frá sær
vegna aldur.
Karen
og
Rodmundur
eiga fýra børn: Svenning,
Gunnar, Erling og Eva. Teir
báðir elstu búgva í Noregi,
Eva býr Calefornia, og Erling
býr á Argjum. Abbabørnini
eru fjúrtan - átta gentur og
seks dreingir.
Alla sína tíð hevur Rod
mundur verið tætt knýttur
at
brøðrasamkomunum.
Hann hevur verið ógvuliga
trúfastur og drúgvur og
trúgvur í at halda Orðið
fram, og í mong ár var hann
millum
ábyrgdarpersónar
nar í Ebenezer.
Áhugamálini eru mong og
fjøltáttað, og Rodmundur er
áhugaverdur og fryntligur at
koma á tal við. Hann hevur
stóran tokka til og áhuga fyri
móðurmálinum. Hann hevur
umsett fleiri bøkur, og hann
var ein teirra, sum tolkaði úr
enskum, tá ið tað var neyðugt
í Ebenezer.
Ítróttin hevur altíð havt
áhuga, og tilvitanin um
týdningin av at røkta likamið
hevur sást aftur í matarval
inum og likamligu venjingini.
Eitt nú minnast havnarfólk
Rodmund á stóru súkkluni
fara til arbeiðis og úr arbeiði
og á súkkluni at treiskast,
um so brekkan var brøtt.
Útferðarlongsulin hevur
altíð verið stórur. Í 1986 fluttu
Karen og Rodmundur til
Saudi Arabia, har hann í eitt
ár var yvirlækni í Algariat.
Eftir at hann var farin úr
starvi á Landssjúkrahúsinum
arbeiddi Rodmundur tvey
stutt skifti í Noregi. Karen
og Rodmundur vitja síni
næstu í USA og Noregi, og
teimum dámar væl í Keyp
mannahavn, haðani Karen er
ættað, og har tey eiga systk
in og nógv vinfólk.
Føðingardagurin verður
hildin á Hotel Føroyum
fyrrapartin leygardagin 19.
november saman við teim
um, sum hava boðað frá, at
tey ynskja at halda dagin
saman við Rodmundi.
J
Marius Rein 70 ár
Marius Rein og konan Kristianna. Myndin er tikin 30.
september í ár, tá móttøka var fyri honum í sambandi
við, at hann er farin úr starvi sínum í løgtinginum
Rodmundur
í Liða 80 ár
TØKK