Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-18, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. november 2011síða 22

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 18. november 2011 · Nr. 134 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Lýsingartorg Lýsingar til Lýsingartorgið skulu sendast okkum umvegis netið. Far á slóðina lysingatorg.sosialurin.fo Allar lýsingar kosta 50 krónur, og gjaldast skal við gjaldkortið. Umberið okkum, at ávísir byrjunartrupulleikar eru, nú vit umleggja telduskipan. Sosialurin Akfør Bilur til sølu Skoda Fabia 1,2 til sølu.Bilurin er frá árgangi 2005 og er í gódum standi. Hevur koyrt 91.000. Prísuppskot 45.000 kr. +4524245899 Citroën City Van Citroën City Van kørt 59.000 km. Sommer og pigdæk medfølgern. Pris 52.600 kr. Kan overtages pr.18.nov 2011. MT Højgaard Føroyar P/f. Tlf. 216342 Matti Mrøndsted Citroën C4 Grand Picasso Citroën C4 Grand Picasso med 7 sæder (kørt 12.000 km) kr.275.500,00. Sommer og pigdæk medfølger. Kan overtages pr.16.dec.2011. MT Højgaard Føroyar P/f Tlf. 216342 Matti Brøndsted Amboð Entreprenørcontainer/Entreprenørsav 10 fod isoleret Entreprenørcontainer for kr. 12.000. Entreprenørsav - Makita - Nyrenoveret for kr. 7.000. MT Højgaard Føroyar P/f Tlf. 216342 Matti Brøndsted Arbeiði Vørukoyring Vit átaka okkum alla vørukoyring +298 233060 Bingo Kajllari til leigu 70m2 kjallari til leigu til goymslu 211513/215305 Býli í Føroyum Kamar til leigu í vesturbýnum. Atgongd til frystiboks, internet, vamaskinu og turkitrumlu. 5 min. frá Vinnuháskúla, Fróskaparsetur og Læraraskúla. Gott buss samband. 221158 Íbúð ynskist Einlig mamma við tveimum børnum søkir íbúð í Havn. 503650 Íbúð í Havn Íbúð nær miðbýnum í Havn, við trimum kømurum,vesi/bað og køk til leigu. Íbúðin er klár at flyta í uml. ein mánað- Bill.mrk.10A-11-2011 Íbúð á Skipanesi 117 m2 íbúð í góðum standi til leigu. Áhugaði ring 214182 Kjallaraíbúð til leigu Kjallaraíbúð ca 70 m2 í vesturbýnumi Havn íbúðin, køkur og stova í einum,e ykarúm,baðirum,vaskimask, 2 kømur til leigu.Leigan kr. 4.700 + ljós og hita, internet o.u. kr 6.500 íaIt. 2 mdr. depositum.Ikki húsdjór,ikki royking. Gott bussamband Tlf 292205 Fitt hús beint við Skansan til leigu Ùtsýni yvir Nólsoyarfjørð. Stova, 2 kømur, køkur, brúsi, kjallari við vaskimaskinu. Urtagarður. 6000 kr. pr. md - uttan el og hita. 258598 Hús á Eidi Fitt eldri hús á Eidi til leigu. 423589-251529 ella 004561467521 eftir kl.18.00 Býli uttanlands Hús í Brøndby Strand bíliga til sølu ella leigu Húsini liggja tætt vid strondina, skúlar, golf- og tennisvøll. 20 min. til Nørreport 20 min., 15 min. til flogvøllin í Kastrup. +4572202006 Íbúð/kamar í København Er onkur sum hevur kamar/íbúð at leiga mær fyri ein sámuligan prís í 7 -10 dagar í tíðini 10.- 23.desember tlf 273533 ella mail: olselsba@hotmail. com Dýr Gásapar til sølu! Gott gásapar til sølu, unganir kunnu eisini keypast. Ring 233360 Innbúgv Kontormøbler & udstyr Hæve-sænkeborde, reoler, mødebord, arkivreoler og kontorstoler, stor printer, fax og laminering.Sælges til pris efter aftale. MT Højgaard Føroyar P/f Tlf. 216342 Matti Brøndsted Matur nýslaktað svínakjøt fæst her svínakjøt,pakkað og datomerkt á góðkendum sláturvirkið. vørðan verður koyrd út hvønn týsdag og mikudag,koyrt verður um alt landið. 375259-221259-276811 Nýslaktað svínakjøt fæst her nýslaktað svínakjøt pakkað og datomerkt á góðkendum sláturvirkið. vørðan verður koyrd út hvønn týsdag og mikudag,koyrt verður um alt landið. 375259-221259-276811 Pløgg Toy til skjúrt Vovid toy til skjúrt GRØNT OG SVART OG MYRKABLÁTT OG REYTT TILSØLU FYRI 3,700 KR. 31250551/86979922 Ymiskt Westward Ho TN54 Westward Ho TN54 model slupp til sølu, ring 233360 Bilur árendur 12/13-11 vi Gundadalshøllina Hey tit í rendu á bilin hjá mær og settu ein seðil í hurina. Seðilin var væk tá eg kom til bilin bert eitt líti petti var eftir. Sendi mær ein sms 287011 Jólasøla í Eydnuni Jólasøla verður leygardagin 19. nov. kl. 16-19 og sunnudagin 20. nov. kl. 16-20. Tey, ið hava bílagt borð, sleppa inn kl. 14 somu dagar. Eydnan Sambært samgongu­skjal­in­ um ætlar landsstýrið at seta í verk eina flatskatta-skipan. Endamálið er, at tað skal loysa seg betur at arbeiða. Eftir ætlan skal lands­ skatt­urin ikki verða hægri enn 20% fyri inntøkur undir 600.000 kr. Av inntøkum ímill­um 600.000 og 1 mió. kr verða løgd 5% eyka, og á inntøkur omanfyri 1 mió. kr. verða onnur 10% kravd inn í skatti. Samstundis skal botnfrádrátturin í lands­ skatt­inum hækkast úr 30.000 upp í 65.000 kr. Kommunusamskipan Før­oya leggur seg ikki útí skattapolitik landsins, men í hesum førum er talan um koll­veltandi broytingar, ið fáa stóra ávirkan á kommun­ ur­nar. Skattaumleggingin í lands­skattinum fer í fyrstu atløgu at geva minni inn­ tøk­ur til landskassan. Fyri at fáa javnvág í, so ætlar lands­stýri at skatta alla pen­ sjóns­uppsparing í samband við inngjald heldur enn við útgjald. Hetta fer í fyrstu atløgu at geva meirinntøkur á millum 150 og 200 mió.kr, men væntast kann at hendan upphædd verður skjótt vaks­ andi komandi árini. Um tað er ein skilagóð avgerð ella ikki at skatta pen­sjónsuppsparingar í sambandi við inngjald heldur enn við útgjald, vilja vit í fyrstu atløgu lata liggja. Hinvegin vil KSF staðiliga mæla til, at ein neyv faklig útgreining verður gjørd, áðrenn avgerð verður tikin. Størsti trupulleikin, sæð úr einum kommunalum sjón­ ar­horni er, at landið kann­ar sær allan skattin av pen­sjón­ unum. Hetta er ein grund- leggjandi broyt­ing í mun til verandi skipan, og fer hetta at hava ógvusliga ávirkan á fíggjarligu fyritreytirnar hjá kommununum í framtíðini. Verandi skipan Vit hava í dag trý høvuðssløg av pensjónsútgjaldum, sum eru kapitaleftirløn, luta­eftir­ løn og lívrentu. Kapitaleftirløn verður út­ goldin í einum og skattað við 35%. Skatturin verður býtt­ ur millum land og komm­ unur, soleiðis at 60% fellur í landskassan og 40% til kommunurnar. Skatt­urin verð­ur býttur út á komm­un­ urnar eftir fólka­tali. Lutaeftirløn verður út­ gold­in sum mánaðarlig veit­ ing í 10 ár og skattað við van­ ligum a-skatti. Lívrenta verður útgoldin sum mánaðarlig veiting rest­ ina av lívinum og skattað við vanligum a-skatti ella á sama hátt sum lutaeftirløn. Eins og galdandi er fyri annan a-skatt, fer umleið helvtin av skattinntøkunum frá lutaeftirlønum og lívrentu í ávikavist kommunu- og lands­kassa. Tað merkir í stutt­um, at í galdandi skipan fella sløk 50% av skattinum av pensjónsútgjaldum í komm­unukassarnar, og góð 50% enda í landskassanum. Uppskotið frá landsstýrinum Sambært uppskotinum frá landsstýrinum skulu øll pen­ sjónsinngjøld verða skattað í tí løtu, tey verða goldin inn. Avleiðingarnar eru, at pen­ sjónsútgjaldingarnar ikki verða skattaðar við útgjaldi í framtíðini, men í staðin verður ein skattafrí veiting. Rættiliga einfalt kann sigast, at skattainntøkurnar av pensjónum verða fluttar á leið 30 til 40 ár fram. Veruligi trupulleikin fyri komm­unur­nar er, at með­ an skatt­urin av pen­sjóns­út­ gjøldum í dag verður býttur millum land og kommunur, so fer skatturin við tíðini bert at fella í landskassan. Havandi í huga, at inngjøldini til pensjónsuppsparingar eru skjótt vaksandi og eftir ætlan skulu gerast 15% av samlaða lønarmassanum í samfelagnum, so er talan um inntøkur á hundraðtals milliónir, sum kommunurnar fara missa í framtíðini. Hesi viðurskifti verða als ikki nevnd og enn minni viðgjørd í sam­gongu­skjal­ inum. Hin­vegin verður boð­ að frá, at kommunurnar skulu yvirtaka eldraøkið, og at sáttmáli samstundis skal gerast millum land og komm­unur um, at samlaða skatta­trýstið ikki skal vaksa. Tað vil siga, at kommunurnar skulu yvirtaka eitt málsøki, sum í framtíðini helst verð- ur størsta avbjóðingin hjá væl­ferðarsamfelagnum, sam­stundis sum inn­tøku­ grundarlagi verður munandi skert. Hetta hongur ikki sam­ an. Lætt at geva, tá onnur gjalda Kommunurnar kunnu und­ ir ongum umstøðum góð­ taka, at landsstýrið ger seg so grundleggjandi inn á framtíðar inn­tøku­grund­ ar­lagi hjá komm­unun­um. Verður upp­skot lands­stýri­ sins framt, er sann­líkt, at komm­unu­skatturin í fram­ tíðini fer at vaksa munandi fyri at byrgja upp fyri teim­ um avmarkingum, sum lands­stýrið hevur gjørt í inn­tøkugrund­ar­lagnum, og tá er als einki vunnið hjá tí ein­staka. Kommunusamskipan Før­oya ásannar, eins og flest onnur í samfelagnum, at høga skatta­trýstið í Føroyum er ein trupulleiki, og kommunurnar eru til reiðar, saman við landsmyndugleikunum at viðgera møgulig stig, ið lætta um byrðarnar hjá borg­ aranum. Einsíðugt at fremja ein skattalætta í landsskattinum, sum fyrst og fremst komm­ unurnar í framtíðini koma at gjalda fyri, er lítið virðiligt og enn minni nøkur haldgóð loysn. Kommunusamskipan Før­ oya fer á komandi stýrisfundi at viðgera allar tættir í nýggja samgonguskjalinum. Gunvá við Keldu Forkvinna í Kommunu­ samskipan Føroya Kjak Kommunurnar gjalda skattalættan Í dag fáa landskassin og kommunurnar áleið hvør sína helvt av skattinum av pensjónunum. Sambært nýggja samgonguskjalinum ætlar landsstýrið at fáa allan skattin og soleiðis við lóg skerja inntøkugrundarlagið hjá kommununum. Hetta átalar Kommunusamskipan Føroya harðliga.