fríggjadagur 18. november 2011síða 39
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 134 ·18. november 2011
7
VIKUSKIFTI
Hvussu tíðliga fekst tú áhuga fyri politikki?
Árstalið minnist eg ikki heilt, men tað byrjaði, tá
eg fór at lesa búskap og handil í 2004. Rættiligan
áhuga fyri føroyskum politikki fekk eg í 2007,
tá fyrsta PISA-kanningin varð avdúkað.
Nær tók tú avgerð um at fara upp í politikk?
Tað var sama árið. PISA-kanningin vísti, at
føroyingar vóru nakrir sibbar og lærararnir kundu
ikki brúkast. Eg havi gingið í fólkaskúla í Føroyum
og í framhaldsdeild í Hollandi. Eg visti, at hetta
passaði ikki, og eg skrivaði tá eitt lesarabræv, ið
nevndist »It’s not all Gloom and Doom«, og tá tók
eg avgerð um at stilla upp til komandi løgtingsval.
Kom tað óvart á teg, at tú var valdur á Ting?
Eg havi arbeitt fram ímóti hesum síðani 2007,
men eg visti, at skuldi tað lukkast, skuldi alt ganga
upp í eina hægri eind. Og tað gjørdi tað, tíbetur.
Hvat fer tú serliga at arbeiða fyri á Tingi?
Skúlamál var tað, sum eg legði dent á í valstríðnum,
og tað verður eisini tað fyrst og fremst, sum
eg fari at leggja meg eftir í Løgtinginum.
Hvat er tín
lívrættur?
Sushi.
Hevur tú áhuga fyri ítrótti?
Eg havi ógvuliga stóran áhuga fyri ítrótti, og
serliga fyri fótbólti og Manchester United.
Eg fái ikki íðka ítrótt sjálvur, men Manchester
United fyllir nógv í gerandisdegnum.
Hvørji eru fremstu frítíðar áhugamálini?
At hyggja eftir Manchester United, at skriva og at lesa.
Ber til at kombinera skúlagongd
og løgtingsarbeiði?
Í mínum føri lesi eg stjórnmálafrøði, so tað er politikkur
dag og dagliga, so eg realiseri bara teoriina í praksis.
Hvørjum hyggur tú eftir í sjónvarpinum?
Manchester United, enskum fótbólti og
Champions League. Annars ikki nakað serligt.
Hvønn tónleik lurtar tú eftir?
Tað er eitt sindur blandað, men mær dámar
væl Kanye West og Teit Lassen.
Hvør bók liggur á
náttborðinum?
1984 hjá George
Orwell.
mynd: Álvur Haraldsen
Vita tit, at hvør kassakvittan, at
hvørt kontuavrit, hvør rokning er
ein lottoseðil?
Nei, ha?
Jú, síggja tit, fyri at gera dapra
gerandisdagin hjá okkum trúgvu
og góðtrúnu viðskiftafólkum
spennandi og eitt lítið sindur
eksotiskan í øllum sortanum hava
bankin og handlarnir javnan
smáar kappingar til okkara.
Spælið við og fáið pengar
aftur.
Kappingarnar eru rættiliga
einfaldar. Vit skulu finna ein
feil í kontuavritinum ella í
kassakvittanini.
Vinningurin er tað, sum vit
annars høvdu mist, um vit ikki
leitaðu eftir feilinum og funnu
hann.
Ikki er vinningur hvørja
ferð, men tó oftari enn í øðrum
kappingum.
Munurin er tó tann, at
peningastovnar ella handlar
ella øll onnur, sum vit hava
peningaligt samskifti við, hava
ongantíð boðað frá hesari kapp
ingini. Men tað geri eg so nú.
Nógvir pengar eru at vinna eftir
einum ári.
Handlar hava til dømis altíð
tilboð. Tey koma tvær ferðir um
vikuna, tveit av trimum posta
døgum, í hvønn postkassa og
tey eru skrivað undir vørunum
á handilshillunum. Eingin, sum
veit, at tvey pluss tvey eru fimm,
veit ikki um tilboðini. Eingin
uttan kassin. Kassin fær ikki
altíð at vita, at í dag er hendan
ella handan neyðsynjarvøran,
so sum fimm pottar av litaðum
sukurvatni, er upp á tilboð.
Og her kemur so kappingin.
Tú keypir og rindar fyri vørurnar.
Fær ella biður um kassakvittan
ina, lesur hana gjølla, minst til
handskarnar, tí slíkir strimlar eru
eitraðir fyri at ræða kundarnar,
so teir ikki vilja hava hann, tú
lesur kassakvittanina og bingo:
eingin avsláttur fyri vøruna, sum
er tilboð, tilboð, tilboð rópt út um
allar geilar.
Har vóru so tær krónurnar.
Tað sama ómaksgjaldið hjá
bankanum, sum hann tók av
einasta undantakinum, sum
sleppur undan ómaksgjaldi.
Har vóru nakrar krónur
afturat. Vónandi krevur bankin
ikki ómaksgjald fyri at flyta tær
aftur á kontuna.
Eingin onnur kapping ella
vedding ella skaving geva so ofta
vinning sum hendan, eg júst eri
komin við. Ikki so nógv hvørja
ferð, men samanlagt um árið ikki
so lítið.
Og peningastovnarnir og
handlarnir fegnast sjálvandi eis
ini, tí teir siga altíð, at teir ræðast
ikki kapping, tí kapping er sunn.
Men tað ræður sjálvandi um
at vera árvakin og studera gjølla
kontuavrit, kassakvittanir og
rokningar.
Ikki minst ræður um at vera
árvakin, tá eitt nú ferðaseðlar
skulu keypast á netinum. Teldan
spyr á ein slíkan hátt, at tú, ansar
tú ikki beista væl eftir, keypir
okkurt, sum tú als ikki ætlaði et
keypa.
So sum avlýsingartrygging.
Teldan spyr ikki bart út, um tú
vilt hava eina slíka, ja ella nei.
Hon spyr, um tú vilt halda fram
at bíleggja ferðaseðilin uttan at
tekna eina avlýsingartrygging.
Eina trygging, sum tú ikki hevur
brúk fyri og ivaleyst einki er
verd, skuldi tú fingið brúk fyri
henni.
Hetta er sálarfrøði á fyrsta
stigi. Tú svarar nei, tí tú vilt ikki
hava hesa trygging, men tað var
nettupp ikki tað, teldan spurdi
um. Hon spurdi, um tú vildi fara
til næsta stig uttan at tekna av
lýsingartrygging, so rætta svarið
er sjálvandi ja.
Slíkar fellur eru allastaðni.
Endamálið er eittans, tað er at
lumpa fólk.
Júst hetta ger lívið so
spennandi, alla tíðina at vera á
varðhaldi, alert. Frálíkur heila
fimleikur.
Kundi eisini verið eitt frálíkt
telduspæl, og er tað ivaleyst. At
keypa á netinum er eitt ótolandi
spennandi telduspæl. Tað kostar
nógv at tapa.
Vit kunnu ikki liva av at
klippa hvørjum øðrum. Men vit
kunnu liva av at snýta hvønn
annan.
Umafturafturum
høgni djurhuus
hanus samró
lagt til rættis: Leo Poulsen
PISA fekk meg at
far upp í politikk
Hanus Samró er ógvuliga nógv frammi fyri tíðina,
tí ikki bert er hann nývaldur løgtingsmaður, hann
er eisini nýklæktur rithøvundum. Hann elskar
sushi, og fer at arbeiða við skúlamálum á Tingi
Kassalotto