fríggjadagur 18. november 2011síða 23
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Fríggjadagur 18. november 2011 · Nr. 134
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Undir valstríðinum var eg
samdur við Henrik Old, og eri
eg tað framvegis, hvat fiski
vinnini viðvíkur.
Men eg føli meg nakað út
hongdan, um nakað eg ikki
eiga lut í, eg havi ikki sett
Henrik Old uttan fyri Vinnu
nevndina.
Nevndarval
Formaðurin Aksel Johanne
sen setti nevndirnar upp á
talvu og spurdi, hvørju ynskir
vóru. Hann ynskti sjálvur at
vera vinnunevndarlimur og
setti Henrik Old sum vara.
Eg, Gerhard Lognberg,
spurdi Henrik, hvat hann helt
um hetta, tí eg helt, at Henrik
helst fór í Vinnunevndina.
Henrik Old svaraði konse
kvent nei nei, eg má boyggja
meg fyri hasum. Ongin hevði
sagt hvørki nei ella ja.
Eg undraðist um gamla
floksfelagan, sum var komin
aftur á ting. Hugsaði við
sjálvum mær, Henrik er
broyttur, vil nokk bara hava
frið. Eg róð aftur áaftur, men
Henrik vildi ikki, so tað var
tøgn um Vinnunevndina.
Eg sat eisini við einum
vinnunevndarlimi í búkin
um, men eg hugsaði, alt í lagi,
er Henrik so medgjørligur, so
vildi eg eisini, lat so navnið
hjá Aksel standa.
Nevndir
Tað var ein onnur nevnd, sum
nakað av ósemju var um.
Atkvøtt um nevndir.
Tað var bara ein nevnd,
sum var atkvøtt um, har
3 høvdu áhuga, men tann
knúturin varð loystur so nøk
unlunda í sátt og semju.
Hvat viðvíkti
stuðul til flokkin
Henrik vísur á, at tað var
bara í Suðuroy, flokkur gekk
fram.
Gaman í, men Henrik, eg
gjørdi eitt gott val, 2. hvørja
stemmu í heimbygdini og
stuðul runt landið.
Henrik, um tú brendi fyri
Vinnunevndini so hevði tú
fingið hana. Vit kundu, um
ikki annað, atkvøtt um hana
og hevði tú fingið mín stuðul.
Men eg fari at frábiða mær
allar ákærur, um at eg havi
stuðlað tí fiskivinnupolitikki,
sum Sambandið, Tjóveldið
og Javnaðarflokkurin førdu
undir makrelsamgonguni, tí
um hetta ikki var, høvdu vit
8 fólk í tinginum.
Tí tann politikkurin var
so ekstremur í byrjanini,
at tú skuldi til dømis út á
13 fjóringar úr Trøllhøvda,
áðrenn tú kundi drepa ein
torsk.
So eg vil vísa tí aftur, at
eg visti um nakra ráðagerð
ímóti tær í tingbólkinum, so
eg haldi ikki, at nakað hevði
Káins tanka ímóti tær.
Til síðst, latið okkum føra
flokkin aftur í fremstu røð
saman við okkara formanni,
verkafólkið og sjómanninum
til fyrimunar.
Við javnaðarkvøðu
Hvør segði hvat undir nevndarbýtinum
Meginskrivstovan · Argjavegur 26 · Postsmoga 3037 · 110 Tórshavn
Tel 360000 · Faks 360001 · naerverk@naerverk.fo · www.naerverk.fo
www.naerverk.fo
Nærverkið veitir tænastur til borgarar við serligum tørvi, sum búgva heima, á
bústovnum ella á sambýlum. Vit skapa møguleikar fyri lívsgóðsku við støði í
tørvi og førleika hjá tí einstaka. Okkara eyðkenni er, at starvsfólkið leggur dent
á professionalismu, dygd og nærleika. Nærverkið er sjálvstøðugur stovnur
undir Almannamálaráðnum. Umframt Meginskrivstovuna, ið hevur yvirskipaðu
leiðsluna, eru fýra deildir: Heimatænastan, Trivnaðartænastan, Stuðulstænastan
og Børn & Ung. Umleið 1600 fólk starvast í Nærverkinum.

Gerhard Lognberg
Kjak