Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-18, síða 48
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. november 2011síða 48

‹ fyrra síða allar 48 síður

Tekstur á síðuni

nr. 134 ·18. november 2011 16 VIKUSKIFTI Flogfelag Inna Törnroos inna@sosialurin.fo Nú tá flogvøllurin er longdur til 1799 metrar, eru Føroyar opnari enn nakran­ tíð fyri at onnur flogfeløg skulu koma hendanvegin. Nógv kjak hevur verið síðstu tíðina um ferðaseðlaprísin, og meðan tað gerst bíligari at flúgva alla aðra­stani, stendur prísurin so at siga í stað í Føroyum. Hetta ger, at nógv ynskja at kapp­ ingin økist í luftini. Í greinum seinastu tíðina hevur graml verði um at, Norwegian ætlar sær til Før­oya. Seinast var tað Sosialurin, sum kundi siga frá, at heimasíðan www.norwegian.fo nú er skrásett. Men hvat er Norwegian fyri felag, og hvat kunnu føroyingar vænta av hesum felagnum? Ungt flogfelag Nowegian er eitt ungt felag, tað varð grundað 1993, og meðan nógv flog­ feløg eru givin, hevur Norwegian verið dugnaligt og tikið yvir teirra rutir. Nøkur av hesum eru Busy Bee, FlyNordic og Sterling. Norwegian er eitt sokallað lá­ kostnaðar­flogfelag og verður ofta saman­borið við Ryanair og Easyjet. Príslepin á einum Norwegian-ferðaseðli er tó ikki líka lágur sum hjá til dømis Ryanair, men oftani væl bíligari enn hjá kapp­ingarneytanum SAS. Umborð hjá Norwegian er onki ókeypis, matur og drykkivørur eru til keyps og nøgdin av viðføri er av­ markað. Í Norra hevur Norwegian 45 pro­ sent av samlaða flogmarknaðinum. Høvuðsskrivstovan er á Fornebu í Oslo. Stjórin Bjørn Kjos er størsti eigarin í felagnum, sum annars er á virðis­bræva­ marknaðinum í Oslo. Seinastu árini er flogfelagið nógv vaksið í Norðanlondum. Meðan onnur feløg eru farin á heysin, er Norwegian farið undir nýggjar farleiðir og hevur í skrivandi løtu heilar 261 rutur og 59 egin flogfør. Fleiri charterfeløg leiga eisini teirra flogfør. Tey, sum ikki dáma Norwegian eru oftani tey, ið eru von við tænastuna, ein fær umborð á til dømis SAS. Tæn­astu­ støðið er lægri hjá teimum so­kallaðu lágprísfeløgunum. Tey ferð­andi gjalda ein bíligan penga og verða flutt frá A til B, og tað er tað. Tíðin, tá flogternan ballaði teg við einum teppi og gav tær ein sjuss, er farin. Fíggjarstøðan hjá Norwegian hevur eisini verið betri enn hjá flestu øðrum feløgum í Norðurevropa, og tað er óivað tí, at felagið nú hevur ein tann nýggj­ asta flotan av flogførum og var fyrst í Norðanlondum at bjóða kundunum ókeypis internet umborð. Fyri føroyingar, sum bara eru vanir við Atlantic Airways, verður tað óivað eitt sindur løgið at flúgva við Norwegian. Men vónandi verður ferða­ seð­ilin so nógv bíligari, at tað er í lagi, at sjuss­urin ikki er ókeypis umborð. Norwegian hevði verið eitt gott felag at fingið til Føroya, spurningurin er bara, um vit eru nóg nógv og nóg óð at ferðast fyri at klára krøvini, slík feløg seta til nýggjar marknaðir. Ongin veit nakað við vissu, men okkurt bendir á, at Atlantic Airways fer at fáa ein kappingarneyta um ikki so langa tið. Skjótt vaksandi norska flogfelagið Norwegian er tað, sum nógv tippa er á veg til Føroya Norwegian ein modernaður víkingur Tíðin, tá flogternan ballaði teg við einum teppi og gav tær ein sjuss, er farin Navn: Norwegian Stovnað: 1993 Eigari: Stjórin Bjørn Kjos eigur størsta partin. Er skrásett á virðisbrævamarknaðinum í Oslo Flogfør: 59 Farleiðir higartil: 261 Eyðkenni: Kendir norskir persónar eru málaðir á flogfarið Stjórin Bjørn Kjos er størsti eigarin í felagnum