fríggjadagur 16. juni 2000síða 4
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 113 - 16. juni 2000
6
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 113 - 16. juni 2000
Annfinn Brekkstein sigur, at fyrstu tíðina verða tað
bara Føroya Keypsamtøka og Miklagarður, sum fara
at selja føroysk egg
Mynd: Álvur Haraldsen
Uppgangur á hásumri. Summarmynd úr Kvívík
Mynd: Jens Kristian Vang
Hóast hásummar er, var veðrið heldur ófantaligt mánakvøldið og týsnáttina
Tað var sum at hoyra veður-
líkindini mitt um veturin, tá
lurtað varð eftir Útvarpinum
týsmorgunin. Stormávaring
og alduhædd oman fyri átta
metrar.
Einki er kortini frætt um
skaðar nakrastaðni, hóast
rættiligur uppgangur var
summastaðni.
Eisini var heilt nógvur
vindur. Av Akrabergi varð
boðað frá vindmegi 29 til
35 m/s.
Í Kvívík var rættiligt brim
týsmorgunin. Myndamaður
okkara, Jens Kristian Vang
var úti við myndatólinum
og tók myndina, sum víst
er omanfyri.
ej
Summarveður
Kirkjubøar Kommuna
fingið búmerki
Kirkjubøar Kommuna hevur fingið nýtt búmerki, og ongum nýtist at ivast í, tá
ein sær búmerkið, hvør tað er, sum eigur
EDVARD JOENSEN
Múrurin í Kirkjubø er nú
alment búmerki hjá Kirkju-
bøar Kommunu.
Kirkjubøar
Kommuna
skrivaði í fjør út kapping um
at gera nýtt búmerki til
kommununa.
Í dómsnevndina, sum
skuldi døma innkomnu upp-
skotini vórðu vald:
Gunnar Hoydal, rithøv-
undur, Jákup Zachariassen,
grafikari, Hannis Egholm,
arkitektur og Óluva Nicla-
sen,
bygdarráðslimur
í
Kirkjubøar Kommunu.
Tað komu 17 uppskot til
nevndina at taka støðu til.
Á samkomu á Velbastað í
gjár vóru vinnarauppskotini
kunngjørd. Latnar vórðu
virðislønir fyri trý tey bestu
uppskotini.
Vinnari gjørdist Anni
Arge Lamhauge úr Havn,
sum hevði teknað Kirkjubø-
múrin.
Í grundgeving síni fyri at
velja hetta uppskotið sigur
dómsnevndin, at :
»...Uppskotið er søguliga
eyðkennið fram um onnur
og soleiðis skapað, at eing-
in, ið sær búmerkið, ivast í,
hvørja kommunu í Føroy-
um, talan er um.«
Anni Arge Lamhauge hevur gjørt nýggja búmerkið
Mynd: Jens Kristian Vang
Fyrstu egg-
ini á markn-
aðin í dag
Fyrstu eggini úr nýggja høsnar-
húsinum á Velbastað koma vænt-
andi á marknaðin í dag
EDVARD JOENSEN
Seinnapartin í dag fer aft-
ur at bera til at fáa føroysk
egg í handlunum.
Fyrstu eggini frá nýggja
eggvirkinum á Velbastað
fara á marknaðin í dag,
sigur Annfinn Brekkstein,
sum eigur virkið.
Annfinn
Brekkstein
segði, tá Sosialurin tosaði
við hann í gjár, at fólk frá
Heilsufrøðiligu Starvs-
stovuni skuldu koma at
góðkenna virkið, og so
skuldi verið klárt at
pakka.
Í nýggja høsnarhúsi-
num á Velbastað ganga
3.200 hønur, sigur Ann-
finn Brekkstein. Hann
roknar við, at tá verpingin
verður í hæddini, fara
hønurnar at verpa umleið
2.000-2.500 dagliga. Men
tað verður ikki beinanveg,
tí enn eru hønurnar rætti-
liga ungar, sigur hann.
Annfinn
Brekkstein
sigur, at eggini, sum nú
koma á marknaðin, bert
verða at fáa i Føroya
Keypssamtøku og í Mikl-
agarði. Hann klárar stutt
sagt ikki at lata meira, enn
hesir handlarnir hava bið-
ið um. Eftirspurningurin
eftir nýggjum, føroyskum
eggum er størri, enn virk-
ið klárar at lata. Tað er í
løtuni einki annað egg-
virki í landinum.
Annfinn
Brekkstein
sigur, at hann kann ikki
siga nakað um prís í
handlinum. Hann avgera
handlarnir sjálvir. Hann
hevur roynt, sigur hann,
at fáa eina prísavtalu, men
tað er ikki loyvt sambært
kappingarreglunum.
Men hann sigur, at
hansara vørumerki verð-
ur, at nú fer altíð at bera
til at keypa nývorpin egg,
so føroyingum ikki long-
ur nýtist at halda seg til
niðurkøld innflutt egg.
Vinnarin fekk ein kekk
upp á 4.000 krónur í fyrstu
virðisløn.
Onnur virðisløn, sum er
ein kekkur áljóðandi kr.
3.000, fór til Martin V. Tór-
garð í Havn.
Hann hevði teknað Malt-
esarakrossin, sum er at
síggja í Kirkjubømúrinum.
Um hansara uppskot sig-
ur dómsnevndin:
»...Uppskotið er grafiskt
einfalt og avmyndar vígslu-
kross, ið umframt at vera
eyðkenni á staðnum, gevur
samband við søgu og
kristnitrúgv.«
Triðju virðisløn á kr.
1.500 fekk Oddbjørg Poul-
sen í Havn.
Eisini hon hevði brúkt
evni úr Múrinum til sítt upp-
skot.
Hennara uppskot var ein
tekning av hurðini millum
forkirkjuna og skipið í Múr-
inum.
Um
uppskotið
sigur
dómsnevndin:
»...Uppskotið er tað ein-
faldasta av teimum inn-
komnu, eitt tekin, sum
minnir um tað farna, men
samstundis er opið og
dreymakent.«