fríggjadagur 16. juni 2000síða 5
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Drotning Ingridar-
barnagarður 50 ár
Drotning Ingridar Meinigheitsbarnagarður heldur 50 ára stovning-
ardag leygardagin tann 17. juni
Hósdagin 15. juni 2000
fyllir barnagarðurin 50 ár,
og í tí sambandi verður
opið hús í barnagarðinum
leygardagin tann 17. juni
frá kl. 12 til 16.
Skráin fyri dagin verður
henda:
kl. 11:
Familjugudstænasta
í
Vesturkirkjuni, har m.a. øll
børnini í barnagarðinum
fara at syngja, kórið
Aurora Borealis fer at
syngja og bíbliusøga verð-
ur lisin
kl. 12–16:
Opið hús í barnagarðinum,
har øll eru vælkomin
kl. 12–16:
Framsýning av myndum
v.m. og ljósbíløt
kl. 12.30:
Børnini í barnagarðinum
syngja í kór
kl. 13.00:
Hornorkestrið hjá Frelsun-
arherinum spælir
kl. 13.30:
Sjónleikur, sum børn í
barnagarðinum spæla
kl. 14.00:
Kórið Ten-sing syngur
gospelsangir
kl. 14.30
Sjónleikur, sum børn í
barnagarðinum
spæla
(sami leikur)
kl. 16.00
Tiltakið endar
Øll tiltøkini eru almenn.
Alnót 10 mió kr í nýggjum kapitali
Telefelagið Alnót fekk mik-
udagin 10 mió kr í nýggjum
partapeningi.
Høvuðsíleggjararnir eru
Framtaksgrunnur Føroya,
Kaupthing og ein svenskur
íleggjari. Harafturat eru
smærri føroyskir íleggjarar,
m. a. KT-fyritøkan VIT,
sum setti felagið á stovn fyri
einum ári síðani. Felagið
hevur føroyskan meiriluta.
Nevndarlimir í felagnum
eru Jóannes Kjølbro, Jens
Kári Vilhelm, Jan Otto S.
Holm, Halvor Snarvold og
Meinhard Jacobsen. Nevnd-
in skipar seg ein av komandi
døgunum.
Alnót fer at veita fjarskift-
istænastur til heystar.
EYÐUN KLAKSTEIN
Professari í altjóða politikki
á universitetinum í Keyp-
mannahavn heldur, at tað
fer ikki at eydnast føroying-
um at fáa nakað burtur úr at
brúka hernaðarmál í sam-
ráðingunum við stjórnina.
- Hetta fer at miseydnast.
Eftir Kalda Kríggið hava
Føroyar ongan serligan leik-
lut havt í hernaðarligum
samanhangi, sigur Ole Wæ-
ver, sum hevur verið limur
í donsku Forsvarskommiss-
ionen, við danska blaðið
Berlingske Tidende í gjár.
Landsstýrið sigur seg
hava funnið fram til, at Dan-
mark hevur spart einar 30
milliardir í verjuútreiðslum,
tí teir hava brúkt Føroyar í
NATO-høpi.
- Hetta passar ikki. Dan-
mark hevur fingið ein ávís-
an fíggjarligan fyrimun í
NATO-samstarvinum, men
hetta er við vissu orsakað
av Grønland, sum hevur
havt nógv størri týdning enn
Føroyar fyri USA, sigur Ole
Wæver við danska blaðið.
- Um Føroyar ikki høvdu
samstarvað við NATO und-
ur Kalda Krígnum, so hevði
NATO funnið eitt annað
stað til radarstøðina.
Slapp ikki á
dagskránna
Undan
samráðingunum,
sum vóru í gjár, hevur drúgt
brævaskifti verið millum
løgmann og forsætisráð-
harran um júst hernaðarmál.
Landsstýrið krevur eina
kunning frá donsku stjórn-
ini um leiklutin, sum Før-
oyar hava havt og hava í
verjupolitiskum viðurskift-
um. Hetta vil landsstýrið
hava at vita, tí tað skal brúk-
ast sum grundarlag fyri at
leggja framtíðar politikkin
til rættis á verjuøkinum.
Forsætisráðharrin vil ikki
geva landsstýrinum nakra
kunning uttan hana, sum
Verjumálaráðið hevur gjørt.
Í notatinum frá Verjumála-
ráðnum eru bara faktuellar
upplýsingar um virksemi
hjá donsku verjuni í Føroy-
um, og einki nýtt er í hesum
notati.
Hóast landsstýrið kravdi
at fáa hernaðarmál við í
dagskránna fyri fundin í
gjár, so kom tað ikki við.
Danski forsætisráðharrin
vildi ikki hava hetta mál við
í dagskránna, og tí bakkaði
landsstýrið. Um partarnir
ikki høvdu verið samdir um
dagsrkánna, hevði tað ikki
latið seg gjørt at havt nakran
fund.
Føroyar ongan
týdning fyri NATO
Danskur hernaðarserfrøðingur heldur, at fíggjarligi fyri-
munurin, sum Danmark hevur fingið í NATO-samstarvi-
num, er orsakað av Grønlandi og ikki Føroyum
Leygardagin 3. juni hevði
ein stórur partur av bygdar-
fólkinum í Leirvík leitað
sær niðan í viðarlundina,
tað sokallaðu Limmilundi-
na, til hátíðar- og hugnaløtu.
Sólin skein bæði oman og
niðan hesa fagnaðarstund,
og løtan gjørdist ógloym-
andi fyri bygdarfólkið.
Umhvørvisbólkurin
í
Leirvíkar kommunu hevði
lagt dagin til rættis. Á
skránni var nógvur sangur
og tónleikur m.a. sang frá-
líka genturkórið í Leirvík
nakrar sangir. Sum eitt ser-
ligt tiltak varð skipað fyri,
at allir næmingarnir í kom-
andi 1. flokki í Leirvíkar
skúla sluppu at gróðurseta
hvør sítt træ saman við for-
eldrum sínum. Tað tað var
liðugt, hevði bygdarfólkið
høvi til at fáa ein plantu-
pakka við ymskum trøum í.
Bygdarráðsformaðurin
Sjúrður Eliasen segði eisini
nøkur orð. Hann nevndi m.
a. at tiltakið í viðarlundini
var serliga ætlað at gera fólk
varug við henda blettin í
náttúru okkara.
- Eg minnist henda blett-
in, sum nú er okkara viðar-
lund, sum eitt vanligt gerði,
eins og øll onnur gerðir, her
í bygdini.Hetta var í mínum
uppvøkstri gerðið hjá teim-
um úti á Bø, Oliviu og John.
Kúgvin var týdningarmikil
í mínum uppvøkstri, og her
kundi tú um summrarnar
síggja tey úti á Bø knossast
við hoyggið. Tíðir broytast.
Kúgvin er ikki longur í
hvørjum kjallara í bygdini.
Traðirnar fóru smátt um
smátt at verða brúktar til
annað enn tað at fáa kúnna
undan við. Olivia og John
valdu hetta, og nú er viðar-
lundin her. Øll vita vit, at
tað er eitt megnar arbeiði
tey bæði við sínum hava
lagt í viðarlundina, sum vit
øll nú kunnu frøast um. Tey
hava gjørt eitt megnar slóð-
brótandi arbeiði, og tøkk fái
tit fyri tað.
Serligur
gestarøðari
henda dagin var Tróndur
Leivsson, skógfúti. Hann
greiddi frá, at tað at planta
trø í Føroyum er fyrndar-
gamalt. Í fleiri útgrevstrum
eru funnin dømi um, at trø
hava verið plantað í Før-
oyum í gamlari tíð, so at
siga, at træplanting ikki ber
til her á landi er ikki rætt.
Tróndur nevndi eisini, at
tað, at bygdir eru vorðnar
vetrarfriðaðar fyri seyð,
hevur gjørt træplanting hóp-
in lættari.
Ein serlig heiðursgáva frá
Leirvíkar kommunu varð
handað Oliviu Joensen. Tað
var Tórhild Bjarkhamar,
bygdarráðslimur og for-
maður í umhvørvisbólki-
num hjá Leirvíkar komm-
unu, sum handaði gávuna.
Gávan er ein skál úr ahorn-
viði, sum Ole Jacob Niel-
sen,
listamaður,
hevur
dreygað. Tórhild segði m.a.:
- Tolin trívst og treiskur
vinnur, sigur eitt gamalt orð.
Hetta mugu vit øll sanna,
nú vit í dag eru savnað her í
Limmilundini til hátíðar-
halds. Høvdu tygum, saman
við manni tygara, ikki verið
so íðin og trúføst í tygara
arbeiði at gróðurseta hesa
viðarlund, so høvdu vit,
sum í hesi bygd búgva, ikki
kunna latið eygað skoðað
og sinnið glettst um ta sjón,
ið møtir okkumm, tá vit
leita okkum niðan á Brekk-
ur. Tað, sum tygum her hava
framt, fer at standa sum eitt
prýðiligt stórverk. Henda
viðarlund fer at verða upp-
vaksandi ættarliðnum eitt
fyridømi um, at við kær-
leika og nærlagni til náttúr-
una kunnu tey útinna nógv,
sum er til gleðis og gagns
fyri
mong
menniskju..
Hjartans tøkk, Olivia.
Væleydnaða
løtan
í
Limmilundini endaði við, at
tað nógva fólkið, sum var
komið saman, setti seg at
eta matpakka, meðan tey
nutu tað vælsignaða góð-
veðrið.
rb
Hátíðarløta í Leirvík
Tórhild Bjarkhamar, bygdarráðslimur, handar Oliviu
Joensen heiðursgávu.
9
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 113 - 16. juni 2000
8
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 113 - 16. juni 2000
HØGNI MOHR
Gløgt er gestsins eyga,
verður tikið til. Men hetta
er ikki altíð galdandi fyri
donsk tíðindafólk, sum vitja
í Føroyum. Seinastu tíðina
hava fleiri danskir fjølmiðl-
um verið í Føroyum í sam-
bandi við kongligu vitjan-
ina. Summi av skrivaðu
brotunum, ið spurdust burt-
ur úr, eru rættiliga villleið-
andi og onnur púra skeiv.
Tíðindaflutningurin fór
beinanvegin av sporinum,
tá ið Drotningin steig fótin
á eystaru bryggju. Føroy-
ingar, ið lósu Jyllandspostin
um vikuskiftið, mundu helst
stúrsta við, tá ið blaðið
greiddi frá móttøkuni á mol-
anum. Sambært blaðið vóru
fleiri túsund føroyingar og
fagnaðu hennara hátigni.
Men sambært keldum í løg-
regluni í Havn var talið 200
- 400; flestu teirra eldri kon-
ur og børn.
B.T. 13. juni
Hóast løgmaður nýtti minni
enn tíggjundapart av røðu
síni til drotningina í Fugloy
at kunna um politisku støð-
una millum Danmørk og
Føroyar, staðfestir fyrra-
partsblaðið, B.T., at: »An-
finn Kallsberg...nýtti stóran
part av tíðini upp á ynski
oyggjanna
um
sjálv-
bjargni«.
Berlingske Tidende
13. juni
Sigmundarkvæði, yngra,
verður á donskum nevnt
»Sigurdskvadet«
í
Berlingske Tidende. Tjóð-
sangur okkara, tú alfagra
land mítt, eitur sambært
sama blað, »Guð signi Før-
oyar, várt land«
Danska blaðið skrivar
eisini, at elsti maður í Fugl-
oynni, Mouritz Sørensen
býr í gomlu húsum sínum í
Kirkjubø. Og blaðkonan
heldur í somu grein fram at
tosa um Kirkjubøar-búgv-
arnar í Fugloynni.
Politikken 13. juni
Skerpikjøt luktar rotið, og
tað er tað eisini, er ein av
niðurstøðunum hjá blað-
manni á Politikken, sum
hevur verið við hennara há-
tigni úti í Fugloy, har vert-
irnir borðreiddu við før-
oyskum krási.
Fingið skeivar
upplýsingar
Hvør orsøkin til óneyva
tíðindaflutningin er, ber ikki
til at staðfesta. Men Sosial-
urin ringdi til tíðindakonuna
á Berlingske Tidende, Britu
Stenstrup, sum var við í
fylginum í Fugloy. Vit
kunnaðu hana um villurnar
í blaðnum, m.a., at tjóð-
sangurin ikki eitur, »Guð
signi várt land«. Danska
blaðkonan var eitt sindur
illa við:
- Hvat...hvat...hvat eitur
hasin sangurin so..?
Tú alfagra land mítt..!
- ehh...ehh...júmenn...
Hevur tú verið í Fugloynni
sjálv?
- Jú, eg var har úti. Eg
stóð har undir liðini á teim-
um, ið sungu. Men...ehh...
eg skilji jú ikki, hvat mann
syngur...
Hvaðani hevur tú so fingið
heitið á tjóðsanginum?
- Tað veit eg ikki. Einum
av teimum lokalu...
Ikki illvilji
Í greinini hjá Britu Stenst-
rup er Kirkjubøur fluttur út
í Fugloynna, men blaðkon-
an vil vera við, at hon ikki
Óneyv donsk tíðindi
TÍÐINDAFLUTNINGUR. Summir danskir fjølmiðlar eru
ikki nóg hegnisligir, tá ið teir viðgera føroysk viðurskifti.
Donsk blaðkona sigur, at illvilji ikki er orsøkin
hevur skrivað tað. Villuna
man onkur av redaktións-
sekreterunum eiga, gitar
Brita, sum fer at kanna,
hvør hevur rættað tekstin
hjá sær skeivan.
Brita Stenstrup hevur
onga ítøkiliga viðmerking
til, hví so nógvar villur eru
Danskir skemtiteknarar duga væl at finna stuttlig og persónliga ólitað evni um Før-
oyar. Men eisini álvarsom donsk blaðfólk, sum skriva um okkum, fáa føroyingar at
smírast. Orsøkin er, at tíðindaflutningur teirra í nógvum førum er óneyvur ella bein-
leiðis skeivur.
Tekning: Niels Bo Bojesen í Berlingsle Tidende 14.06.00
í donskum bløðum, tá ið
føroysk viðurskifti verða
viðgjørd. Men hon leggur
dent á, at tað ikki er illvilji,
ið er orsøkin. Kortini vænt-
ar hon ikki, at mistøkini
verða rættað í blaðnum
Vælumtókta H-vindeyga í nýggjum búna
Nýggja H-vindeyga, ið er klætt við aluminium á útsíðuni, gevur framúr viðlíkahalds
fyrimunir, samstundis sum umhvørvi og trivnaður innandura verður gingin á møti
við límtræði. Nú kanst tú eisini velja millum topp- ella síðusving vindeygu, ið kunnu
snarast runt, so tey eru løtt at vaska.
Vindeygað verður liðugt viðgjørt - lakk-sproytað - bæði innan og uttan, síðan verður
tað klætt við aluminium í tí liti, tær dámar best.
Ring á 33 21 77 og bið om brochuru og legg summarfrítíðina til rættis!
Vatnsoyra
Vatnsoyra Snikkaravirki pf.
H
www.h-window.fo
10 ára trygd
stephanssons hús
Smyrja ella Smyril Line?
Bispafundur í Føroyum
Nú donsku biskuparnir vóru samlaðir í samband við túsundárahaldið í
Føroyum, nýttu teir høvi at halda ein sonevndan bispafund
árum síðan upp á tal at gera
eitt líknandi samstarv, sum
tó var nógv meira umfat-
andi. Tað var tað sonevnda
Porvo samstarvið. Men før-
oyingar vildu ikki uppí, og
tískil varð tað av ongum.
Hans Jacob Joensen, bis-
kupur, sigur, at tað kortini
ikki eru biskuparnir, sum
avgera, um farast skal í slíkt
samstarv. Tað ger tað Mill-
umkirkjuliga Ráðið. Men
biskuparnir hava viðmælt,
at samstarvið verður tikið
upp.
Millumkirkjuliga ráðið er
ráð, sum valt er eftir fólka-
Biskupar og prestar á veg úr Havnar Kirkju eftir hátíð-
arguðstænastuna hvítusunnudag
Mynd: Jens Kristian Vang
tingslóg. Ráðið er mannað
við einum umboði fyri
hvørt stift í Danmark, og tað
skulu altíð vera tveir bis-
kupar limir í ráðnum. Før-
oya hava eygleiðarastatus í
ráðnum, og føroyski eyg-
leiðarin er Uni Næs, sóknar-
prestur í Fuglafirði.
Millumkirkjuliga Ráðið
hevur
skrivstovu
í
Danmark, sum virkar alla
tíðina, hóast sjálvt ráðið
verður valt av nýggjum.
Skrivstovan verður rikin við
kirkjuligum peningi. Tað vil
siga av tí kirkjuskatti, sum
danir gjalda.
EDVARD JOENSEN
Fríggjadagin fyri hvítu-
sunnu var bispafundur hild-
in í Føroyum, nú bisparnir
vóru savnaðir kortini.
Hans Jacob Joensen, bis-
kupur sigur, at tað vóru fyri
tað mesta intern donsk mál,
viðgjørd vórðu á fundinum.
Tó var okkurt, sum við-
kemur Føroyum.
Her nevnir hann, at tosað
varð um at legja tær ymsu
prestaligu eftirútbúgvingar-
nar saman, soleiðis at alt
fæst á einum stað. Sum er,
sigur biskupur, er neyðugt
við ymsum støðum at fáa
tær ymsu greinarnar upp á
pláss.
Fólk halda helst, at alt
gongur fyri seg á presta-
seminarinum, men soleiðis
er ikki. Í dag eru tað, sum
sagt, fleiri støð, og tað ætla
biskuparnir at broyta.
Eitt annað, tosað varð um
á bispafundinum, var ein
avtala millum týsku reform-
ertu kirkjurnar og donsku
fólkakirkjuna, sum før-
oyska kirkjan er partur av.
Talan er um eitt samstarv,
sum í stuttum ger, at prest-
arnir í teimum ymsu kirkj-
unum uttan nakað kunnu
gera fulla tænastu í kirkjum
hjá øðrum kirkjusamfelag.
Hans Jacob Joensen, bis-
kupur, sigur, at norska
kirkjan longu hevur slíka
avtalu.
Annars var fyri nøkrum