fríggjadagur 16. juni 2000síða 3
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 113 - 16. juni 2000
4
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 113 - 16. juni 2000
Tað kemur meiri enn so
fyri, at fløskupostar reka
á land í Føroyum. Og tað
kemur eisini fyri, at lívlangt
brævaskiftið og vinalag
spyrst
burturúr
hesum
fløskupostum.
Men, hvussu tað fer at
roynast hjá átta ára gomlu
Sólvu T. Rúnadóttir av
Tvøroyri er ov tíðliga at
siga nakað um enn.
Nú ein dagin í góð-
veðrinum herfyri var hon
farin við ommuni og abb-
anum og tveimum systk-
inabørnum yvir í Tjalda-
vík við gørnum. Meðan
gørnini stóðu fóru tey
upp á hólmin ein túr og í
mølini har fann hon eina
klára fløsku við onkrum
í. Tá ið málið varð
kannað nærri, vísti tað
seg at vera ein fløsku-
postur.
Og hann kemur heilt úr
Noregi. Tað er ein drong-
ur í Oslo, sum eitur
Henning, ið hevur sent
fløskupostin beint fyri at
hann fylti 11 ár í desemb-
er í 1998.
Sostatt hevur fløsku-
posturin ligið hálvtannað
ár í sjónum, nú hann varð
funnin.
Sólva T. Rúnadóttir
ætlar sær nú at skriva til
Henning og fortelja hon-
um, at hon hevur funnið
postin.
–Áki–
Herfyri fann Sólva T. Rúnadóttir á Tvøroyri ein fløskupost, sum hevur rikist í sjónum
í hálvtannað ár
Fann fløskupost í Tjaldavík
Smyril liðugur
í næstu viku
Arbeiðið uppá Smyril á skipasmiðjuni á Skála gongur sum
ætlað. Men skuldi tað endað galið, fer Claymore ongan veg
ÁKI BERTHOLDSEN
Arbeiðið upp á Smyril á
skipasmiðjuni á Skála,
gongur sum ætlað.
–Tey feskastu boðini av
Skipasmiðjuni á Skála siga,
at Smyril verður liðugur til
avtalaða tíð, sigur Magnus
Magnussen, tekniskur stjóri
á Strandferðsluni.
– Avtalan við skipasmiðj-
una var, at Smyril skuldi
vera liðugur tann 21. juni,
tað er týsdagin, og tað fer
at halda.
– Men so er eftir at vaska
og rudda, áðrenn hann verð-
ur settur í sigling aftur.
Men hendir ikki okkurt
heilt óvæntað, verður Smyr-
il settur aftur í sigling mitt í
komandu viku.
Sostatt skuldi ongin vandi
verið fyri jóansøkuni, sum
verður í Vági komandi viku-
skiftið.
Uttan at fara í smálutir,
sigur Magnus Magnussen,
at tað eru stórarbeiði, sum
eru gjørd uppá Smyril hesa
tíðina, hann hevur verið á
beding.
Nú verður hann málaður,
umframt at teppi skulu
skiftast o.s.fr.
–Men tað hava verið lang-
ir
arbeiðsdagar
á
skipasmiðjuni, heilt upp í
16 tímar, tí tá ið eitt so gam-
alt skip verður kannað, er
altíð okkurt óvæntað at
finna, sum eisini skal gerast.
Tað einasta, sum hevur
verið eitt sindur „spenn-
andi“, er, at stabilisatorarar-
nir hava ikki virkað.
– Ein serkønur breti
skuldi koma til Føroyar at
kanna teir hesa vikuna.
–Men eftir, at hann hevur
kannað málið, er tað nú
greitt, at brekið er ikki so
álvarsligt, at tað broytir,
sigur Magnus Magnussen.
Claymore ongan veg
Annars hevur tað gingið
sum rótasúpan í Suðuroy, at
avloysaraskipið hjá Smyrli,
Claymore, er selt, og skal
undir øllum umstøðum av
landinum longu mánadagin.
Men
hetta
avsannar
Magnus Magnussen av-
gjørt.
–Eg kann vissa suðuroy-
ingar um, at Claymore fer
ongan veg, fyrrenn Smyril
er komin aftur í sigling.
Hann sigur, at Strand-
ferðslan hevur leigað Clay-
more í seks vikur.
– Men vit hava rætt til at
leiga hann í 30 dagar aft-
urat.
– Sostatt kunnu vit, í ring-
asta føri hava Claymore til
síðst í juli mánaða, um so
skuldi verið, sigur Magnus
Magnussen.
Politikarar hava funnist
at tykkum fyri at koyra
Smyril á beding á hásumri,
tá ið ferðafólkastreymurin er
størstur, heldur enn at bíða
til seinni í ár?
–Skipasýnið krevur, at
eitt ferðamannaskip skal á
beding einaferð um árið.
– Men tá ið tangatoppurin
fór, høvdu vit eina avtalu
við skipasýnið um, at tað
skuldi gerast aftur, næstu
ferð, Smyril fór í dokk og
tað var í apríl, mei í ár.
Og tað varð góðtikið.
– Sostatt høvdu vit eina
greiða avtalu við Skipasýn-
ið og hana máttu vit halda.
Magnus Magnussen sig-
ur, at hann veit ikki, um tað
hevði loyst seg at søkt
skipasýnið um loyvi at út-
seta arbeiðið eina tíð afturat.
– Men skulu vit alla tíðina
reka okkara flota við undan-
taksloyvum frá Skipasýn-
inum, verður tann kvota eis-
ini uppbrúkt einaferð.
– Vit mugu eisini vísa, at
vit hava ein vilja til at hava
viðurskiftini í rættlag og at
hava trygdina í lagi, sigur
Magnus Magnussen.
síðstu løtu, at Norrøna fekst
at røkja siglingina. Og í ár
hevur Strandferðslan leigað
Claymore, sum verri enn so
nøktar tørvin og sum tí eis-
ini hevur elvt til misnøgd
yvirhøvur- og ruðuleika inn
ímillum.
Men á samferðslufundin-
um varð eisini tosað um
framtíðar samferðsluna í-
millum Suðuroynna og
meginøkið.
Má á fíggjarlógina
Á samferðslufundinum var
full semja um, at viðurskift-
ini í samband við árliga eft-
irlitið hjá Smyrli, eru als
ikki nøktandi.
Tí heitti fundurin á løg-
tingsmenninar um at kanna
møguleikarnar fyri at seta
játtanina til eitt avloysara-
skip fyuri Smyril beinleiðis
á fíggjarlógina, tí so kundi
ongin ivi vera um, at pen-
ingur var tøkur til endamál-
ið. Og sostatt skuldi Strand-
ferðslan ikki aftur komið í
hesa støðuna, at eitt væl-
hóskandi hóskandi avloys-
araskip glapp henni av
hondum, tí hon hevði ikki
ráð til at leiga tað.
–Farleiðin ímillum Suð-
uroynna og Havnina er
landsvegurin hjá suðuroy-
ingum til miðstaðarøkið.
– Og eins og onnur vega-
strekki í landinum, eigur
hetta „vegastrekki“ eisini
var verða røkt og hildið á
einum tryggum støði, var
niðurstøðan á fundinum.
Á fundinum varð eisini
ynski sett fram um, at fleiri
túrar blivu við tyrluni ímill-
um Suðuroynna og Havn-
ina.
Eitt nú varð tosað um at
fáa túrin sunnumorgin aftur.
Fyrr varð eisini flogið til
Suðuroy
sunnumorgnar,
men hesin túrurin er nú av-
tikin.
Men fundurin fegnaðist
eisini um, at skjøtil er settur
á arbeiðið at útvega eitt nýtt
skip fyri Smyril.
Og semja var um, at skip-
ið, sum ætlanin er at byggja,
og sum suðuroyingar vórðu
kunnaðir um á almennum
fundi í september í fjør,
verður ein stórur bati.
Sostatt hava suðuroyingar
slept kravinum um, at fáa
tvíkilju at sigla ímillum
Suðuroynna og Havnina.
Suðuroyingar hava havt
umboð í nevndini, sum fyri-
reikar nýggjan Smyril og
tann nevndin er nú samd við
Strandferðsluni í, at eitt
vanligt skip er tann besta
loysnin, tí ein tvíkilja av-
lýsir ov nógvar ferðir fyri
veður.
Á fundinum varð full-
komilig semja um, at nýggi
Smyril skuldi vera álitið í
ferðasambandinum ímillum
Suðuroynna og Havnina.
Men alt, sum kundi koma
afturat fyri at økja túratalið
var kærkomið.
Og á tí økinum brutu suð-
uroyingar eitt tabu, sum teir
hava hildið rættiliga fast um
í fleiri ár. Og tað er tankin
um at eisini at hava eitt skip
at sigla ímillum Hvalba og
Sandoynna afturat Smyrli.
Hesin tankin hevur verið
bannlýstur í Suðuroynni,
men á hesum fundinum
vóru fleiri, eisini løgtings-
menn fyri Suðuroynna, sum
nevndi hetta sum ein møgu-
leika at fáa fleiri túrar. aft-
urat Smyrli.
uroyarsiglingina ta tíðina,
Smyril er í dokk.
Onkuntíð hevur Dúgvan
siglt, men tað eru suðuroy-
ingar so misnøgdir um, tí
hon nøktar ikki tørvin, at
Tvøroyrar Býráð hevur
beinleiðis samtykt, at hon
fær ikki keipláss á Tvøroyri.
Tað eina árið var tað í
Fundurin er ein avleiðing
av teimum ótryggu viður-
skiftunum, sum ár eftir ár
stinga seg upp, hvørja ferð,
Smyril skal á beding til eft-
irlit- og tað er einaferð um
árið.
Næstan hvørt á er heilt til
tað síðsta stórt ivamál um,
hvat skip fæst at røkja suð-
herfyri.
Suðuroyar Kunningar-
stova hevði boðað umboð-
um yri øllum bý- og bygda-
ráðunum í Suðuroynni, um-
framt løgtingsmonnunum
fyri Suðuroynna, til fundar
at tosa um samferðsluvið-
urskiftini ímillum Havnina
og Suðuroynna.
ÁKI BERTHOLDSEN
–Tað er neyðugt, at eitt av-
loysaraskip fyri Smyril
kemur beinleiðis á fíggjar-
lógina.
Hetta var ein niðurstøða
á samferðslufundinum, sum
Suðuroyar Kunningarstova
skipaði fyri nú ein dagin
Avloysaraskip fyri Smyril má á fíggjarlógina
– Smyril verður liðugur á skipasmiðjuni tá ið vit hava avtalað, at hann skal vera liðugur,
Og tað er týsdagin, sigur Magnus Magnussen, tekniskur stjóri á Strandferðsluni
støðirnar kring landið
Í Gundadali
tel. 31 47 70
Í Kollafirði
tel. 42 10 83
Í Saltangará
tel. 44 91 33
Í Klaksvík
tel. 45 73 53
Í Sørvági
tel. 33 20 01
Í Leirvík
tel. 44 33 60
Í Skálafirði
tel. 44 12 00
VIKA 24
VIKA 24
1 American Pie
1 American Pie
2 Instinct
2 Instinct
3 Thomas Cr
3 Thomas Crown Af
own Affæren
en
4
4 Fight Club
Fight Club
5
5 Deep Blue Sea
Deep Blue Sea
6 T
6 Teaching Mrs. T
eaching Mrs. Tingle
ingle
7 End of days
7 End of days
8 She's all that
8 She's all that
9 Star W
9 Star Wars
ars Den usynlige fjende
Den usynlige fjende
10 I Kina spiser de hunde
10 I Kina spiser de hunde
p e t u r & p e t u r 3 2 0 8 7 0
The Hounting
Blue Streak
Dánjal Højgaard
Boðskapurin er greiður.
Føroyingar mugu sjálvir
avgera framtíð sína. Uttan
uppílegging frá grannalond-
unum.
Tað halda tríggir norður-
lendskir ráðharrar, sum
hava verið á fundi millum
norðurlendsku samstarvs-
ráðharrarnar í Føroyum
hesa vikuna.
Spurningurin um framtíð-
arstøðu Føroyar hevur kort-
ini ikki verið umrøddur á
fundinum.
- Hetta er ikki rætta forum
at viðgera slíkt mál, slær
íslendski ráðharrin, Siv
Friðleifsdóttir, fast.
Kortini eru ráðharrarnir
úr Íslandi, Noreg og Finn-
landi sinnaðir at gera við-
merkingar til, hvussu tað er
at vera granni hjá einum
landi, har stýrið ætlar sær
fullveldi.
Virða úrtslitið
Finski ráðharrin, Jan Erik
Enestam, sigur, at spurning-
urin um ein sjálvstøðugan
føroyskan stat ongantíð
hevur verið viðgjørdur í
finsku stjórnini.
- Finnland hevur yvirhøv-
ur ikki viðgjørt hendan
spurningin. Hetta er eitt
mál, sum einans viðvíkur
Føroyum og Danmark, og
vit virða tað úrtslit, sum
kemur burturúr, sigur Jan
Erik Enestam, sum umsitir
verjumál í finsku stjórnini.
- Hetta er ikki eitt mál
sum finska stjørnin eigur at
leggja seg út í, leggur hann
afturat.
Innanhýsis mál
Í Íslandi hevur forsætisráð-
harrin eftir fyrispurningi úr
Altinginum játtað at mekla
millum Føroyar og Dan-
mark, gerst tað neyðugt. Ís-
lendski ráðharrin, Siv Frið-
leifsdóttir leypur kortini
ikki framav.
- Hetta er eitt innanhýsis-
mál, sum føroyingar sjálvir
viðgerð nú. Vit skulu ikki
leggja okkum beinleiðis út
í hetta. Hetta er eitt mál,
sum
føroyingar
sjálvir
mugu taka støðu til, sigur
Friðleifsdóttir, sum umsitir
umhvørvismál í íslendsku
stjórnini.
Viðkemur ikki okkum
Norski ráðharrin, Jørgen
Kosmo, heldur, at spurning-
urin um føroyskt fullveldi
hevur einki við Noreg ella
norðurlond at gera sum so.
- Hetta málið viðkemur
okkum ikki. Hetta avgera
føroyingar sjálvir. Hetta er
hvørki eitt mál fyri norður-
lond ella fyri Noreg. Hetta
málið mugu føroyingar og
Føroyar loysa í samstarvi
við Danmark, sigur Kosmo,
sum umsitir arbeiðaramál í
norsku stjórnini.
- Viðurskiftini millum
Noreg og Føroyar verða
ikki broytt um Føroyar fáa
fullveldi ella halda fram
saman við Danmark, sigur
Kosmo.
Ikki sum Baltalond
Umboð fyri landsstýri hava
í donskum fjølmiðlum tengt
sjálvstýristilgongina í Før-
oyum saman við hana í balt-
isku londunum. Sagt hevur
verið, at stívrenda danska
støðan er í andsøgn við ta
hjálp, danir í síni tíð veittu
baltum, tá teir loystu frá
gamla Sovjettsamveldinum.
Men samstarvsráðharrar-
nir í Íslandi, Noreg og Finn-
landi tykjast at halda lítið
um samanberingina hjá
landsstýrisumboðunum.
- Hatta er hvør sítt. Balt-
isku londini vóru hertikin
av
Sovjettsamveldinum
undir kommunismuni, og
søguliga bakgrundin hjá
Føroyum er jú ein onnur,
sigur
norski
ráðharrin,
Kosmo.
Finski ráðharrin, Enest-
am, sum eisini umsitir tey
sonevndi
nærøkini
hjá
Finnlandi - Russland og
baltalond, dámar sera illa
spurningin.
- Hevur tú okkurt skila-
gott at spyrja um, so skal
eg svara. Men hesum kjak-
inum vil eg ikki vera við í.
Hetta viðkemur slett ikki
Finnland. Vilja føroyingar
hava loysning so er tað í lagi
fyri Finnland. Vilja teir ikki
tað, er tað eisini í lagi fyri
okkum.
Íslendski ráðharrin, Siv
Friðleifsdóttir, tekur undir
við norska starvsbróðuri
Kosmo. Føroyar og balta-
lond eru hvør sítt heldur
hon og hevur hug at slætta
sjógv:
- Vit eru so mikið fólkalig
í norðurlondum, at vit fara
ikki at leggja okkum út í
eitt innanríkismál, sum her
er talan um. Føroya fólk má
avgera, hvat tað vil í hesum
stóra máli. Tað hevði ikki
verið til gagns fyri nakran,
um onnur lond av álvara
koma upp í leikin, sigur
hon.
Einki verður broytt
Spurninguri er um tað fær
nakrar avleiðingar fyri sam-
starvið millum norðurlond,
um ríkisrættarliga støða
Føroya verður broytt.
Norski ráðharrin heldur
ikki, at hetta fer at hava
nakran praktiskan týdning
fyri samstarvið.
- Avleiðingarnar vera sera
smáar. Føroyar taka sum er
lut í norðurlendska sam-
starvinum, og hetta fara tær
eisini at gera, um so er at
tær vera eitt sjálvstøðugt
ríki. Eg vænti ikki at hetta
fer at hava nakran praktisk-
an týdning, sigur Kosmo.
- Norðurlond eru friðarlig
lond, har demokratiið vald-
ar. Vit tosa saman um allar
trupulleikar, sigur hann.
Og finski ráðharrin, Ene-
stam er púra samdur:
-Eg dugi ikki, at sígga, at
tað fer at gera nakran mun,
um vit fáa eitt norðurlendskt
ríki afturat. Tað hevur ongan
stórvegis týdning.
Íslendski ráðharrin, Frið-
leifsdóttir, heldur hinvegin,
at spurningurin um leiklut
Føroya í norðurlendskum
høpi er ikki so einfaldur at
svara:
- Hetta veldst um, hvørja
støða føroyingar fáa í Norð-
urlandaráðnum og norður-
lendska ráðharraráðnum.
Tað verður sjálvsagt ein
samráðingarspurningur.
- Sjálv haldi eg, at vera
Føroyar eitt sjálvstøðugt ríki
so er tað púra nattúrligt, at
tær fáa sjálvstøðuga umboð-
an í Norðurlandaráðnum í
ráðharraráðnum, sigur hon.
Norðurlond varin
í fullveldismálinum
Fullveldið er eitt innanhýsismál millum Føroyar og Danmark. Støða Føroya kann ikki sammetast
við støðuna hjá baltisku londunum, tá ið tey loystu. Tað halda norðurlendsku samstarvsráðharra-
rnir úr Norra, Íslandi og Finnlandi, sum hava verið í Føroyum hesa vikuna
Samstarvsráðharrarnir í Finnlandi, Íslandi og Noreg vóru mikudagin útferð við Norðlýsinum. Í tí viðbrekna fullveld-
ismálinum tykjast teir vera í sama báti. Úr stýriborði finski verjumálaráðharrin, Jan Erik Enestam íslendski um-
hvørvisráðharrin, Siv Friðleifssdóttir og norski arbeiðaramálaráðharrin Jørgen Kosmo.
Mynd: Jens Kristian Vang