fríggjadagur 18. november 2011síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 18. november 2011 · Nr. 134
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kjak
15. partur
Í átjanda kapitli lesa
vit, at úr Aten kom
Paulus til Korint. Her
lesa vit at Paulus hevði
eitt yrki, tað var at gera
tjøld, og har arbeiddi
hann saman vit einum
jøda, Akvila og konu
hansara, Priskillu, men
hvønn sabbat helt hann
samtalur í sýnagoguni
og sannførdi bæði jødar
og grikkar, men tá ið
jødarnir stóðu í móti
og spottaðu, risti hann
dusti av klæðum sínum
og segði við teir:
"Blóð tykkara komi
yvir tykkara egna høvd!
Eg eri reinur; hereftir fari
eg til heidningarnar."
Paulus
kallar
seg
sjálvan fyri heidninga
ápostul, hann hevði eitt
serligt kall til tað. Tó
heldur hann her fram at
vitna fyri jødum eisini,
og tað sær út til, at
hann flytir til eina aðra
sýnagogu, har sjálvur
fyristøðumaðurin, Krisp
us, kom til trúgv á Harran
við øllum húsi sínum,
og nógvir korintmenn,
sum
hoyrdu
hann,
lótu seg doypa. Paulus
var har eitt ár og seks
mánaðir. So var aftur
ófriður av jødunum, og
eftir at hava verið har
langa tíð enn, fór hann
til Sýrlands við skipi.
Á ferðini fóru tey inn í
Efesus, men hann vildi
ikki steðga har, men helt
leiðina fram til Kesarea,
haðani
til
Jerúsalem
ein stuttan steðg og
fór síðani til Antiokia.
Haðani fór Paulus av
staðaftur á triðju ferð
sína, hann ferðaðist um
alt Galataland og síðani
um Frýgia og styrkti
allar lærisveinarnar.
Restin av 18. kapitli
er um Apollos, hann var
Jødi og íðin og brenn
andi í andanum og var
teimum trúgvandi til
stóra nyttu, stendur tað.
Paulus kom nú til
Efesus, og har hitti hann
nakrar lærisveinar, sum
hann spurdi, um teir
høvdu fingið Heilaga
Andan, tá ið téir komu
til trúgv, men hesir svar
aðu, at teir ikki so mikið
sum vistu, at Heilagi
Andin var. Hann spurdi
teir tá, hvørjum dópi
teir vóru doyptir við,
teir svaraðu, við dópi
Jóhannesar. Hesir vóru
síðani doyptir umaftur,
nú vórðu teir doyptir til
Navn Harrans Jesusar.
So stendur, at tá ið Paul
us legði hendurnar á
teir, fingu teir Heilaga
Andan. Her hendi nakað
tað sama, sum vit lesa
um í 8. Kapitli, tá ið
samariubúgvar
vóru
komnir til trúgv, teir
fingu ikki Heilaga Andan,
fyrr
enn
ápostlarnir
løgdu hendur á teir. Vit
lesa bara hetta serskilta
í hesum báðum førum.
Kanska skulu vit leggja
til merkis, at í báðum
førum var talan um ser
stakar bólkar av fólkum,
fyri ikki at koma nærri
inn á tað her.
Síðani lesa vit, at
Paulus, eftir at hava talað
í sýnagoguni eina tíð og
hildi samtalur, rýmdi
haðani og fór í ein skúla
at halda fram við verki
sínum. Hann var har í
tvey ár, so at øll sum í
Asia búðu fingu at hoyra
orð Harrans, bæði jødar
og grikkar. Har hendu
stórar kraftargerðir, og
tað var ein stór veking í
býnum.
Framhald.
Hugleiðingar
úr Ápostla
søguni
Richard Danielsen
Tað er átaluvert, at sam
gongan
í
óðum
verkum
gongur beint ímótir sínum
egnum ráðgevum og ætlar at
fremja broytingar, sum sam
gonguflokkarnir ikki kenna
avleiðingar av.
Hóast vit í Samtak undan
valinum ávaraðu ímóti tí
politikki,
sum
borgarligu
flokkarnir høvdu á valskrá
sínari, so síggja vit nú, at
verandi samgonga í óðum
verkum og beint ímóti ser
kønu ráðgeving sínari, hev-
ur ætlanir um at broyta eftir
lønarskattingina so munandi,
at hetta veruliga kann koma
at taka grundarlagið undan
teimum eftirlønarskipanum,
sum limirnir í føroysku fak
feløgini í áravís hava goldið
inn til.
Vit
hava
staðfest,
at
flest allir fíggjarfrøðingar
eru samdir um, at ætlaðu
broytingarnar í skatting
ini fara at hava beinleiðis
neiliga ávirkan á eftirlønar
uppsparingina og tað eftirløn,
sum limirnir í fakfeløgunum
fáa útgoldið, tá teir fara um
eftirlønaraldur.
Hví gongur samgongan
ímóti sínari egnu serkønu
ráðgeving?
Tað er helst eingin før
oyingur, sum rættiliga skil
ur, hví samgongan ætlar
at ganga ímóti til tilmæli,
sum
persónarnir
í
pen
siónsnýskipanarbólkinum
hava givið Fíggjarmálaráð
harranum, har hesi serkønu
embætisfólk
beinleiðis
mæla frá, at uppskotið verð
ur framt í verki, uttan at av
leiðingarnar av lógarbroyt
ingini verða kannaðar út í
æsir.
Tað
man
hava
loypt
hvøkk á nógvar føroyingar,
at verandi samgonga tilvitað
setir til viks alla serkøna
ráðgeving, men í staðin fer
at fremja broytingar í eftir
lønarskattingini, sum fyrst
og fremst fer at raka vanliga
føroyska løntakaran, sum
frammanundan er ringast
fyri fíggjarliga.
Samtak
ávaraði
sum
nevnt undan valinum ímóti
tí politikki, sum borgarligu
flokkarnir høvdu stungið
út í kortið, og tíverri mugu
vit nú ásanna, at Sambands
flokkurin og Fólkaflokkurin
saman við Miðflokkinum og
Sjálvastýrisflokkinum hava
ætlanir um at fremja lógar
broytingar, sum koma at
hava vanlukkuligar avleið
ingar fyri vanliga føroyska
løntakaran.
Hvar er Miðflokk
urin og Sjálvsstýris
flokkurin
Bæði Miðflokkurin og Sjálv
stýrisflokkurin hava undan
valinum ført fram sjónarmið,
sum bert kunnu skiljast sum
at politikkur teirra skuldi
hava atlit til veikastu bólk
arnar í samfelag okkara,
herundir vanliga løntakaran,
men báðir floksformenninir
hava skrivað undir sam
gonguskjalið, sum beinleiðis
tykist at ganga ímóti teimum
lyftum, sum hesir flokkar
hava
givið
føroya
fólki
frammanundan valinum.
Í stevniskránni hjá Mið
flokkinum verður beinleiðis
víst á, at øllum pension
istum skulu verða tryggj
aðar virðiligar umstøður á
lívskvøldinum, men hóast
hetta, hevur flokkurin tikið
undir við samgonguskjalin
um, har m.a. er ásett, at eftir
lønaruppsparing skal verða
skattað við inngjaldi.
Greitt er, at nógvir velj
arar hjá hesum flokkum í
dag kenna seg snýttar, men
møguliga telur ein lands
stýrissessur meira enn givin
vallyftir.
Hví skal vanligi løntak
arin standa fyri skotum,
meðan politikarar okkara
vinna sær stórar tænastu
mannaeftirlønir.
Tað er, sum nevnt, átalu
vert, at samgongan hevur
ætlanir um at forverra eftir
lønarskipanina hjá vanliga
føroyska
løntakaranum,
meðan
somu
politikarar
hava lóggivið soleiðis, at teir
sjálvir eftir fáum árum vinna
sær rætt til stórar tænastu
mannaeftirlønir.
Vanligi
føroyingurin
gevur sær helst ikki fær
um, at løgmaður og lands
stýrisumboðini eftir bert
8 árum forvinna sær 60 %
av eftirlønargevandi lønini
í tí lønarflokki, teir høvdu,
meðan teir sótu sum lands
stýrisfólk.
Tað er ikki at undrast á,
at okkara politikarar royna
at halda so fæst við lands
stýrissessin, tá teir við lógg
ávu hava tryggjað sær slíkar
eftirlønarsømdir.
Løgtingsinslimirnir vinna
sær fulla eftirløn, t.v.s. 60 %
av eftirlønargevandi lønini í
34 lønarflokki eftir bert 16 ár
á tingi.
Tað vildi helst tikið vanliga
arbeiðsmanni- ella kvinnuni
80 - 100 ára langt og strævið
arbeiðslív, at forvunnið sær
slíka eftirløn.
Hóast tað er vanligi før
oyski skattgjaldarin, sum
skal gjalda hesar ovur-honds
stóru eftirlønirnar til lands
stýrisfólk og løgtingsfólk,
so ditta somu politikarar
til nú at leggja upp til, at
áleggja
vanliga
føroyska
løntakaranum
skatting
av
eftirlønarinngjaldum,
hóast sakkøna ráðgevingin
hjá landsstýrinum sjálvum
gongur beint ímóti hesum
ætlanum.
Vanligi føroyski løntak
arin
má
bløða,
meðan
politikararnir
skapa
sær
sjálvum góðar og tryggar
eftirlønarskipanir.
Sum nevnt omanfyri, so
hava okkara politikarar við
lógarásetingum skapt sær
sjálvum góðar og tryggar
eftirlønarskipanir,
sum
standa í andsøgn við tær
skipanir, sum galdandi eru
fyri vanliga føroyska løn
takaran, sum í 40 – 50 ár
má stríðast fyri at vinna
sær eina bara nøkulunda
eftirløn, og hesir somu løn
takarar hava gjøgnum alt sítt
arbeiðslív goldið til tær eftir
lønarskipanir, sum politik
ararnir hava skapt fyri seg
sjálvan.
Fólkapensjónina
vilja
okkara politikarar nú eisini
skerja,
soleiðis
at
hvør
einstakur sjálvur skal spara
upp til ellisárini, og við hesum
politikki sleppa breiðastu
herðarnir undan at gjalda
til m.a. pensjónir til tey, sum
ikki megna at spara upp til
ellisárini, og hetta samsvarar
væl við borgarligu politisku
hugsjónina, um at sam
haldsfesti skal skerjast mest
møguligt, og avleiðingarnar
kenna vit øll.
Heitt verður tí á allar
føroyingar og serliga á allar
føroysku løntakararnar um
at mótmæla hesum asosiala
politikki, sum verandi sam
gonga hevur stungið út í
kortið, tí tað kann ikki bera
til, at vanligi føroyski løn
takarin enn einaferð skal
gjalda rokningina, tá lands
kassanum tørvar pening og
her verður hugsað um bæði
ætlanirnar at broyta eftir
lønarskattingini og sokallaði
flatskatturin, sum fer at
geva teimum hægstløntu
í samfelag okkara stórar
skattalækkingar,
meðan
vanligi løntakarin so at siga
ikki fer at merkja nakað til
nakran skattalætta.
Tórshavn,
tann 17. november 2011
Samgongan tekur
grundarlagið undan
eftirlønarskipanum okkara
Føroya Arbeiðarafelag
Georg Hansen, formaður