fríggjadagur 18. november 2011síða 38
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 134 ·18. november 2011
6
VIKUSKIFTI
Prei: Hevur tú ikki lakrespulvur ber til at knúsa lakresbomm (tyrkisk
peber, spejderhagl e.l.) Síla tá knústu bommini omanyvir eggjahvítar
og florsukur, so eingir stórir klumpar koma í. Teir typpa sproytiposan.
Prei: minst tó til, at lakressmakkurin ikki skal dominera í
matgerðini, tí hann kann lættliga gerast ov nógv
av tí góða. Í smáum nøgdum kann lakressmakkurin
tó gera matin spennandi og forvitnisligan.
Lakresrøtur, -pulvur og -siroppur fáast í
fleiri av stóru handlunum í Føroyum. Til
ber tó eisini at keypa á netinum t.d á:
www.specialekoebmanden.dk
www.det-sode-liv.dk
www.bolsjehuset.dk
www.chokoladehimlen.dk
Prei: Onnur ting, sum geva
ein tóna av lakressmakki eru:
Stjørnuanis, anisfræ, fennekel, fennikelfræ
og estragon, fyri at nevna okkurt.
Ein smakkur av
lekrum lakresi
Lakres-marengs
3 eggjahvítar – pískast heilt stívir
75 gr av florsukri – stroyðast omanyvir eggjahvítarnar ígjøgnum eina sílu.
Ein súpuskeið av lakrespulvuri – stroyðast omanyvir florsukrið.
Vend varisliga øllum tilfarinum saman.
Ger síðani smá marengs við einum sproytiposa – røkkur til uml eina plátu.
Bakast í 100 stigum (heitluft) í ein tíma.
Lakres-banan smoothie
2 frystar bananir
korn frá eini vaniljustong
1 rokaða tsk av lakrespulvuri
1/2 tsk av sukri at blanda vaniljukornini uppí
mjólk
Blanda alt tilfarið í einum blendara, og lat
eitt sindur av mjólk í í senn, inntil tað er so
flótandi, sum tú vilt hava tað at vera.
Høsnarungi við lakres
4 høsnarungabringur
4 tsk. av lakrespulvuri
4 tsk. søtum lakres siroppi
Salt
Pipar
Gníggja lakrespulvur, salt og pipar á høsnar
ungabringurnar, og lat tær standa í 30-60 min.
Beint áðrenn tær verða stoktar, leggur tú eina
tsk av lakressiroppi á hvørja bringu. Steik, til
tær eru gjøgnumstoktar – gjarna á grillini – og
borðreið við frískum salati og grovum flutes
Drekkamunnur við lakresi
Blanda 1 tsk av stjørnuanis, 1 tsk av karda
mummufræ og 2 tsk av sundurskornari lakresrót
og stoyt kókandi vatn útyvir. Eftir 5 minuttir
hevur tú eitt vælsmakkandi lakres te
Lakreste fæst tó eisini í pakkum – til dømis
frá Pickwick. Royn eisini at lata eina teskeið
av lakrespulvuri í kaffi ella í kaffi latté.
Lakres er ein av heitastu trendunum beint nú. Tað verður
nýtt til at geva øllum hugsandi mati ein spennandi
smakk. Lakres verður nýtt bæði til bakstur, smoothies,
dessertir, døgverðarættir, heitar drykkir, góðgæti.
Í Føroyum fáast ymisk sløg av lakresi, og annars eru
hópatals nethandlar, sum eisini senda til Føroya
TIPS FRÁ eydnu
eydna@sosialurin.fo
Prei: Á netinum eru óteljandi uppskriftir
við lakresi, so royn teg fram.