Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-18, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. november 2011síða 40

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 134 ·18. november 2011 8 VIKUSKIFTI HJÁLPARARBEIÐI Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo – Hetta er næstan besta íløgan, eg nakrantíð havi gjørt. So avgjørdur er Regin W. Dalsgaard, tá hann skal lýsa verkætlanina, sum hann setti í gongd í Kambodja fyri stívliga tveimum árum síðani. Hóast bara 27 ára gamal er Regin W. Dalsgaard eitt hampiliga kent andlit í føroyska vinnulívinum. Bæði sum íverksetari og eisini sum leiðari í fyri­ tøkuni Globi, ið fæst við at menna og skapa telduforrit og skipanir. Regin W. Dalsgaard hevur altíð havt nógv jørn í eldinum, men ein av teimum verk­ ætl­anunum, sum ikki hava verið nógv frammi, er, eitt tónleikaprojekt, hann setti í verk í Kambodja í 2009. Oyramerktir pengar Tað byrjaði við, at Heimamissiónin fyri góðum tveimum árum síðani setti seg í samband við Regin. Ynskið var at fáa fíggjarligan stuðul til arbeiðið, tey gjørdu saman við Siem Reap Ministries í Kambodja – eitt stað, Heimamissiónin fram­vegis er ógvuliga virkin í. Umvegis heimasíðuna greiðir Heimamissiónin millum annað frá teirra arbeiði í Kambodja og hvørjum úrslitum, tey hava rokkið higartil. – Millum annað hava vit fingið nóg mikið av fígging til at byggja ein skúla og eitt kirkjusentur í Kampot. Eisini fíggja vit lønina hjá einum stað­ bundnum trúboðara í Kampot í dag, skrivar Heri Kjærbo frá Boðanardeild felagsins. Sjálvur vildi Regin eisini fegin hjálpa til, men hann ynskti at gera tað á sín egna hátt. – So eg fekk hugskotið um at keypa nakrar gittarar og seta ein tón­leika­lær­ ara í starv, sum so skuldi læra frá sær, har Heimamissiónin virkaði, greiðir Regin frá. Hann keypti sostatt 25 gittarar og setti ein tónleikalærara í starv í eitt ár. Hesin skuldi ætlandi læra frá sær og stimbra tey, sum komu í samkomurnar hjá Heimamissiónini, at spæla tónleik. Hetta skuldi gerast í einum landi, sum hevur gjøgnum tíðirnar hevur verið nógv merkt av ófriði og óskili, fólka­morði, mutri, fátækradømi og armóð. Í roynd og veru eru arrini eftir borgarakríggj, Pol Pot og hansara harka­lið so sjónsk, at Kambodja verður mett sum mest fátæka landið í Asia. Ein trið­ingur av fólkinum hoyrir undir tað, sum Folkekirkens Nødhjælp bólkar sum »ekstremt fátøk«. Tískil er av sonnum talan um eitt heldur øðrvísi hugskot og eina alterna­ tiv verkætlan, ið Regin setti í verk. – Tað eru fleiri dømi um, at fólk halda seg játta pening til eitt væl­ ger­andi endamál, men pengarnir so í veru­leikanum eru endaðir í lummanum hjá onkrum pengagrískum manni. Og tá pengarnir fara til rætta stað, kann vera trupult at síggja teir aftur. Í hesum førinum kemur tónleikurin at standa eftir, greiðir Regin frá. Øll tosa tónleik Spurdur um tað ikki hevði verið rættari at latið pening til eitt nú undirvísing ella okkurt annað, sum tykist meiri upplagt enn nakrir gittarar, svarar Regin, at Heima­missiónin longu ger nógv av hesum arbeiðinum frammanundan. – Tey undirvísa til dømis í enskum, men at fáa bøkur til vega og fólk at undirvísa er tungt. Við tónleiki er lættari. Líkamikið hvat status tú hevur, kanst tú spæla tónleik. Tónleikurin er eis­ini eitt alheims mál, sum øll skilja. Og í Kambodja í dag eru fólk, sum duga at spæla tónleik, hóast tey ikki duga at stava sítt egna navn, vísir hann á. Sjálvandi vildi hann hjálpa uppbyggjandi arbeiðinum í Kambodja, tá Heimamissiónin heitti á hann, um at stuðla teirra arbeiði. Men heldur enn at lata eina ávísa upphædd, keypti Regin W. Dalsgaard 25 gittarar og setti ein tónleikalærara í starv. – Úrslitið er, at ein tónleikamentan er kveikt í einum øki, har hon ikki livdi frammanundan Hjálpir neyðstøddum við gittarum mynd: Rólant Waag Dam Regin W. Dalsgaard keypti 25 gittarar og setti ein tónleikalærara í starv – Vit settu eina tónleikaverkætlan í gongd og úrslitið er, at ein tónleikamentan er kveikt í einum øki, har hon ikki livdi frammanundan