fríggjadagur 18. november 2011síða 41
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 134 ·18. november 2011
9
VIKUSKIFTI
Læra longu frá sær
Síðani verkætlanin byrjaði í 2009, hevur
Regin javnan fingið afturmeldingar
um, hvussu tað gongst. Hetta umvegis
teldupost, har hann eisini hevur fingið
myndir og sjónbandabrot sendandi. Og
sambært hesum afturmeldingunum er
talan um eina sólskynssøgu.
– Lærarin, sum varð settur í starv
í eitt ár, er ikki har longur. Men verk
ætlanin koyrir víðari, tí teir dugnaligu
næmingarnir læra frá sær. Við øðrum
orðum koyrir verkætlanin víðari av sær
sjálvum. Møguliga er tað at satsa eitt
sindur, tá tú setur eina slíka verkætlan
í gongd. Men hevði verkætlanin dottið
niður fyri, aftaná lærarin ikki var har
longur, hevði tað ikki kostað nøkrum
nakað sum so og eingin hevði tapt,
sigur Regin, og leggur aftrat:
– Vit settu eina tónleikaverkætlan
í gongd og úrslitið er, at ein tónleika
mentan er kveikt í einum øki, har hon
ikki livdi frammanundan.
Regin greiðir frá, at tónleikurin ikki
var partur av gerandisdegnum í bygd
unum, har Heimamissiónin virkaði í
Siem Reap økinum í Kambodja, men
nú er øðrvísi.
– Í dag er tónleikurin partur av
hvørjum einasta møti.
Íblástur til øðrvísi hugsan
Sjálvur hevur Regin ikki havt møgu
leika at vitja í Kambodja enn. Men
hann vónar, at hann næsta árið fær
møguleika at fara hagar. Hinvegin
hevur hann hitt Pastor Timothy og
konu hansara Sienglai, sum stovnaðu
Siem Reap Ministries – felagsskapin,
Heimamissiónin samstarvar við í
Kambodja.
– Tey bæði hava verið í Føroyum og
tá heilsaði eg upp á tey bæði. Tey vóru
so heilt ótrúliga takksom, sigur Regin,
sum um dagarnar hevur fingið onkran
fyrispurning, um hann ikki kann keypa
fleiri ljóðføri.
– Tey hava ment seg so nógv, at tey
nú ynskja ein miksipult og spæla við
elektriskum ljóðførum.
Tað er eisini við hesum royndunum
í huganum, at Regin nú sigur, at tað
er hansara vón, at føroyingar tora at
hugsa øðrvísi, tá vit lata pengar til væl
gerandi endamál.
– Hetta kann vónandi geva onkrum
íblástur, tá tey ætla at stuðla onkrum
verkætlanum og lata pengar. Tað hevði
eisini verið ótrúliga stuttligt, um vit
gjørdu meiri við verkætlanir av hesum
slagnum, heldur Regin, tí, sum hann
sjálvur sigur, so er hetta næstan besta
íløgan, hann hevur gjørt.
Regin W. Dalsgaard er í dag lesandi í Keypmannahavn, men hevur framvegis nógv jørn í eldinum
Kring bygdir í Siem Reap økinum í Kambodja
spæla tey nú tónleik, eftir at tónleikaverkætlanin
varð sett í verk. So mikið hava tey ment, at tey nú
spæla elektrisk ljóðføri og ynskja sær miksipult
Fakta
»Learn Music« kallaði Regin W. Dalsgaard verkætlanina,
sum varð sett í gongd í Siem Reap í Kambodja. Hann
keypti 25 gittarar og setti ein tónleikalærara í starv í eitt
ár, sum skuldi undirvísa og læra frá sær í bygdunum, har
Heimamissiónin kom. Áðrenn var eingin tónleikamentan
í økinum, men í dag er tónleikur fastur táttur á hvørjum
møti. Tónleikaverkætlanin í Kambodja er bara ein av
mongum verkætlanum, Regin er partur av. Dagliga
er hann lesur hann í Keypmannahavn, umframt at
hann er leiðari í fyritøkuni Globi. Harumframt er hann
eisini partur av leiðsluni handan ungdómsportalin
Roddin.fo, og fyri kortum varð hann valdur formaður í
Vinnuframagrunninum.