fríggjadagur 18. november 2011síða 47
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 134 ·18. november 2011
15
VIKUSKIFTI
vitjan av einari fremmandari gentu,
sum er upp á vegin, og sum legst inn á
hana at búgva.
Gentan verður lýst sum búkstór,
og við opnari splittu. Yvirhøvur eru
nógvar lýsingar hjá Stjerbakovu av
opnum splittum, naknum fótum, saft,
sum av óvart rennur eftir lørunum á
konufólki osfr. Stundum letur hon tó
eisini hetta lyndið siga onkran góðan
og humoristiskan sannleika, sum til
dømis hetta brotið á s. 136 um ein
vísindamann, sum gjørdi laksarogn
burtur úr lorti:
»Upp á spurningin um, hvussu
gekst, svaraði hann glaður: – Tað er
alt hilnast væl, nú er bara eftir at fáa
luktin burtur.«
Kanska ein beinrakin mynd, sum
sigur nógv um vísindina og serliga
heilivágsídnaðin í dag?
Samrøðurnar hjá hesari kvinnu
og gentuni verða miðlað til okkara
gjøgnum hugaheimin hjá kvinnuni og
tí, sum hon minnist úr fortíðini. Eisini
setur høvundurin søguna í samband
við ta kendu skaldsøguna Meistaran
og Margarita eftir Mikhail Bulgakov.
Seinni í søguni er aftur lop tíð. Vit
fara aftur til eina, sum eitur Zjenja, og
hon verður upp á vegin. Og her síggja
vit aftur tað dualistiska loftaríið hjá
Stjerbakovu.
Tann áhugaverda niðurstøðan í hesi
søgu er, at tann gesturin, sum hon tosar
um í byrjanini á søguni, bæði kann vera
sjálv søgan, sum hon skrivar, og eisini
Zjenja og tann ókunniga gentan, sum
er upp á vegin.
Stjerbakovu dámar væl tað kropsliga,
og tað at vera upp á vegin er sjálvandi
sera kropsligt. Haraftrat kann tað sigast
vera eitt fyribrigdi, sum elur av sær ein
lítlan doppelgangara. So hóast tað ikki
sæst við fyrsta eygnakast, so hanga øll
temuni og stílurin hjá Stjerbakovu sera
væl saman.
Tann seinasta søgan er tann filo
sofiskasta av teimum trimum – Ein
søga í rappstíli. Hon er á tremur við
normativum hugleiðingum um orð og
orðamerkingar.
Søgan snýr seg um eini hjún við
einari dóttur, og sjónarhornið er tað hjá
konuni. Har bankar uppá ein morgun,
hon fer út og letur upp – og verður
skotin í óstbeinið, men doyr ikki.
So liggur hon á sjúkrahúsinum – og
har fáa vit aftur filosofiskt prát millum
sjúklingarnar (saman við tí skatologiska
skemtinum, sum er so eyðkent fyri
Stjerbakovu) – og tá gerst lesarin so við
og við varugur við, at tað kanska var
dóttur kvinnuna, sum skeyt mammu
sína. Væl klárar Stjerbakova at halda
spenningin millum móður og dóttur,
uttan at hon snávar við tí.
Í øðrum parti hitta vit eina aðra
kvinnu, sum eigur eina dóttur, sum er
meinlík dóttrini hjá høvuðspersóninum
– og báðar døturnar eita tað sama. So
fáa vit aftur drama og spenning, til
eyðsýnt verður, at tað er sami maður
– maður frásøgufólkið í søguni – sum
er pápi at báðum gentum. Og at tað var
hin gentan, sum skeyt konu pápans.
Torgreitt og skelkandi? Jú, sanniliga.
Í hesi seinastu søgu kann av sonnum
sigast, at Stjerbakova hevur nátt tindin
av sínum dualistiska metafor-loftaríi
og doppelganger-motivi. Hetta er ein
hugtakandi og tekniskt frágera væl úr
hondum greidd endasøga, sum endar
eitt sera øðrvísi, innhugsið og filosofiskt
søgusavn, sum øllum kann viðmælast
at ogna sær og lesa.
Høvdu tit væntað annað?
E-bøkur kunnu keypast á www.sprotin.fo
Sjálvandi fáast
føroyskar
bøkur sum
e-bøkur
E-bók er bók, sum tú lesur á e-bókalesara ella handteldu, ið tú kanst hava við tær allastaðni. Vanligasta
sniðið í e-bókum er ePub, sum hevur tann fyrimunin, at teksturin lagar seg eftir støddini á tólinum, so
tað hevur ongan týdning, um skíggin er lítil. Okkara e-bøkur eru í ePub sniði. Les meira á www.sprotin.fo
Fakta
Galina Nikolaevna Stjerbakova
(10. mai 1932 – 23. mars 2010) var russiskur og sovjettiskur rithøvundur. Hon var fødd í Donetsk-økinum
í Ukraina. Hon las við námsfrøðiliga háskúlan í Cheljabinsk. Síðani undirvísti hon í russiskum máli og
bókmentum. Hon starvaðist eisini eitt skifti sum blaðkvinna, men hon segði upp og fór at royna seg sum
rithøvundur burturav. Hon helt nevniliga, at journalistikkur kravdi, at ein var falskur og bert varpaði ljós á
eina síðu av málinum og tagdi um hinar síðurnar, og hetta dámdi henni ikki. Hon hevur eisini sagt seg ikki
dáma antisemittar, tí syndin er stór at hata nakran vegna trúgv ella tjóðskap.
Tann seriøsi parturin av heildarverkinum hjá Stjerbakovu – nevniliga tað filosofiska prosaið – varð
skrivaður áðrenn 70’ini. Hon hevði tó trupulleikar við at fáa nakran at geva tað út. Tískil gjørdi hon av at
fara at skriva eina ástarskaldsøgu, ið varð prentað í tíðarritinum »Junosd« (Ungdómur (Юность)) á heysti
1979. Hon gjørdist væl umtókt, og Stjerbakova fekk nógv rósandi brøv frá lesarum.
Hin 15. jan. 2010 varð henni handað borgara-heiðurslønin »Glæsiliga fortíð« í Cheljabinsk.
Galina Stjerbakova skrivaði fleiri enn 20 bøkur og doyði, áðrenn tann seinasta varð liðug. Nógvir filmar eru
gjørdir við støði í søgum hennara.
Hon andaðist í Moskva og er grivin í Mjuskom-kirkjugarðinum, ið liggur nærhendis Mar’in-viðarlundini
Við føturnar á liggjandi konum er fyrsta verk eftir Stjerbakovu á føroyskum.
Johnny Thomsen hevur týtt úr russiskum. Bókin er 230 bls.