fríggjadagur 18. november 2011síða 42
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 134 ·18. november 2011
10
VIKUSKIFTI
Sjónleikur
Inna Törnroos
inna@sosialurin.fo
Kjartan Hansen er kendur í Føroyum
fyri sína luttøku í Ólavsøkukabarettum
og leikluti í Kirsuberjagarðinum, sum
var sýndur á Tjóðpallinum 2010.
Kjartan hevur nomið sær sjón
leikaraútbúgving í Luleå í Svøríki og
freelansar sum sjónleikari har.
Í leikinum »Svensksåld« eru tey bert
trý fólk á pallinum – føroyski Kjartan,
finlandssvenski Jakob og norska Ingrid.
At tað ikki eru svenskarar, ið fram
føra leikin um svenska samfelagið er
ein partur av hugsanini hjá Gertrud
Larsson, ið hevur skrivað leikin.
Vit á Sosialinum sóu leikin, tá ið
hann var á vitjan í Stockholm. Leikurin
ferðast runt og verður vístur á nógvum
ymiskum støðum í Svøríki.
Á teater Pero, sum sjónleikarahúsið
eitur, var salurin so at siga fullur. Tey
trý byrjaðu ár 9, tá tann reina rasan -
germanar – hava bast Rómararíkinum.
Tey ferðaðust fram í søguni til rasu
biologar, nakrar Herman og ein sera
kendan Hitler. Alt varð spælt uppá ein
sera undirhaldandi og lættskilligan
hátt, og fleiri ferðir ferð ivaðist mann,
um tað veruliga kundi verða sannleiki,
sum tey siga á pallinum. At sviar mettu
skallan hjá lappum og noyddu fólk til
sterilisering eru tveir av teimum søgu
ligu pørtunum, sum ikki verður tosað
so hart um í dag.
Í seinna parti var tað nútíðin, ið varð
spæld. Kjartan gjørdi eina fantastiska
sangframførslu sum Pia Kjærsgaard,
og áskoðaririnir vóru um at doyggja
í látri.
Eisini varð upprunin hjá teimum
trimum sjónleikarunum nevndur.
»Føroyskt er bara ein donsk dialekt,
Kerstin« segði Jacob við Kjartan, sum
skrálar »EG EITI KJARTAN« og greiddi
síðani frá, at føroyskt er eitt egið mál
og Føroyar eitt egið land.
»Men eitur drotningin hjá tær ikki
Margaretha?« svarar Jacob.
Tá vit hitta Kjartan aftaná leikin,
greiðir hann frá, at hann er so sála
troyttur av, at ongin dugur at úttala
navnið Kjartan. Gertrud Larsson fekk
hetta at vita og gjørdi eina scenu av
Kjartan sum Kerstin.
Leikurin er ein blanding av skemt
og álvara – allatíðina er tað svenska
tjóðskaparkenslan og ræðslan fyri tí
fremmanda, ið eru reyði tráðurin.
Sviar eru sera bangin fyri at tosa
og kjakast um rasismu. So eftir tí, sum
er frammi millum fólk, burdi ongin
rasisma verið til í Svøríki, men so er nú
einaferð ikki. Eitt prógv uppá tað er, at
Sverige Demokraterna, ið eru sprotnir
úr nýnasistisku rørsluni, eru komnir
inn í svenska løgtingið, Riksdagen.
– Meiningin er, at leikurin skal
skapa kjak um rasismu, sigur Kjartan
Hansen.
Hann heldur ikki at ein slíkur leikur
hevði havt sama virkna í Føroyum sum
í Svøríki, tí føroyingar kjakast nógv og
opið um tað mesta.
Ein avleiðing, sum ræðslan hjá
svium at vera stempla sum rasistisk
hevur fingið, er, at svenska flaggið
og tjóðsangurin ikki eru at síggja
og hoyra so oftani sum áður. Hetta
verður sjálvandi nevnt á pallinum,
har somaliskur dansur verður hildið
at verða besti háttur at halda svenska
tjóðardagin.
Kjartan, Jacob og Ingrid gera eina
rúgvu av ymiskum leiklutum, men
hóast tað er tað ongantíð torført at
fylgja við, ella skilja hvat tey meina.
Ein frálík løta, sum bæði ræðir og
undirheldur.
Leikurin verður vístur so at siga
dagliga í ymiskum partum av Mið
svøríki til 4 desember.
Føroyski sjónleikarin Kjartan Hansen fær fantastisk ummæli fyri
leikin »Svensksåld«, sum hann ferðast við í Svøríki við í løtuni. Leikurin
er ein satira um tabuevni – svenska rasismu og søgu hennara
Kjartan
skapar kjak
um rasismu
Kjartan Hansen syngur ein sang sum Pia Kjærsgård
Stuttskalli ella langskalli – tad er spurningurin
Ein sera stuttlig sena har ein svenskur politikari tosar úr eini kaffikannu
myndir: Scenkonst Sørmland