Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-06-16, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. juni 2000síða 7

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 tíðindablaðið sosialurin Nr. 113 - 16. juni 2000 12 tíðindablaðið sosialurin Nr. 113 - 16. juni 2000 Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúli Maritim fyrireiking Um nóg nógv tekna seg, byrjar nýtt skeið í maritimari fyrireiking mánadagin 7. august 2000 og endar við próvtøku í desember 2000. Lokið prógv gevur atgongd til víðari lestur á maskin- meistaraskúla og navigatiónsskúla. Til ber at søkja útbúgvingarstuðul. Støddfrøði á hægri støði Um nóg nógv tekna seg, skipar Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúli – í samstarvi við Maskinmeistaraskúlan og Náttúruvísindadeildina á Fróðskaparsetrinum – fyri skeiði í støddfrøði á hægri støði fyri maskinmeistarar og onnur. Skeiðið er ætlað sum partvísur sjálvlestur, og byrjar týsdagin 1. august 2000 og endar við skrivligari og munnligari próvtøku um miðjan oktober 2000. Lokið prógv gevur atgongd til støðisútbúgvingina í stødd- og alisfrøði á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum. Upptøkukrøv: • maskinmeistaraprógv • skipsføraraprógv • studentsprógv við støddfrøði B, alisfrøði B og evnafrøði C ella • onnur tilsvarandi útbúgving í støddfrøði og alis-/evnafrøði. Høvuðsevnini í undirvísingini eru: Vektorar í 2 og 3 dimensiónum, vektorfunktiónir, serligar funktiónir, markvirði, infinitesimal- rokning, differentialrokning, integralrokning, differentiallíkningar. Undirvísingartilfar: Preben Madsen: Teknisk matematik bind 2 og 3. Erhvervsskolernes forlag 1997 Hewlett Packard: HP48 roknimaskina og HP48 Brugerhåndbog. Tilmelding: Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúli Frúutrøð 1 • Postboks 353 • 110 Tórshavn Tlf. 317755 • Telefax 318250 Almenn skeið á Fróðskaparsetri Føroya 2000/2001 1) Próvskeið í føroyskum Skeið fyri tey, ið hava føroyskt sum móðurmál, byrjar á Føroyamálsdeildini 11. sep- tember í einum flokki við undirvísing mánadag og mikudag, báðar dagar kl. 16.15–18.30. Lærari: Ása Magnussen. 2) Próvskeið í enskum a) Skeið til Cambridge Certificate in Ad- vanced English byrjar á Føroyamálsdeildini 14. sep- tember í einum flokki við undirvísing hósdag kl. 13.00–16.00. - Fortreytir: Miðnámsstøði A/B ella sam- svarandi kunnleiki, eitt nú Cambridge FCE-royndin, førleiki í at nýta málið, talað og skrivað. Lærari: Sharon Christiansen, MA. b) Skeið til Cambridge Certificate of Pro- ficiency in English byrjar á Føroya Landsbókasavni 13. september í einum flokki við undirvís- ing mikudagin kl. 9.00–12.00. - Fortreytir: Staðið »Advanced Eng- lish«, málsligt students-, HF-, HH-prógv ella samsvarandi, góðan førleika at nýta málið. Lærari: Sharon Christiansen, MA. Próvtøkurnar verða í mai/juni 2001. Nágreiniligari upplýsingar og tilmeldingarbløð eru at fáa á setursskrivstovuni. Tilmelding- arfreistin er sett til 11. august 2000. Næm- ingatalið er avmarkað; næmingar verða upp- tiknir, sohvørt tilmeldingarnar koma inn, til talið er fult. Tilmeldingargjaldið er 550 kr. Fyri próvtøku í føroyskum gjalda næmingar 300 kr. Fyri próvtøku í Advanced English gjalda næmingar 800 kr. og fyri próvtøku í Proficiency 900 kr. Fyrivarni verður tikið fyri møguligum broyt- ingum. FRÓÐSKAPARSETUR FØROYA Setursskrivstovan, tlf. 31 53 02 Handan Á 5 Skopunar skúli Søkt verður eftir lærara 17 1/2 t. um vikuna til skúlaárið 2000-2001. Starvið er tíðaravmarkað. Verður lønt sam- bært avtalu millum lærarafelagið og Fíggj- armálastýrið. Umsóknir skulu vera skúla- nevndini í hendi í seinasta lagi 30. juni 2000. Skopunar skúlanevnd 240 Skopun Kvívíkar kommuna Søkt verður eftir umsjónarfólki til Válakei at byrja 1. juli 2000. Umsóknir skulu vera Kvívíkar kommunu í hendi í seinasta lagi mánadagin 26. juni 2000. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til kommunuskrivstovuna. Kvívíkar kommuna Boks 30 • 340 Kvívík • Tel. 421294 Ung í arbeiði 2000 Klaksvíkar kommuna hevur fingið játtað pening frá Føroya Landsstýri til arbeiðs- skapandi tiltøk fyri ung. Arbeiðsleys millum 16 og 26 ár kunnu koma á býráðsskrivstovuna at fáa umsóknarblað. Umsóknarbløðini skulu vera okkum í hendi innan 24. juli 2000. Klaksvíkar kommuna Frá Javnaðar- flokkinum Summarstevna 2000 verður 16. og 17. juni í Norðoyggjum Skrá: Fríggjadagin kl. 20.00 Alment mentunarkvøld í Atlantis Leygardagin kl. 09.00 Útferð til Mikladals (farið verður frá ferjuleguni í Klaksvík) kl. 14.00 Fundur í Avhaldshúsinum í Mikla- dali (viðrar verður fundurin uttan- dura) kl. 19.30 Veitsla í Skálanum í Klaksvík –––––––––––––––––––––––––––––––––––––– Javnaðarflokkurin Randarhús Millum Gilja Um hóskandi boð fæst verða eini randarhús Millum Gilja lýst til sølu. Húsini eru bygd í 1988/89, hava krúpikjallara, 2 hæddir og loft. Stovuhæddin er 69 m2, miðhæddin er 59 m2, og loftið er 30 m2. Grundøkið er 232 m2 til støddar. Gjørt er framman og aftanfyri húsini. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Advokatskrivstovuna Fr. Petersensgøta 9 Att: Fríða Patursson, adv. Halgir Winther Poulsen, adv. Magnus S. Petersen, adv. Fríða Patursson, adv. Ólavur Jákup Kristoffersen, adv. Christian Andreasen, adv. Niels Winther Poulsen, adv. Tlf. 311145 DAGFINN OLSEN Mong eru av teirri áskoðan, at tímabýtið í fólkaskúla- num í miðstaðarøkinum og í útjaðaranum er ikki rætt. Á Tvøroyri hava foreldur tikið hetta í álvara og eru farin til verka. Í vikuni høvdu foreldrini at børnum í 8. flokkunum á Tvøroyri fund og úrslitið er skriv, dagfest 14. juni 2000, har tey eggja til uppreistur, tí mett verður, at landsins myndugleikar syndra skúl- an og børnini eru við sviðu- soð. Frymil og uppreistur Í skrivinum, sum ber heitið »Tvørafólk - gerið uppreist- ur«, átala foreldrini tær sømdir, sum børnini fáa í skúlanum. Foreldrini at børnum í 8. a og b í skúla- num á Tvøroyri eru nevni- liga komin í ta støðu, at komandi skúlaár skulu flokkarnir leggjast saman, so talan verður um ein flokk við 29 næmingum. Hetta vegna vantandi tímatal. Víst verður á, at skúlar fáa tillutaðar tímar eftir ein- um frymli. Hesin frymil er so háttaður, at helst skulu vera 24 næmingar í flokku- num, tí so er eingin trupul- leiki við tímum. Í skrivinum siga foreldr- ini, at í Suðuroynni er av góðum grundum soleiðis, at tað eru ikki 24 næmingar í øllum flokkum og tí fæst ikki nøktandi tímatal. Í skrivinum siga foreldr- ini millum annað: Vit for- eldur krevja, at landsins myndugleikar syrgja fyri at okkara børn fáa sama tilboð um undirvísing eins og onn- ur børn kring um landið! Hesin rættur skuldi verið tryggjaður børnum okkara í fólkaskúlalógini, har ongin munur átti at verið, líka- mikið hvar í landinum ein býr. Í løtuni er hetta als ikki galdandi fyri skúlar í Suð- uroynni. Okkara børn verða stórliga diskriminerað, tá undirvísingartilboðum við- víkur. Vit foreldur krevja, at UMMS broytir verðandi, ónýtiliga frymil, so hesin kann nýtast til minni skúlar, har næmingatalið er undir 300. Miðstaðarøkið og restin Foreldrini á Tvøroyri meta, at talan er um mismun og Foreldur at børnum í 8. flokkum á Tvøroyri eggja nú til uppreistur, tí 8. flokkarnir har mugu leggjast saman. Orsøkin er frymilin, ið tímar verða lutaðir eftir til ymsu skúlarnir í landinum. Nú er nevniliga so, at størru skúlarnir, sum eru í miðstaðar- økinum, hava fyrimun, meðan útjaðarin bløðir. Í Undirvísingar- og Mentamála- stýrinum eru tey greið yvir trupulleikan, sum tey siga ikki er so einfaldur at loysa DAGFINN OLSEN Ivory er nýggja navnið á Eivør Pálsdóttir kvartett og talan er tískil um jazz- tónleik.Um vikuskiftið verður bólkurin á palli í Gøtu og í Havn og eisini eru fólkatónleikarar við. Leygarkvøldið 17/6 klokkan 21 skipar felag- ið Grót fyri konsert í Losjuni í Gøtu. Á skránni eru Ivory og Kári Sverrison. DAGFINN OLSEN Ódnarveðrið týsmorgunin gjørdi um seg í Skúgvi, har stórur skaði hendi í brimi í bátahylinum. Hans J. Henriksen sigur, at boðað var frá góðum lík- indum og menn hugsaðu tí ikki um at taka bátarnar upp. Útsynningur var og tað er eisini góð ætt, men seinni kom hann av útnyrðingi og menn gjørdu seg klárar at taka bátarnar upp. Hetta var týsmorgunin um hálvgum nýggju tíðina. Tað eydnaðist ikki at bjarga einum fimmmanna- fari, sum var í góðum standi og var væl útgjørt. Tað fylt- ist og lá til ónaðir í hylinum, áðrenn tað fór í knús. Menn royndu at fáa bátar upp, men hetta var trupult. Tískil fingu eisni aðrir bátar skaða. Millam annað eitt 7 mannafar og eitt 10 manna- far. Menn í vanda Menn stóðu undir garðinum á bryggjuni og har síggja teir ikki, hvat fer fram hinu- Foreldur á Tvøroyri gera uppreistur Ivory, Kári og Hanus á pall Um vikuskiftið fer manningin í Ivory á pall í Gøtu og í Havn og Hanus Johansen gevur út nýggja fløgu, nú hann fyllir 50 ár Hanus fyllir fimmti Sunnukvøldið 18/6 klokkan 20 skipar Havn- ar Jazzfelag fyri konsert á Gamla Meiaríi í Havn. Á skránni eri Ivory og eisini Hanus Johansen, sum hetta kvøld gevur út nýggja fløgu, í samband við, at hann fyllir 50 ár. Fløgan nevnist Bouqet, og er úrslit av samstarvi- num millum Hanus og klassiska bólkin Aldu- báran. koma við áhugaverdari meting, nú myndugleikarnir arbeiða við útoyggjum og økismenning. Í skrivinum verður sagt: Sum nú er, og við verðandi frymli, er UMMS í fer við at býta undirvísingartilboð- ini í skúlaverkinum sundur í tveir flokkar . Miðstaðar- økið við nokk av tímum, har avbjóðingarnar í skúla- num eru í tráð við nýggju fólkaskúlalógina; og útjað- arin við alt ov fáum tímum, har skúlin illa nokk hongur saman. Er hendan gongdin tilætlað og framhaldandi, so skulu vit eisini gjalda skatt samsvarandi!! Vita av trupulleikanum Hensar Ellingsgaard frá Undirvísingar- og Menta- málastýrinum sigur, at ar- beitt verður við trupulleika- num, sum foreldrini á Tvør- oyri vísa á. Hann hevur tó ikki sjálvur sæð skrivið frá teimum. Hann sigur tó, at avgerin at leggja flokkarnar Bátur í knús og menn í vanda Týsmorgunin breytt brimið rættiliga í Skúgvi og ein bátur fór í knús og aðrir fingu skaða. Eisini kundi mannskaði verið megin garðin. Tvey brot komu yvir menninar, men teir fingu í ein enda og fingu hildið sær á landi. men her var rættiligur vandi á ferð og støðan kundi verið verri, siga tey í Skúgvi. Frammi hevur verið, at bátahylurin í Skúgvi er ikki, sum ætlað. Millum annað eru skúvoyingar illa nøgdir við, at dýpið er ikki, sum ætlað og rættarsak er við Landsverkfrøðingin um hetta. Hans J. Henriksen metir tó ikki, at dýpið í hylinum hevði nakað at siga týs- morgunin. Men hann vísir á, at hylurin sum heild er ikki, sum menn í Skúgvi vildu hava hann at vera. Hann vendir ikki rættan veg. Eisini vísa skúvoyingar á, at ein kann ikki ganga og draga bátar oman og niðan, sum í gomlum døgum, tá nýggjur bátahylur er komin fyri nógv milliónir krónur. Hans J. Henriksen sigur, at í Skúgvi er tey fegin um, at eingin mannskaði hendi, tí hitt fæst aftur so ella so. á Tvøroyri saman er nakað, sum skúlaleiðslan á stað- num tekur støðu til. Men Hesar Ellingsgaard vísir á, at tá frymilin kom í síni tíð, var tað fyri at fáa eitt rættvísari býtið av tím- um. Hann viðgongur tó, at seinni eru fólk so komin eft- ir, at hetta er ikki so einfalt. Men á UMMS vita tey hesum trupulleika. Hensar Ellingsgaard sigur, at ar- beiðsbólkur situr og arbeið- ir við trupulleikanum, tí myndugleikarnir eru greiðir yvir, at hetta er ein trupul- leiki, sum okkurt má gerast við. Men Hensar Ellingsgaard leggur dent á, at hesin trupulleiki verður ikki loyst- ur til komandi skúlaár. Hann hevur tó góðar vónir um, at ein loysn verður funnin, tá skúlaárið 2001/ 2002 byrjar. Tískil letur til, at foreldur, ið ikki búgva í miðstaðar- økinum, har frymlin hjá UMMS er gávumildur, mugu brynja seg við toli. Tekna teg sum haldara, so fært tú sosialin 5 ferðir um vikuna til dyrnar Haldarar ’ F¿royum: 360,-/‡rsfj. Haldarar ’ Europa: 510,-/‡rsfj. 5 bl¿Ý einaferÝ um vikuna ’ Europa: 425,-/‡rsfj. Onnur lond: Ymiskir pr’sir Internet: 240,-/‡rsfj.