fríggjadagur 18. november 2011síða 37
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 134 ·18. november 2011
5
VIKUSKIFTI
myndir: Ólavur J. Hansen
Má tola blóð og deyða
David er júst liðugur við starvsvenj
ingina, sum í hansara føri vardi hálvt
annað ár av útbúgvingini. Samanlagt
er øll útbúgvingin trý ár. Sambært
David var tað serliga ta tíðina, meðan
hann var í praktikk, at hann veruliga
upplivdi, hvussu tað er at arbeiða í
løgregluni.
– Meðan eg var í starvsvenjing
upplivdi eg eitt sindur av hvørjum. Eg
var við á túrum, har vit skuldu út til
tjóvaríð, ógvusligar eldsbrunar, her
verk, narkomál og nógv annað.
Sum løgreglufólk kemur mann út
fyri hendingum, sum kunnu verða
rættiliga ógvusligar, og tískil lærir
David eisini á skúlanum, hvussu hann
skal takla ógvusligar hendingar, tá tær
koma fyri.
– Vit verða upplærd at vera varug
við okkara sálarligu støðu, og eisini
hvussu starvsfelagar hava tað, um
tey hava verið úti fyri eini ógvusligari
hending.
David hevur eisini gjørt sær nógvar
tankar um tað, at hetta er eitt arbeiði,
sum kann bjóða óhugnaligar og rørandi
upplivingar, men hann heldur, at hann
er væl fyrireikaður, tá hann kemur í
slíkar støður. Á skúlanum verða tey
undirvíst á sálarfrøði, har tey viðgera
ymisk evni, sum kunnu verða ein hjálp
hjá honum, soleiðis at hann eisini
sálarliga hevur amboð til at takla
tær truplu støðurnar, ið kunnu koma
fyri. Bara teir mánaðirnar, hann var í
starvsvenjing, slapp hann veruliga at
royna seg.
– Eg havi verið úti til ógvusligar
ferðsluvanlukkur, har fólk eru komin
sera illa til skaða, og so havi eg eisini
funnið deyð fólk, sum hava ligið í síni
íbúð í langa tíð, greiðir David frá og
leggur afturat, at tey altíð hava møgu
leika at fara til sálarliga debriefing,
har tey saman við sálarfrøðingi og
einum leiðara práta um ógvusligar
hendingar.
Fyrireiking er umráðandi
Um eini nýggju mánaðir er David lið
ugur við útbúgvingina, og tá kemur
hann til Føroyar at arbeiða. David hevur
varhugan av, at áhugin fyri løgreglu
starvinum og politiskúlanum er stórur
millum føroyingar, og til teirra, ið
kundu hugsað sær hesa lívsleið, hevur
David góð ráð.
– Umframt at kunna seg væl um
upptøkuroyndina og venja nógv, so
ræður um at seta seg væl inn í sam
felagskjakið og fylgja við í avísum og á
netinum., greiðir David frá. Hann fylgdi
serliga væl við í fjølmiðlasøgunum,
sum snúðu seg um kriminal mál og helt
vakið eyga við, hvussu løgregluarbeiði
fór fram. Hóast hann ikki heldur, at
hann lærdi nakað við at lesa hesar
søgur, so góvu søgurnar honum eina
ábending um, hvat fyrifórst innan
politiheimin júst tá.
David sigur seg hava verið væl
móttiknan sum føroying á politiskúl
anum á Keypmannahavn og sigur, at
tað einasta, sum stundum hevur verið
trupult sum føroyingur, er danska
málið.
– Í byrjanini vóru tað nakrar
danskar vendingar, sum eg ikki kendi,
og tískil gjørdust onkrar samrøður bæði
á skúlanum og úti á patrulju heldur
løgnar, flennir David, sum møguliga
verður at síggja á patrulju í Føroyum
komandi ári.
– Vit verða upplærd at vera varug við okkara sálarligu støðu, og eisini hvussu starvsfelagar
hava tað, um tey hava verið úti fyri eini ógvusligari hending, sigur David Arge Galán
Fakta
Tá ein søkir inn til politist í Føroyum, er
mannagongdin tann sama sum í Danmark.
Í Føroyum eru tó hesi frávik frá tí, sum er
nevnt á donsku heimasíðuni:
• Skrivlig roynd verður í føroyskum,
• Svimjiroynd verður, sum einans hevur til
endamáls at staðfesta, um umsøkjarin
hevur vatnræðslu
• Umsóknir skulu sendast til Føroya
Landfúta, postboks 3018, 110 Tórshavn
• Eftir lokna útbúgving í Danmark,
skal ein til Føroyar at arbeiða.
Ein kann lata umsókn inn alt árið.
Meira kann lesast um útbúgvingina á
heimasíðuni www.blivpolitibetjent.dk