fríggjadagur 16. juni 2000síða 2
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
JOHN JOHANNESSEN ÚR
KEYPMANNAHAVN
At
NATO-limalondini
skuldu gjalda eitt limagjald,
ið svarar til 3% av brutto-
tjóðarúrtøkuni er eitt opti-
malt endamál, ið er gald-
andi fyri tey øll. Men tað
eru langt frá øll londini, ið
rinda hetta limagjald.
Orsøkin til hetta er, at tal-
an er um smá lond, ið ikki
hava ráð til at rinda lima-
Hernaðarstøðirnar høvdu
ongan fíggjarligan týdning
At Danmark hevur fingið avsláttur í limaskapinum hjá NATO er ikki orsakað
av hernaðarstøðunum í Føroyum. Hetta greiddi forsætisráðharrin landsstýri-
num frá á samráðingarfundinum í gjár
gjaldið.
Millum hesi londini er
Danmark. Danmark hevur
nevniliga síðani 1976 ein-
ans rindað 2,6% fyri sín
limaskap.
Men orsøkin til hetta er
ikki, at Danmark fær av-
sláttur í sínum NATO-lim-
askapi fyri, at NATO slepp-
ur at hava herstøðir í Grøn-
landi og Føroyum eins og
landsstýrið hevur ført fram.
Í drúgva brævaskiftinum
millum
landsstýrið
og
danska forsætismálaráðið
undan samráðingunum hev-
ur landsstýrið kravt at fáa
eina frágreiðing um, hvønn
vinning danir hava havt av
hernaðarstøðunum í Føroy-
um.
Men
forsætisráðharrin
hevur sýtt fyri at greiða
landsstýrinum frá hesum.
Eisini hevur forsætisráð-
harrin sýtt fyri, at hernað-
armál skulu vera eitt av
punktunum fyri fundin.
Beint áðrenn samráðing-
arfundin broytti forsætis-
ráðharrin kortini støðu.
Hann greiddi á fundinum
við serligu fólkatingsnevnd-
ina, ið fylgir samráðingu-
num, frá, at hann fór at
koma við frágreiðingini.
Verjumálaráðharrin, Hans
Hækkerup, hevur ikki hug
at koma við viðmerkingum
til málið fyrr enn samráð-
ingarnar eru lidnar.
John Johannessen, For-
sætismálaráðið kl. 17.00
Danska stjórnin ætlar sær
ikki at góðtaka, at landsstýr-
ið fer at leggja størst vekt á
at fáa greiðu á skiftistíðini
á samráðingarfundinum í
forsætismálaráðnum í dag.
Tað eru trý mál, ið tað
sambært dagsskránni skal
samráðast um, og øll hesi
Øll punktini skulu
viðgerast eins
Stjórnin vil ikki seta meira tíð av til at viðgera skiftistíðina á
samráðingarfundinum í dag, enn sett verður av til onnur mál
punktini skulu viðgerast.
Hetta greiddi danski for-
sætisráðharrin, Poul Nyrup
Rasmussen, frá á fundinum
við Føroya-nevndina hjá
fólkatinginum á middegi í
dag.
Landsstýrið hevur annars
fleiri ferðir gjørt greitt, at
tað er skiftistíðin, ið er mest
umráðandi málið, ið kemur
fyri á fundinum. Tí ælar tað
sær eisini at gera mest við
hetta málið.
Hini málini, ið skulu við-
gerast, eru borgararættindi
og samstarv innan umsiting
og dómsvald
Sambært virkandi for-
manninum í Føroya-nevnd-
ini, Jan Petersen, metir
stjórnin hesi málini vera
minst líka umráðandi at við-
gera, sum skiftistíðin.
Tað er nevniliga umráð-
andi fyri danir, at greiða
verður fingin á, hvussu far-
ast skal fram, um danir
skulu hjálpa føroyingum at
umsita eitt føroyskt full-
veldi.
Verður hetta veruleiki, er
talan um, at føroyingar
keypa eina vøru frá dønum.
Og hvussu hetta skal skip-
ast, vilja danir hava greiðu
á.
Jan Petersen, virkardi formaður í Føroyanevndini
3
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 113 - 16. juni 2000
Lesið eisini Sosialin
á Internetinum
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
Marknaðardeild:
Jonhard Hammer
Dagbjørt S. Hansen
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
Dánjal Højgaard
Dagfinn Olsen
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
Eyðun Klakstein
Høgni Mohr
Ítróttur: Jákup Mørk
Myndamenn:
Jens Kristian Vang
Álvur Haraldsen
Útgevari, uppseting:
Sp/f Sosialurin
Bústaður:
Argjavegur 26, Argir
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 311820
Telefax. 314720
e-mail: post@sosialurin.fo
Lýsingar: lysing@sosialurin.fo
Internet: www.sosialurin.fo
Prent: Sosialurin
Sosialurin
Oddagrein
Vágatunnilin
og framtíðin
Viðmerking:
SPURNINGURIN um at gera tunnil undir Vest-
mannasund er nógv frammi í fjølmiðlunum,
og eingin ivi er um, at hann fer at eiga týðandi
part í samfelagsorðaskiftinum í langa tíð fram.
Bara tað at farið verður undir at gera fyrsta
tunnil av slíkum slag í Føroyum er sjálvandi
áhugavert og forvitnisligt í sjálvum sær. Hetta
verður ein nýggjur varði í okkara infrastrukturi,
sum fer at binda landið enn tættari saman.
Tað fer at stytta leiðina millum miðsteðarøkið
og eina av høvuðs samferðsluæðrunum til og
frá landi okkara, nevniliga flogvøllin í Vágum.
Sum so er hetta ein positiv avbjóðing fyri
okkara samfelag.
MEN nettup tí at hetta er nakað nýtt fyri okkum
er so altumráðandi, at ljóskastarin verður
settur á verkætlanina frá byrjan. Her eigur
einki at verða dult ella undirmett. Og her eiga
vit ikki bara at stara okkum blind í tí, sum
útlendsku serfrøðingarnir siga og siga ja og
amen. Og kanska er nettup júst henda tíðin,
tá tilboð verða latin upp og viðgjørd, kannað
og eftirmett, tann mest avgerandi av øllum.Nú
kann onkur spyrja, hvussu tað ber til, at vit
longu eru farin í hernað móti hvørjum øðrum
í sambandi við útbjóðingina av vegagerðini!
Hvussu verður ikki, tá sjálv tunnilsgerðin verð-
ur at fara í gongd? Hvussu og ikki, so eiga
tey fólk, sum hava fingið litið upp í hendi
ábyrgdina av hesum álvarsliga projekti, at
verða opin, varin og ikki minst professionell.
Tí fyri tað um eitt samtak kann bjóða seg til at
gera arbeiðið fyri minni enn „vit“ høvdu mett,
merkir tað ikki, at allar súðir eru syftar og vit
bara kunnu seta okkum afturá og halda, at
nú gongur alt av sær sjálvum.
TAÐ er ein sannroynd, at nærum øll slík
projekt við undirsjóvartunlum vit vita um, eru
vorðin nógv nógv dýrari enn upprunaliga mett.
Vit kunnu taka tunnilin millum Ongland og
Frakland, tann undir Stórabelt, tunlar í Noregi
osfr. Hóast talan hevur verið um feløg, ið hava
havt royndir við slíkum tunlum, eru arbeiðini
vorðin nógv dýrari enn ætlað. Nú koma so
„somu“ fólk henda vegin og bjóða sær at gera
fyrsta tunnil av sínum slag mitt úti í Atlantshavi.
Ja tey koma entá og bjóða seg til at gera
hann nógv bíligari enn vit sjálvi høvdu mett.
Og so eru vit øll so glað so glað. Tað er her
vandin lúrir. Og vit hava skyldu til at vera vakin.
Í ringasta føri verða tað okkara eftirkomarar,
sum koma at rinda gildið. Hava teir, ið bjóða
sær at gera arbeiðini, tikið hædd fyri øllum
teimum trupulleikum, sum bráddliga tóku seg
upp, tá líknandi arbeiði vórðu gjørd
aðrastaðni? Hava teir lagt upp fyri? Hava teir
so eisini tikið fyrivarni við um tey ivamál, sum
kunnu koma fyri júst her? Fyri tað um royndir
eru tiknar, hvør sigur so, at hesar geva okkum
rætta svarið. Hava vit einki at læra av tunlinum
til Sumbiar? Og tað var ikki undir havsins
botni! Tað má vera eitt krav til myndugleikar
og felagið Vágatunnilin, at aðrir serfrøðingar
tjekka av, um tilboðini eru reell og halda. Tað
má ikki enda við, at vit bara fáa eitt hol í
jørðina fult av sjógvi.
Múrarnir fullu eystanfyri!
Eitt kommunistiskt stýri fyri
og annað eftir fall. Fólkið í
hesum londum, sum hevði
trælkað
undir
jarnhæli
kommunismunar,
hevði
endaliga fingið frælsið í
hesum somu londum, har
mannarættindir og fólka-
ræði var ókent fyribrigdi.
Var tað onkur, sum loyvdi
sær at tala hesum stýrum
ímóti, var lagnan: deyða-
dómur, arbeiðslega, inn-
leggjan á sinnissjúkrahús
ella at verða sendur í útlegd.
Fólkið fekk frælsi, og vil
ongantíð aftur venda aftur
til hesi ræðsluskipanir.
Nakrir av gomlu leiðaru-
num vóru drignir fyri rættin
og fongslaðir. Onkur var av-
rættaður.
Treyðugt
so,
nógvir av hesum gomlu
kommunistum eru enn at
finna í politikki eystanfyri.
Nú eru teir vornir so fittir
og hampuligir, og tað sum
teir allir eru felags um er, at
teir allir eru sosialdemokrat-
ar.
Tað funnust eisini før-
ingar, sum taldust millum
hetta harkalið, sum høvdu
gjørt sær kommunismuna til
sína religión - serliga ung
lesandi á flatlondum. Tey
tilbóðu m.a. Lenin, Stalin
og Mao og læru teirra, og
eitt sum sermerkti hesi øll
var, at tey vóru øll rom loys-
ingarfólk.
Tá so fólkið í Eystureu-
ropa gav kommunismuni
durafjórðingin, vistu hesi,
sum ikki longur taldust
millum ungdómar longur,
sær eingi onnur ráð, enn at
gerast sosialdemokratar (les
javnaðarfólk). Hetta minnir
ikki sørt um ein ávísan, sum
fór í kleystur á gamalsaldri.
Ein av hesum monnum
tók soleiðis til herfyri í blað-
grein, at í javnaðarflokki-
num er høgt til lofta og vítt
til veggja. Sig so tað. Jú,
javnaðarflokkurin
hevur
roynst sum ein politisk
ruskspann tey síðstu árini
má ein bara sanna.
Manni Persson hevur sett
onkrum av hesum fyrr-
verandi bekongkommunist-
um og loysingarmonnum
nakrar spurningar, men allir
mala teir uttanum og balla
alt inn. Við øðrum orðum
fáa teir tað at ljóða, sum um
teir ikki meintu nakað við
tað teir áður stóðu fyri. Tað
er eins og teir skrýggja og
halda fyri oyruni, tá onkur
minnir teir á, at teir einaferð
vóru ramir loysingarmenn.
Nei, tað var "bara" sjálvstýti
teir vildu hava - hvat tað so
er.
Eg taki hattin av fyri Arn-
birni Thomsen. Hesin dám-
ligi og frintligi maður sigur
sum er, at hann er komm-
unistur og loysingarmaður.
Vísi tykkum sum menn!
Hví siga tit ikki bara, at tit
nú hava broytt meining?
Hevði tað ikki verið nógv
meiri mannsømuligari, enn
at koma við øllum møgu-
ligum tvætli?
Hví hesir fyrrverandi
kommunistar í dag eru so
harðliga ímóti, at land og
fólk okkara skal fáa frælsi
Kommunistar fyrr og nú
veit eg ikki, men hugsandi
er, at hetta er ein leivd frá tí
tíð, áðrenn teir vendu um
til javnaðarflokkin, tá teir/
tey lovprísaðu ræðslustýru-
num eystanfyri, sum traðk-
aði fólksins vilja og ynski
til frælsi undir fótum.
Mín áheitan á tykkum
skal vera: Takið annað skinn
um bak og blakið tykkara
antifrælsi
frá
tykkum!
Brúkið høvdið heldur til
nakað skilagott, tí tað er ikki
einans ætlað at heingja hatt-
in á. Tað skal annað til, enn
at erpa sær av at hava blakað
við pappírstallerkum í Fólk-
atinginum - tað "roysni"
vildu vit helst verið fyri
uttan.
Kai Vágfjall
Torført er at finna líkinda
innihald í tí, sum afturhalds-
kórið dagliga rópar út um
geilar. Hjá afturhaldskóri-
num er tað heldur ikki inn-
ihaldið, sum telur. Í øllum
orðaskiftinum um fullveldi
havi eg ikki funnið eitt ein-
asta ítøkiligt uppskot um,
hvussu vit skulu skipa hetta
land, um fullveldisætlanin
hjá landsstýrinum ikki kann
verða framd á hesum sinni.
Tað er einans uppskotið hjá
landsstýrinum, sum er møg-
uligt og ráðiligt at seta í
verk, tí hetta uppskot er
gjøgnumarbeitt, tað hevur
eina greiða ætlan fyri fram-
tíðina, og tað sigur greitt frá,
hvar ábyrgdin skal liggja.
Rópini frá afturhaldskóri-
num hava einans til enda-
máls at grugga og gera fólk
í ørviti, soleiðis at tey
hvørki skulu vita út ella inn.
Lítil dugur í
aftirhaldskórinum
Tað, sum afturhaldskórið
ber fram, er láturligt og utt-
an trúvirði. Afturhaldskórið
melur rópandi uttan um
kjarnuna í trupulleikanum.
Tey tora ikki at viðgera
sjálvt málið; ella duga tey
ikki (?) Ístaðin ríður aftur-
haldskórið niðarlaga, og
brúkar persónliga útspilling
sum vápn í stríðnum ímóti
at vinna Føroyum fullveldi
og satt fólkaræði.
Royna at grugga
Lítið skil er í rópunum frá
afturhaldskórinum. Ta einu
løtuna vilja tey hava meira
sjálvstýri, í somu løtu vilja
tey hava meira samband.
Eina aðra løtu vilja tey hava
blokkin burtur, og í somu
løtu skal hann minkast. Vit
skulu vera serstøk tjóð, men
samstundis skulu vit vera
danskir ríkisborgarar. Fel-
ags fyri øll hesi mótstríð-
andi uppskot er, at tey verða
einans brúkt til at grugga
við. Tey eru als ikki ítøkilig
og kunnu einans vera til ó-
bótaligan skaða, skuldi tað
ótrúliga hent, at tey vórðu
sett í verk.
Fólkaræði í Føroyum
Allir føroyingar, sum hava
áhuga fyri politisku stýring-
ini av landinum, eru samdir
um, at ríkisrættarliga støðan
má og skal broytast. Tilvild-
arliga og ábyrgdarleysa
stýringin av landinum og
landsins virðum má ikki
kunna koma fyri aftur. Hetta
vísti úrslitið á seinasta løg-
tingsvali, og tað er júst
hetta, sum sitandi samgonga
hevur sett sær fyri at seta í
verk. Nú er tað fólksins
vilji, sum skal standa sína
roynd – føroyska fólkaræð-
ið skal sleppa at slíta sínar
fyrstu barnaskógvar.
Men afturhaldskórið hev-
ur fingið ilt í búkin. Tað er
firtið og í øðini av, at eitt
ættarlið av yngri og dugna-
ligum
politikarum
vil
kroysta tær gomlu, korruptu
og ódugnaligu afturhalds-
kreftirnar út av Føroya Løg-
tingi. Hetta er eisini ein týð-
andi partur av søguni um
stríðið at vinna føroysku
tjóðini politiskt frælsi og
fólkaræði.
Uppblást hálovan av
útlendskum posamati
Og afturhaldskórið rópar al-
samt harðari, uttan innihald,
uttan vit og skil, uttan at
hava nakað at seta ístaðin,
uttan vónir um nakra fram-
tíð, uttan vilja ella áræði at
taka stríðið upp, um á skuldi
staðið. Bara tómt orða-
skvaldur við uppblástari há-
lovan av øllum útlendskum
posamati og niðurgerð av
øllum heimligum royndum
at fáa føroyingar at standa
saman um hesa sjálvsøgdu
skyldu: at taka við endaligu
og fullu ábyrgdini av landi
okkara.
Trokað út á ytstu gátt
Hetta er tað, sum aftur-
haldskórið ikki orkar at
síggja verða framt í verki.
Afturhaldskórið vil jarð-
leggja allar veruligar roynd-
ir at seta á stovn fólkaræði í
Føroyum. Afturhaldskórið
kennir seg trokað út á ytstu
gátt, um henda gongd
heldur fram. Tí rópar aftur-
haldskórið so hart í dag. Í
oddagreinum í teimum báð-
um størstu bløðunum verð-
ur tann gamla, ábyrgdar-
leysa og ódugnaliga polit-
iska linjan róst upp til
skýggja, meðan teir nýggju
og frískaru várvindarnir fáa
skot fyri bógvin.
Føroyingar skulu
gloyma fortíðina
Afturhaldskórið roynir at
kasta torvmold í eyguni á
fólki, so at føroyingar skulu
gloyma fortíðina. Tá før-
oyska samfelagið fór á hús-
agang og livifóturin lækkaði
eini 30-40% eftir nøkrum
heilt fáum árum, vóru vit
partur av sokallaða ríkisfel-
agsskapinum.
Ein
lítið
virðilig støða at koma í sum
tjóð. Slíka pínufulla støðu
høvdu vit ikki kunnað kom-
ið út í, um vit sjálv høvdu
havt evsta vald í øllum pol-
itiskum málum. Slíka pín-
ufulla støðu vilja vit ong-
antíð enda í aftur.
Men afturhaldskórið trýr,
at føroyingar eru gloymskir
og minnast stutt. Um mann
bara gevur teimum nøkur
gylt lyfti og gyklar eitt sind-
ur fyri teimum; vertin á,
hvørt hesi lyfti verða upp-
fylt ella ikki.
Skipið skal sigla
Neyvan fer at gangast róp-
andi afturhaldskórinum eftir
vild hesaferð. Skipið er sigl-
ingarklárt. Skiparin er til
reiðar á brúnni. Hann skal
bara geva boðini um at
loysa, tí siglast skal. Og eftir
á bryggjuni stendur tað róp-
andi afturhaldskórið. Tað
fær kanska aftur ein kjans
næsta túr.
Velbastað 23. mai 2000
John Dalsgarð
Rópandi afturhaldskórið vil bara grugga