Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-18, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. november 2011síða 46

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 134 ·18. november 2011 14 VIKUSKIFTI Bók Agnar Artuvertin post@sosialurin.fo Søgurnar eru tríggjar í tali og nevnast Við føturnar á liggjandi konum, Avo­ kado­steinurin og Ein søga í rappstíli. Stjerbakova gevur í hesum trimum søgum djúptøkið innlit í gerandisdagin hjá nøkrum fátækum fólkum, og eins og tann íslendski høvundurin Einar Már Guðmundsson nýtir hon humor. Men hennara stílur er nógv daprari í tí, og fólkini nógv syrgnari og vónleysari. Hetta eru søgur um tey, sum ongan­ tíð sluppu at liva og gera sær sínar royndir við hinum kyninum, ella seta egið búgv og tjena pengar. Og tískil lesa vit hjá Stjerbakovu um nøkur syrgilig og ótrúliga deprimerandi, per­sónsmenskuleys og kúgað individ. Vit lesa um nakað so trist og lívleyst sum and­negl, ovurfiti, lamni og leti, krígsveteranar og granatsjokk, ung­ dóms­demens og hjún í besta aldri, sum eru fráløgst, ella sum ongantíð hava havt nakað serligt saman á tí økinum, hóast tey hava verið gift í fleiri ár. Men tó at hesir uttaru karmar eru so keðiligir, sum teir eru, so finna vit hjá Stjerbakovu og í hennara persónum bæði varma, humor og spakan og av sonnum hjartanemandi kærleika og næstra­tokka. Vit lesa til dømis í teirri fyrstu søguni, sum eitur Við føturnar á liggjandi konum, um Panin, Sprecht og Soroka, sum standa úti á vegnum og práta, og Panin hevur hol í skónum, og nógv tíð fer til at lýsa, hvussu hann skrúvar og snarar tærnar niður í sandin, tí tað linnar so væl um pínuna í teimum. Hetta skemtiliga lyndið, sum sosial­ realistiskir høvundar stundum nýta til at fáa eitt bros fram á varrunum á lesar­ anum, kenna vit føroyingar eisini aftur frá Heðini Brú og Jens Paula Heinesen, sum jú báðir skrivaðu um føroyskt bygdalív og bygdamentan. Heðin Brú hevur eina søgu um ein dana, sum kemur og spyr nakrar føroyingar, hvar húsini hjá sorinskrivaranum eru? Tá peikar ein føroyingur við tánni, og tað er hol í skónum hjá honum. Hetta ger hann, tí hann tímir ikki at koyra hendurnar úr lummanum. Í hesi søgu hitta vit tann tuflaða og syrgiliga eksistensin Sjpekov- Sprecht, sum verður bukaður av kon­ uni, men tolin finnur seg í øllum og krýpur fyri henni sum ein hundur. Og uttanfyri gongur tann gamla konan Konovalikhova og rópar á sín hund. Hetta dualistiska loftaríið millum ymsu síðurnar í søguni – hetta at lýsa ein mann sum ein hund, og so hava ein ordiligan hund rennandi uttanfyri – er eitt innbygt element í næstan øllum søgum Stjerbakovus. Vit kenna tað eisini úr søguni Malena og Justitia eftir Valdemar Poulsen, sum millum annað skrivaði skaldsøguna um Osvald. Stjerbakova skrivar um smáar lagnur og tey vanligu fátæku fólkini, sum vit øll við einum góðum vilja kunnu kenna okkum aftur í, høvdu vit verið stødd undir somu korum sum tey. Og tað er kanska dreymurin um eitt betri lív, sum er støðið undir spegilselementinum í hennara søgum – lyndið til at skapa eina betri útgávu av sær sjálvum og sínum óhepnu umstøðum. Eisini hitta vit teir báðar vinmenn hansara Soroka, sum er kvinnudárari og pilotur, og Panin. Vit fáa nógv filosofiskt og politiskt túnatos millum teir tríggjar, kryddað við hópin av lopum í tíð og stað. Vit hitta Zinu, ið eisini er pilotur, og vit lesa eitt syrgiligt brot um fysikk­ læraran Igor, ið hevur verið í kríggi og hevur granatsjokk og roynir at tøla Zinu á ein sera óbúnan hátt, ið avdúkar, at hóast hann hevur verið giftur í átta ár, hevur hann lítlar og ongar royndir á hesum øki. Zina verður upp á vegin og eigur ein drong, ið er meinlíkur pápanum – og tey eru grannar, so har fær Stjerbakova eitt sindur av drama og spenningi inn í søguna. Søgan endar við, at Panin stendur úti á vegnum og hyggur upp á luftina og stjørnurnar og ímyndar sær eitt, sum Stjerbakova rópar »ein lívstríkant« og nakrar ósjónligar liggjandi konur. Hesin gátuføri endi kann tulkast á mangar hættir. Kanska er lívstríkanturin mynd á tríkantsdrama, sum kanska altíð er partur av lívinum, ella kanska sjálvt innihaldið í lívinum, ella er hann mynd á okkurt størri og meir. Tað fáa vit ikki at vita bert við at lesa eitt ummæli sum hetta, men tá er helst neyðugt sjálvur at lesa søgurnar. Onnur søgan eitur Avokadosteinurin, og hon er ein í stíli sera støkkin frásøgn – ber næstan brá av frásøguháttinum hjá Proust í Á la Recherche du Temps Perdu. Sjónarhornið er tað hjá einari kvinnu, sum býr einsamøll, og sum brádliga fær Tríggjar søgur eftir Galinu Stjerbakova, nú komnar út á Sprotanum. Stílurin hjá Galinu Stjerbakovu er sera støkkin, og lopið verður úr einum í annað og millum persónar, sum vit tó allar sleppa at kenna væl. Hesin støkni stílur er kanska ein litterer snild, sum sampakkar væl við høvuðsevnið hjá henni, sum er eitt forkunnugt altfatandi avbrigdi av doppelganger-motivinum, sum er sera væl umboðað í russiskum skaldskapi Við føturnar á liggjandi konum