fríggjadagur 18. november 2011síða 19
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Fríggjadagur 18. november 2011 · Nr. 134
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tað var av sonnum ein løgin
og blandað kensla eg sat
við, mín fyrsta starvsdag
á Løgtingi leygardagin 12.
november. Eyðmýkt, stoltleiki
og virðing fyri starvinum
og uppgávuni, ið liggur fyri
framman, vóru helst tær
kenslur, ið trokaðu seg longst
fram hesa løtuna. Teimum á
baki komu tó allar hinar, ið
samanlagt best kunnu lýsast
sum ørkymlaðar kenslur.
Valúrslitið var á mangan
hátt ørkymlandi, og eg havi
hugsað nógv um, hvussu
tað skal tulkast. Samgongu
skjalið kann bert lýsast sum
órógvandi, og eg royni at
greina, um tað, sum er sett út
í kortið, er tað sum veljarin
hevur ynskt.
Eri væl vitandi um, at
góðtrúgvin skal man ikki
vera í politikki. Men at eg
longu á fyrsta arbeiðsdegi
var tilreiðar at kasta flestu
av illusjónunum yvir borð,
vardi meg tó ikki.
Tað var greitt, at veljarin
ynskir borgarligan politikk.
A og B vórðu størstu flokkar,
har er onki at fara skeivur av.
Fair enough!
Nógvir veljarar atkvøddu
uttan iva fyri skattalætta.
Men eg loyvi mær stórliga
at ivast í, um veljarin hevði
ætlað, at bara tær høgu
lønirnar skulu fáa lætta, með
an meirilutin av løntakar
unum, sum eru miðal- og lág
lønt, onki fáa. Eg trúgvi nógv
kenna seg álvarsliga snýtt.
Ikki av A, tí har er frymilin,
at tey sum hava, skulu fáa
meir. Men av B, ið týðiliga
segði nei til skattalætta og
H, sum altíð hevur talað søk
teirra veiku.
Veljarin valdi 10 kvinnur
á ting. Eitt søguliga høgt tal,
sum átti at boðað frá, at nú
gongur rætta vegin. Men
bert ein kvinna sleppur í
landsstýrið av íalt 8. Hetta
var neyvan tað sum veljarin
ynskti.
Eg trúði - góðvarin - at
sjálvstýrisrørslan hevði fing
ið meirilutan eftir valið, 19
tingfólk av 33 er ein greiður
meiriluti. Og eg var sannførd
um, at hetta fer sjálvsagt at
síggjast aftur í samgongu
skjalinum, og vit fara - um
enn sera spakuliga - so tó
støðugt halda kósina á sjálv
bjargnisleið.
Men eg fór so dyggiliga
skeiv. Beint hinvegin, hava
allir sokallaðu sjálvbjargnis
flokkarnir fullkomiliga av
reitt
sjálvstýrishugsjónina
fyri at metta búkin.
Og hetta er størsta valsvik,
hugsast kann. Tí eitt er heilt
greitt: Veljarin atkvøddi IKKI
fyri at røra blokkin. Bert B
við 8 av 33 atkvøðum ynskti
at hækka blokkin, meðan 24
av 33 tinglimum eru valdir
inn uppá, at vit gera ikki hesa
dáragerð og størsta afturstig
á sjálvstýrisleið í manna-
minni, at tiðna og hækka
blokkin.
Og nú frættist, at nýggja
landsstýrið ikki ætlar, at
arbeiðið við stjórnarskipani
skal halda fram. Eg havi tor
ført við at finna orð, ið lýsa,
hvussu hugstoytt tað er, at
afturhaldið skal hava fingið
slíkar fastatøkur í fyrrverandi
sjálvstýrisflokkarnar.
Allastaðni eg komi, hitti eg
ill, flóv, vónbrotin og frustreraði
fólk, ið siga: Hetta var ikki tað
vit valdu! Á facebook er mest
nýtti setningur hesar dagarnar:
Grát mítt elskaða land.
Hóast nógv er ómetaliga
harmiligt í ætlaða politikk
inum hjá nýggja landsstýri
num, skal ongin ivast í, at
Tjóðveldi ætlar ikki at svíkja
sínar veljarar. Vit fara at
arbeiða hart, miðvíst og kon
struktivt við øllum málum,
ið kunnu føra Føroyar framá.
Tað verið seg við samgonguni
ella saman við hinum í and
støðuni. Men aðalmál okk
ara fer altíð at vera, at skapa
eina grundleggjandi trúgv
uppá okkum sjálvi sum land
og fólk. Støðugt at vísa á
møguleikarnar heldur enn
forðingarnar. Og at kveikja
undir treystið og sjálvsálitið,
soleiðis at tað altíð eru vit
sjálv, ið skulu finna loysn
irnar uppá tær avbjóðingar,
samfelag okkara stendur
yvirfyri.
Okkara partur skal ikki
liggja eftir.
Var hetta tað, ið veljarin ynskti?
Gunvør Balle
tingkvinna fyri Tjóðveldi
At umleggja okkara skatta
skipan
til
flatan
skatt,
verður ein grundleggjandi
uppgerð við okkara vælferð
arsamfelag. Gjógvin millum
vælbjargin og fátøk fer eftir
fáum árum at gerast ógvus
liga djúp, og Før-oyar verða
eitt
rættuligt
stættasam
felag.
Nýggja samgongan hev
ur tvey aðalmál. Annað er
at geva ein trivaligan skatta
lætta, ið einki gevur teimum,
sum tørva mest. Eitt pikka
líti sindur til tey í miðjuni, og
øðiliga nógv til tey, sum longu
eru best fyri. Hitt málið er at
gera okkum meira bundin
av
donskum
veitingum,
fyri millum annað at fíggja
skattalættan.
Tá nógv minni kemur í
landskassan, mugu partar
av vælferðartænastunum í
framtíðini byggja á brúkara
gjøld. Har verður eingin
vegur uttanum. Vit fara at
flyta okkum yvir í eitt sam
felag, har summi hava ráð
til allar neyðugar heilsu-
og almannatænastur, men
onnur ikki.
Sosialur ójavni kostar
Føroyar eru eitt av heim
sins sosialt mest jøvnu sam
feløgum. Fá eru øðiliga rík, og
nøkur fá eru veruliga fátøk.
Tey allar flestu liggja í breiða
miðskaranum. Tað er ikki
av tilvild, at norðurlendsku
samfeløgini eru bygd á eina
samhaldsfasta skipan, har
borgararnir eftir førimuni
gjalda til felagskassan. Eitt
javnari samfelag tryggjar,
at øll hava somu tilboð um
ókeypis almanna- og heilsu
tænastur. Tað ger, at ikki alt
ov ógvusligur munur verður
á heilsustøðu, miðallivialdri,
útbúgvingarstøði og livi-um
støðum sum heild.
Hóast ikki fullfíggjað, so
er ein hampilig sosial javn-
vág, sum fyribyrgir ov stórari
ónøgd og harvið eisini ófriði.
Tí eru hesi samfeløg eisini
friðarlig samfeløg. Hetta er
ein av orsøkunum til, at vit í
Føroyum hava lítið av krimi
naliti.
Skattalætti má
venda rætt
Tað er ikki burturvið at geva
skattalættar í trongum tíðum.
Tvørturímóti. Skattatrýstið á
vanligari lønarinntøku, er ov
høgt, og tí gav eisini Tjóðveldi
í okkara valskrá lyfti um eina
skattaumlegging. Men, lættin
má venda soleiðis, at hann
veruliga ger liviumstøðurnar
lættari, og gevur mest har,
sum tørvurin á er størstur –
til dømis hjá barnafamiljum.
Hetta er samstundis bú
skaparliga
tað
klókasta,
tí hesir pengar fara beint
útaftur í virksemi og forbrúk,
sum stimbrar búskapin.
Ætlaði skattalættin hjá
BADH stimbrar nógv minni,
enn hann kundi gjørt, og fer
at skapa víðfevndan sosialan
ójavnvág.
Vilja
vit
gera
Føroyar til eitt samfelag við
stórum stættarmuni? Vóni at
fólksins svar er eitt rungandi
NEI!
Vilja vit Føroyar sum stættasamfelag?
Bjørt Samuelsen
tingkvinna
Andrea Heindriksdóttir,
forkvinna í skúlastýr
inum fyri Kommunu
skúlan, hevur í almenn
um skrivi spurt, hvørjar
ætlanir eru fyri fram
tíðarstøðu Kommunu
skúlans?
Umframt at hund
dálka
kommununa
fyri líkt og ólíkt í sam
bandi við støðuna hjá
hesum
skúla,
verður
undirritaði
ákærdur
fyri útsagnir, sum skulu
vera
ótíðarhóskandi,
óvirðiligar og brot á
alla fyrisitingarliga sið
venju.
Eg skal við virðing
fyri skipanini við skúla
stýrum lata nógv av
hesum fara aftur við
borðinum, tó at henda
roynd til at loypa øsing
í fólk sømir seg illa.
Kommunuskúlin
Sambært forkvinnuni í
skúlastýrinum er málið
sera
einfalt.
Skúlin
treingir til ábøtur, fá tað
ornað, so er alt gott við
Kommunuskúlanum.
Hetta er bara ikki so
einfalt, als ikki. Høvuðs
bygningurin frá 1956 er
óegnaður sum skúli, og
skal hann gerast til ein
skúla, sum lýkur nútíðar
krøv
til
undirvísing,
skulu umfevnandi um
byggingar og nýbygg
ingar til.
Hetta er sjálvandi
sera
kostnaðarmikið.
Tað er skylda hjá býráð
num at spyrja, um hetta
yvirhøvur
loysir
seg
fíggjarliga so væl sum
fakliga. Sjálvt um tað
snýr seg um Kommunu
skúlan og miðbýin.
Hesum
og
øðrum
spurningum hevur um
sitingin síðan summar-
frítíðina arbeitt við. Eg
havi givið umsitingini
neyðuga tíð og frið at
arbeiða við málinum.
Eisini
tá
forkvinnan
í
skúlastýrinum
fyri
Kommunuskúlan í yms
um skrivum – stundum
til mín, stundum til allar
býráðslimirnar,
hevur
lagt trýst á og gramt seg
um, at einki hendir við
Kommunuskúlanum.
Tá havi eg svarað, at
skúlastýrið fær boð, tá
málið er klárt at leggja
fyri skúlastýrið. Hetta
alt í greiðum samsvari
við fólkaskúlalógina.
Skúlin í
kommununi
Og nú er tað klárt. Um
sitingin hevur latið úr
hondum eitt álit, sum
mentamálanevndin fer
at viðgera fyrsta dagin.
Hetta er eitt sera
áhugavert og framsøkið
álit, har skúlaskipanin
í
allari
kommununi
verður
viðgjørd
eins
og støðan hjá einstaka
skúlanum nú og næstu
árini.
Hóast
kommunan
síðstu árini hevur bygt
tveir
nýggjar
stórar
skúlar fyri upp móti 400
milliónum krónum, so
er íløgutørvurin í skúlar,
hvørt tað er til umvæling
ella bygging, ikki minni
tey komandi árini.
Øllum er greitt, at
hetta er ein stór avbjóð
ing.
Men hetta er avbjóð
ingin, sum býráðið og
tey 11 skúlastýrini í
Tórshavnar kommunu
nú skulu til at viðgera
og vónandi finna fe
lags stev um – eisini um
framtíðarstøðu Komm
unuskúlans.
Kommunu
skúlin – skúlin
í kommununi
Heðin Mortensen
borgarstjóri