Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-21, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. november 2011síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 21. november 2011 · Nr. 135 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Leo Poulsen Tað var týskvøldið 8. nov­em­ ber, at løgreglan av fyrstan tíð eftirlýsti 42 ára gamla Dánjal Petur Hansen úr Saltangará. Sambært upplýsingum, sum løgreglan tá hevði, var Piddi Hansen – sum hann vanliga verður nevnd­ur – seinast sæddur við rund­ koyringina mill­um Sjó­mans­ heimið og fót­bólts­vøllin um mið­dags­leitið leyg­ar­dagin 5. november. Hetta varð seinni broytt til leygardagin um 16.30-tíðina, tá okkurt vitni skal hava sæð hann gingið nið­an móti húsum sínum í Saltangará. Alla tíðina hevur verið arbeitt út frá hesum upp­lýs­ ing­um, men um vikuskiftið kom fram, at løgreglan nú held­ur, at Piddi seinast er sædd­ur við vissu hósdagin seinna­part. Og seinasta lív­ stek­in frá honum er ein tele­ fon­sam­røða við ein vinmann eft­ir miðnátt hóskvøldið, alt­ so tíðliga fríggjanáttina. Allar fyrstu upp­lýs­ing­ar­ nar søgdu fríggjadag seinna­ part, sum seinni varð broytt til leygardag seinnapart. Men nú hevur løgreglan so fram­skundað tíðarlinjuna til hós­d­ag seinnapart. Kriminalpolitiið upp í málið Frá týskvøldinum varð síðani leitað eftir Pidda Hansen, og málið varð viðgjørt sum eitt van­ligt mál, har ein persónur er horvin. Løgreglan metti, at talan var um eitt mál, har per­són­ urin antin hevði verið úti fyri einari vanlukku av einum­ hvørjum slag, ella at per­són­ urin hevði tikið lívið av sær. Men sum vikan leið fóru søgurnar at ganga í nær­ um­hvørvinum, og tá komið var fram til viku­skift­ið, kom kriminal­politiið upp í málið. Hetta merkir, at frá leygar­degi – sum nú er fram­ skundað til hósdag – og fram til vikuskiftið eftir, hava fólk kunna gingið inn og út úr húsunum hjá Pidda, og skuld­setti maðurin hevur havt góða tíð at beina burtur tyngj­andi prógv í málinum. Blóð hevur tó tey evni, at tað skal nógv til at vaska blóð­blet­tir burtur, og løg­ regl­an hevur útgerð at finna fram til blóð, sjálvt um rættiliga væl er vaskað. Hetta er uttan iva tað, ið er hent í hesum málinum, tí løg­reglan hevur áður sagt, at týði­lig tekin eru um, at »vold« er farin fram í húsunum hjá Pidda, og at løgreglan er sannførd um, at Piddi er drip­in í egnum heimi. Skoda Fabia Ein høvuðstáttur í øllum dráps­málinum er ein silvur­ grá­ur Skoda Fabia stationcar, sum løgreglan er sannførd um er nýttur til at beina líkið av Pidda Hansen burtur. Hald varð lagt á hendan station­carin, har baksetrini vórðu tikin úr, og teknisku spor­ini í bilinum hava sann­ ført løgregluna um, at hesin bil­urin er ein sentralur táttur í málinum. Løgreglan er tí ógvuliga áhug­að í at fáa at vita frá fólki, um tey hava sæð nevnda bil i tíðarskeiðinum 5. november og frameftir, sum nú er víðkað til 3. nov­ em­ber og fram. Søgurnar siga, at orsøkin til, at baksetrini vórðu tikin úr bilinum skuldi vera hon, at ein frensur hevði pissað á setrini, sum tí vegna lukt vórðu tikin úr bilinum. Hetta eru tó óváttað tíðindi. Mikumorgunin 16. nov­ em­ber fóru søgur at ganga frá morgunstundini av, at Piddi skuldi vera endaður í einari bingju. Ógreitt var, hvat slag av bingju, talan var um. Summar søgur søgdu, at hann var innilæstur í einari bing­ju, og seinni skuldi tað vera ein ruskbingja, hann var end­að­ur í. Onkur helt seg enntá vita, at Piddi var funnin í einari rusk­bing­ju við brenni­støð­ ina á Hagaleiti í Leirvík. Hesi tíðindi vórðu tó sein­ ni avsannað. Savna seg um brennistøðina Hinvegin var nógvur ak­ti­vi­ te­tur á brennistøðini hjá IRF á Hagaleiti í Leirvík hendan miku­dagin. Nakað út á seinnapartin – um 15-tíðina – byrjaðu Tíðarlinjan fram Løgreglan heldur nú, at Piddi Hansen er horvin fyrr enn áður hildið. Tíðarlinjan hjá løgregluni sigur nú, at Piddi Hansen seinast við vissu er sæddur hósdagin uttan fyri Rúsuna, meðan seinasta lívstekin er ein telefonsamrøða við ein vinmann fríggjanáttina Tvey vitnir sóðu Pidda Hansen í rundkoyringini í Runavík um miðdagsleitið leygardagin 5. november Mynd: Álvur Haraldsen Í hesum húsunum – hjá Pidda Hansen – er horvni runavíkingurin myrdur av varðhaldsfongslaða útlendinginum, sambært løgregluni Mynd: Vilmund Jacobsen