Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-18, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. november 2011síða 36

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 134 ·18. november 2011 4 VIKUSKIFTI Samrøða Rannvá G. Fossaberg rannva@sosialurin.fo Longu sum smádrongur droymdi David Arge Galán um at fáa eitt starv, sum var øðrvísi, krevjandi og spennandi. Í dag ger havnamaðurin dreym sín til veru­ leika og er farin á politiskúla í Dan­mark. Útbúgvingin krevur nógv av næm­ ingunum bæði kropsliga og sálarliga, men tað er júst hesar avbjóðingarnar, sum David dámar. Krevjandi upptøkuroynd Fyri at sleppa á politiskúla skalt tú til upptøkuroynd, har tú skalt vísa, at tú ert væl fyri kropsliga og sálarliga. Fyri at kunna klára uppøkuroyndina best møguligt valdi David at fara á ein ítróttar­háskúla í nakrar mánaðir, áðrenn sjálva upptøkuroyndina. Á háskúlanum valdi hann at ganga á eini serligari linju, sum er ætlað teimum, ið ynskja at fara á politiskúla. Upptøkuroyndin krevur nógv av umsøkjarunum, so eftir drúgva fyrireiking á politilinjuni á háskúlanum og miðvísa venjing kendi David, at nú var hann so klárur til upptøkuroyndina, sum hann kundi blíva. – Eg vildi vera so væl fyrireikaður sum yvirhøvur gjørligt, so síðstu vikur­ nar áðrenn upptøkuroyndina brúkti eg eisini nógva tíð um kvøldarnar upp á at lesa donsku bløðini og hyggja eftir tíðindasendingum, fortelir David, sum vísir á, at ein partur av upp­tøku­ royndini snýr seg um almenna vitan. Harumframt kunnaði hann seg um sjálva upptøkuroyndina, og hvussu hon fer fram, við at lesa inni á heimasíðuni blivpolitibetjent.dk. Upptøkuroyndin er býtt í fleiri partar, og endaligi parturin er ein samrøða, sum sambært David er tann torførasti parturin. – Tann endaliga samrøðan var rættiliga nervapirrandi, tí eg visti jú ikki nágreiniliga, hvat eg skuldi práta um, og harafturat er samrøðan ikki nakað, sum ein veruliga kann fyrireika seg til. Men tá má mann bara royna at vísa, hvør mann er og so at siga selja seg sjálvan eftir besta førimuni. Hørð venjing skal til Sum part av upptøkuroyndini verður eisini kannað, um umsøkjarin er nóg væl fyri kropsliga. Tískil nýtti David eisini nógvar tímar í venjingarhøli, har hann vandi styrki og konditión. – Tað er eitt stórt pluss, um tú ert væl fyri kropsliga, tí á skúlanum fer nógv tíð við rørslu, og so at siga øll gera nógv burtur úr ymsum sløgum av venjing, sigur David, sum í løtuni venir umleið fýra og fimm dagar um vikuna. Hvør venjing plagar at liggja um hálvanannan til tveir tímar. Um­ ráðandi er at halda kroppin í góðari venjing, eisini tá tú ert sloppin inn á skúlan, greiðir David frá. – Vit ganga øll rættiliga høgt upp í at venja regluliga, tí javnan skulu vit til royndir, har kannað verður, hvussu vit eru fyri kropsliga. Afturat styrkivenjing er tað serliga úthaldni, sjálvforsvar og forðabreyt, sum vit venja. Orsøkin, til at tey, sum ganga á politiskúla, skulu vera væl fyri krops­ liga, er ikki einans, at tey skulu orka væl at renna og vera hampiliga sterk. At kropp­urin er í góðari venjing hevur eis­ ini nógv at siga fyri psykuna, sum javn­ an er undir trýsti bæði undir og aftan á lokna útbúgving hjá politistum. – Eg havi verið úti til ógvusligar ferðsluvanlukkur og funnið deyð fólk í íbúðum, sigur 27 ára gamli David Arge Galán, sum í løtuni lærir til løgreglumann í Keypmannahavn Má tola blóð og deyða