Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-21, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. november 2011síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 21. november 2011 · Nr. 135 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 trígg­ir løgreglumenn skip­ að at gjøgnumganga alt rusk­ið, sum kom úr inn­ savn­ing­ar­bil­unum hjá IRF, og alt varð enda­vent. Hvør beriposi bleiv kannaður, antin eftir leivd­um av Pidda, ella okkurt, sum kundi setast í samband við horvna runavíkingin. Løgreglan hevði stóran ill­gruna til, at Piddi Hansen kun­di verða endaður á brenni­støð­ini so ella so, og tí varð eisini øskan frá brenni­ støð­ini, ið verður goymd í Oynd­ar­firði, eisini gjøg­num­ ging­in. Men hvørki leitingin í Leir­vík ella í Oyndarfirði gav nakað úrslit. Sum fleiri ferðir nevnt, hevur løgreglan hildið kort­ ini ógvuliga tætt inn at kroppinum, og tí er ongantíð kom­ið nakað fram um, hví ill­gruni er um, at Piddi kann verða endaður í onkrari rusk­ bingju og harvið á brenni­ støð­ini á Hagaleiti. Men okkurt er so, ið hevur fingið løg­reglu­na at savna seg um hetta. Leitað hevur verið víða, bæði á landi og á sjógvi, men higar­til uttan úrslit. Teknisk spor Kriminalpolitiið hevur alla tíð­ina lagt stóran dent á tey tekn­isku sporini í málinum. Tað gjørdist tíðliga greitt, at løgreglan hevði ávísan per­són í kikaranum. Hetta er útlendingur, sum seinastu tíð­ina hevur hildið saman við fyrrverandi konu Pidda. Tann nú varð­halds­ fongslaði maðurin arbeiddi á Bakka­frost, og í vikuni eftir, at Piddi hvarv, kollapsaði mað­urin og endaði á 8. hædd á Landssjúkrahúsinum. Har varð hann hand­tik­ in týsdagin seinnapart, og mikudagin varð hann fram­ førdur í grund­lógar­av­hoyr­ ing, har dómarin varð­halds­ fongslaði mannin í 14 dagar. Tað er klárt, at grund­ ar­lagið fyri handtøkuni og varðhaldafongslingini eru tey teknisku sporini, sum løgreglan hevur funn­ ið heima hjá Dánjal Petur Han­sen í Saltangará, men eisi­ni heima hjá varð­halds­ fongslaða manninum í hús­ unum, hann leigaði á Nesi. Saman við teknisku sporu­num, sum vórðu funn­ in í Skoda Fabia bilinum kann løgreglan við rættiliga stórari vissu siga, at teir hava fat­ur á rætta manninum, og at Piddi við vissu er dripin. Broytt til hósdag Tað tykist tó vera ein kú­ vend­ing, nú løgreglan hevur for­skotið tíðarlinjuna frá leyg­ar­degi 5. november til hós­dag 3. november. Hetta er ikki í samsvar við tað, sum fleiri vitnir siga (sí aðra grein her á síðunum). Tíðliga í gongdini upplýsti løg­reglan, at Piddi seinast var sæddur leygardag um 16.30-tíðina, og somuleiðis varð upplýst, at hann hevði tik­ið pengar út í einum pen­ inga­stovni fríggjadagin. Nú verður eftir øllum at døma sæð burtur frá hes­um upplýsingum. Av Skála­fjørði­ num ljóðar eisini, at tað var hós­dag, at hann tók pening út, og ikki sumáður upplýst fríggj­a­dag. Hvat hetta so merkir fyri málið, ber illa til at siga. Bergleif Brimvík upp­lýs­ir í morgun, at ein av or­søku­ num til, at teir hava broytt tíðarlinjuna er, at tað við vissu kann sigast, at seinast fartelefonin hjá Pidda varð nýtt, var tíðliga fríggja­nátt­ ina, tá hann ringdi til ein vin­mann. Løgreglan í Føroyum hev­ ur havt hjálp frá Politiets Kriminaltekniske Center, sum hava havt krimina­l­ tekn­ik­arar í Føroyum, og í løtu­ni eru eisini tveir mans frá Rejseholdet í Føroyum at hjálpa føroysku løgregluni. Leo Poulsen Eitt vitni sigur seg við hundrað prosents vissu hava sæð Pidda í rund­ koyr­ing­ini í Runavík um mið­dag­in leygardagin. Hetta vitni er so víst í síni søk, tí viðkomandi ar­beið­ ir uttan fyri øki, og tí ikki er heima mitt í viku – í hvus­su er ikki mitt á degi. Og tí kann viðkomandi vit­ni siga við vissu, at tal­ an var um leygardagin 5. nov­em­ber. Viðkomandi vitni hevði á munni, hvussu illa gongdur Piddi var, og hetta svarar væl til, at hann hevði skatt sær bein­ið framman undan. Eitt annað vitni hevur somu­lei­ðis sæð Pidda í rund­koyr­ingini stutt fyri klokk­an 13 leygardagin. Hatta vitni er eins sann­ ført sum hini bæði, at tal­an var um Pidda og at tal­an var um leygardagin. Hetta vitni heilsaði upp á Pidda, sum heilsaði aftur. Eitt triðja vitni, sum port­al­urin hevur tosað við, er líka sannført um, at viðkomandi hevði sæð Pidda leygardagin millum klokk­an 13.30 og 14.00 á Gerðis­vegi á veg út eftir veg­num, har hann búði. Eisini hetta vitni hevur hald­gott prógv fyri, at tað var leygardagin 5. nov­ em­ber, at viðkomandi sá Pidda. Umframt hesi trý finst enn eitt vitni, sum hev­ur sæð Pidda einaferð mill­ um 16.00 og 16.30, men hetta vitni hevur Sosial­ urin ikki fingið orðið á, og kenn­ir heldur ikki navnið á viðkomandi. Men hini trý hevur Sosialurin tosað við. Vitni skjóta teori niður Hóast løgreglan í gjár boðaði frá, at tíðarlinjan nú er broytt soleiðis, at Piddi Hansen seinast við vissu er sæddur hósdagin, so pástanda vitnir, at tey hava sæð hann leygardagin skundað Ein Skoda Fabia stationcar líkur hesum er sambært løgregluni nýttur at beina líkið av Pidda burtur við Modelmynd Í hesum húsunum á Nesi búði varðhaldsfongslaði maðurin til leigu Mynd: Vilmund Jacobsen