Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-06-16, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. juni 2000síða 6

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindablaðið sosialurin Nr. 113 - 16. juni 2000 10 tíðindablaðið sosialurin Nr. 113 - 16. juni 2000 - Verður skiftistíðin eini 12-15 ár, so taki eg undir við fullveldi- num, um avtalan ann- ars hevði verið nøkt- andi fyri føroyska samfelagið, sigur Halla Nolsøe Poulsen Tað verður nógv tosað um skiftistíðina í sambandi við føroyska fullveldið, og hes- in parturin av samráðingum er eisini avgerandi fyri, um Halla Nolsøe Poulsen kann taka undir við fullveldinum. - Eg dugi illa at ímynda mær, at tað ber til at taka fullveldi við eini skiftistíð upp á fýra ár, sigur hon. Halla hevur lisið stjórnmál- afrøði í tvey ár. - Men er skiftistíðin eini 12-15 ár, so taki eg undir við fullveldinum, um avtal- an annars hevði verið nøkt- andi fyri føroyska samfel- agið. Hon er samd við teimum sum siga, at um skiftistíðin verður fýra ár, so er ikki neyðugt við nakrari fólka- atkvøðu, tí føroyingar fara við vissu at atkvøða nei. Danir sakna sjónarmið Halla Nolsøe Poulsen sigur, at danir, sum hon lesur sam- an við, sakna, at føroyingar gera meira vart við síni sjónarmið. - Tað er so typiskt før- oyskt, at vit helst tiga, men danir eftirlýsa, at vit koma meira fram við okkara sjón- Skiftistíðin avgerandi armiðum, sigur hon. Halla sigur, at tey fólkini, sum hon lesur saman við, ikki hava so negativan hug- burð mótvegis føroyingum, sum so nógvir aðrir danir hava. - Tey duga at síggja málið frá báðum síðum, og tey vita eisini, at tað ber illa til at taka eina avgjørda støðu, um tú ikki ert væl inni í málinum. Vita lítið Men Halla sigur seg kenna væl til tann meira útbreidda hugburðin millum danir, sum eisini gevur seg til kennar í lesarabrøvum í donsku fyrrapartsbløðu- num. Hon leitar nøkur útklipp fram, sum hon hevur lagt til síðis, nevniliga sum dømi um niðursetandi hugburðin hjá dønum. - Danir vita lítið um full- veldismálið, men tann van- liga hugsanin hjá teimum er, at danir skulu gjalda, og før- oyingar skulu ráða. Halla sigur, at umframt skiftistíðin, so metir hon eisini viðurskiftini hjá før- oyskum lesandi í Danmark at hava stóran týdning í samráðingunum. Skulu vísa at tað ber til Súsanna Leo heldur, at tað er rætt at taka fullveldi, men fyrst skulu føroyingar vísa, at tað ber til - Eg havi ikki heilt álit á, at tað ber til at taka fullveldi, og tí skulu vit vera varðin, sigur Súsanna Leo úr Vági. Hon lesur løgfrøði á univer- sitetinum í Keypmanna- havn. Hon sigur, at hon tekur undir við fullveldistanka- num, men fyrst skulu før- oyingar vísa, at tað ber til at taka fullveldi. - Tað er neyðugt við nógvum íløgum í til dømis samferðsluna og heilsu- verkið, og spurningurin er, um tað fer at lata seg gera, um vit taka fullveldi. Spyrja eitt sindur Súsanna Leo sigur, at danir, sum hon lesur saman við, spyrja við hvørt eitt sindur um føroysku fullveldisælt- anina. - Men eg haldi, at teir eru rættiliga líkaglaðir. Summi halda, at føroyingar krevja ov nógv og ikki hava uppi- borið so langa skiftistíð, sig- ur hon. - Eg hoyri bara negativar viðmerkingar um føroyska fullveldið frá dønum. Men tað upplivi eg ikki sum nakran trupulleika. so fylgir hon eitt sindur við í donsku fjølmiðlunum. - Eg avvísi ikki, at eg taki undir við fullveldinum, um skiftistíðin verður eini 15 ár, sigur hon. Fullveldi er ov stórt stig Anna Dahl, sum lesir løgfrøði í Keyp- mannahavn, er sann- førd um, at tað ikki verður eins liviligt í Føroyum, um vit fáa fullveldi –Eg ynski tað besta fyri føroyska samfelagið, og tí kann eg ikki ganga við til, at vit loysa frá Danmark, sigur ein avgørd Anna Borg Dahl úr Vági. Anna heldur, at tað kem- ur at merkjast væl á livi- líkindunum í Føroyum, um Føroyar fáa fullveldi. Hon er sannførd um, at føroyskt fullveldi merkir eitt fall í føroyska búskap- inum – serliga um tað ikki eydnast at fáa í lag eina drúgva skiftistíð 15 ár ov lítið Ein búskaparlig skiftistíð á 15 ár, sum landsstýrið hevur lagt upp til í sátt- málauppskotinum, er ikki nóg mikið til, at Anna tek- ur undir við fullveldisætl- anini. –Vit eiga at vera heilt vís í, at vit hava eina álítandi vinnu, ið kann halda sam- felagnum uppi, áðrenn vit kvetta frá Danmark, sigur hon og vísir í hesum sam- bandi á, at føroyingar eiga at tryggja sær, at olja er í undirgrundini, soleiðis, at vit hava eitt alternativ til ótryggu fiskivinnuna. Anna heldur ein stóra vanda við fullveldisætl- anini, sum hon er nú, vera, at vit fáa stóran stættar- mun í Føroyum. Fylgt ov lítið við málinum Seinastu tíðina er lesnað- urin farin við allari tíðini hjá Annu Dahl. Tí hevur hon ikki havt eins góðar stundir, sum hon kundi hugsað sær, til at fylgt við gongdini í fullveldismáli- num. – Eg havi ikki lisið tað, ið hevur staðið í føroysku bløðunum um fullveldis- málið seinastu tíðina. Tó havi eg roynt at fylgt við í donsku fjølmiðlunum, og harafturat tosa tey har heima í Føroyum altíð um fullveldismálið, tá eg ringi heim, sigur Anna Dahl. Men hon heldur kortini, at hetta ikki er nóg mikið til, at hon kann vera væl inni í málinum. Vilja sleppa av við Føroyar Á Universitetinum tosa tey donsku lesandi ofta við Annu um fullveldismálið. Sum oftast fær Anna at vita, at tað er best, um Danmark sleppir sær av við Føroyar sum skjótast. Slíkar viðmerkingar dámar ikki Annu at fáa. Men tá hon fær tær, roynir hon at greiða sum best frá føroysku viðurskiftunum. Í lesibólkinum hjá Annu skilja tey tó betur støðuna. Tey skilja eisini, at Før- oyar mugu fáa eina líkinda skiftistíð. Tað verður einki fullveldi - Eg trúgvi ikki, at hesar samráðingar- nar fara at enda við fullveldi. Tá tað kem- ur til stykkis, fara føroyingar at at- kvøða nei, heldur John Thomsen John Thomsen úr Havn ar- beiðir sum handverkari í Keypmannahavn, og á hansara arbeiðsplássi verð- ur ikki nógv tosað um full- veldi, hóast hann arbeiðir saman við føroyingum. - Eg haldi, at vit eru ov samdir til at kjakast nakað serligt. Vit plaga at tosa eitt sindur um fullveldi, tá samráðingarnar eru og donsku fjølmiðlarnir gera eitt sindur burtur úr, sigur hann. Ber ikki til at kjakast Hann sigur, at frá dønum hoyrist ein gjøgnumgang- andi niðursetandi tóni, tá teir gera viðmerkingar til føroysk viðurskifti og full- veldissamráðingarnar. - Tú kennir viðmerking- arnar aftur frá teimum smáu lesarabrøvunum í BT og Ekstrablaðnum, sig- ur hann. - Tað ber ikki til at fáa eitt kjak í lag við teir, tí teir vita einki um føroysk viðurskifti, og tí spyrst tað ongantíð nakað skilagóð prát burturúr. Verður einki fullveldi John Thomsen kennir seg sannførdan um, at tað verður einki fullveldi, hó- ast samráðingarnar millum stjórnina og landsstýrið. - Tá tað kemur til stykk- is, fara føroyingar at at- kvøða nei á eini fólkaat- kvøðu, sigur hann. - Í løtuni sært tú nógv argument fyri fullveldi- num, men eg rokni við, at tað verða argumentini hjá sambandsflokkunum sum fara at gera, at føroyingar ikki taka fullveldi, tá tað kemur til stykkis. John Thomsen sigur, at tað ber illa til at taka støðu fyri ella ímóti fullveldi- num, so leingi eingin ítøk- ilig avtala fyriliggur um, hvussu Føroyar skulu klára seg uttan ríkisfelags- skapin. Tosa nógv Føroysku útisetarnir tosa nógv um fullveldismálið, sigur Súsanna Leo. - Tað kemur stundum fyri, at donsku sjónvarpsrásirnar vísa skeiva myndir, tá tær hava innsløg um Føroyar, og tað plaga vit millum ann- að at tosa um, sigur hon. Súsanna lesur øll tey før- oysku bløðini, men hon sig- ur seg ikki nærlesa alt. Og Orð og myndir: Eyðun Klakkstein og John Johannessen Grátt. Kanska eitt sindur keði- ligt, kanska eitt sindur oyði. Men bara uttan. Inni í teimum stóru be- tongblokkunum á Oyra- sundi andar av lívi. Fólk standa í gongini og práta, summi hava skund, fara inn í tær nakað slitnu lyftirnar, sum senda tey nakrar hædd- ir upp í loft, og uppaftur onnur eru á veg av húsum. Oyrasundskollegiið kann neyvan ákærast fyri at vera sjarmerandi ella eksklusivt, men tað er heimstaðurin hjá nógvum lesandi føroying- um. Millum veggirnar inni í teimum stóru bygningu- num hoyrir tú alla tíðina før- oyska málið, og millum tey mongu andlitini eru altíð nøkur, sum tú kennir aftur. Í forhøllini er ein listi yvir øll tey, sum búgva á næm- ingaheiminum, og har er lætt at fáa eygað á nøvn, sum ljóða føroysk. Tey eru at finna allastaðni. Undir D, undir K og undir S. Og tey ikki bara ljóða før- oysk, nøvnini eru eisini før- oysk. Onkur nøvn kennir tú aftur, onkur klárar tú bein- anvegin at plasera í onkrari bygd í Eysturoynni, onnur sleppa ikki undan sínum uppruna á sunnastu oynni í landinum. Tosa nógv um fullveldi Tá tú ferðast av Christians- borg og til Oyrasundskoll- egiið, fert tú samstundis úr einum heimi, har politiska skipanin er neyvt fastløgd, har fundarskráir og yvirlit eru grundarlagið undir pol- itiska arbeiðnum og kjaki- num, og har tú møtir driv- num politikarum allastaðni. Á Oyrasundskollegiunum eru fólkini eisini politisk til- vitað, men kjakið og prátið um fullveldið fer fram í veitslum, í lyftum og í teim- um smáu íbúðunum, har føroyski blíðskapurin stór- trívist. Tey føroysku lesandi hava øll eina meining um full- veldið og fullvseldisgongd- ina, og nógv teirra eru eitt sindur ivandi. Ikki serliga ivandi um, at í Føroyum skulu føroyingar ráða, men hvussu gongdin fram móti størri sjálvstýri skal vera. Skiftistíðin - sum tað verður tosað so nógv um - er eisini avgerandi hjá nógvum av teimum før- oysku lesandi. - Eg dugi illa at ímynda Fullveldi við røttu ferðini Lesandi á Oyrasundskolleginum taka undir við fullveldistankanum, men nógv teirra meta skiftistíðina vera avgerandi fyri, um tað ber til at loysa frá Danmark. Tey halda, at ferðin á fullveldistokinum skal ikki vera so stór, at føroyska samfelagið fer at líða undir tí mær, at tað ber til at taka fullveldi við eini skiftistíð upp á fýra ár, men er skift- istíðin eini 12-15 ár, so taki eg undir við fullveldinum, um avtalan annars hevði verið nøktandi fyri føroyska samfelagið, sigur Halla Nolsøe Poulsen, sum hevur lisið stjórnmálafrøði í tvey ár. Danir lítið upplýstir Allir føroyingarnir, sum vit tosaðu við, tá vit vitjaðu á Oyrasundskolleginum mik- ukvøldið, vóru samdir um, at danir vita sera lítið um føroysk viðurskifti og um fullveldismálið. -Teir danir, sum eg komi í samband við, hava allir ein niðursetandi hugburð mót- vegis føroyingum. Sum oft- ast eru viðmerkingarnar tær, at tað er upp á tíðina, at føroyingar klára seg sjálvar uttan pengar frá øðrum, sig- ur Anna Borg Dahl, sum lesir løgfrøði á universiteti- num í Keypmannahavn. John Thomsen, sum ar- beiðir sum handverkari, kennir støðuna aftur. - Danir plaga at koma við viðmerkingum, sum tú kennir aftur frá lesarabrøv- um í BT og Ekstrablaðnum. Tað ber ikki til at fáa eitt kjak í lag við teir, tí teir vita einki um føroysk viður- skifti, sigur hann. Millum føroyingar er støðan eitt sindur øðrvísi, tí tey royna at fylgja við gongdini heima í Føroyum, og tá tey hittast í veitslum og øðrum samanhangi er prátið ofta um fullveldið. Serliga tá samráðingar eru. Og tí er væntandi, at tá føroyingar hittast á Oyra- sundskolleginum og aðra- staðni í Danmark um viku- skiftið, so fer nógv at verða tosað um samráðingarnar, sum vóru í gjárkvøldið. Samráðingar, sum skulu gera av, um føroyingar skulu hava fult ræði í Før- oyum, ella um ríkisfelags- skapurin við Danmark framhaldandi skal vera grundarlagið. Um úrslitið verður ja ella nei á eini komandi fólkaat- kvøðu fer tað neyvan at gera nakað við tann veruleika, at á Oyrasundskolleginum í danska høvuðsstaðnum eru føroyingar at síggja alla- staðni. Føroyingar sum gjarna kjakast um politisku støð- una har heima.