Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-21, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. november 2011síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 21. november 2011 · Nr. 135 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vit eru skelkað - Hvat kunnu vit gera í hesi sváru tíð? Jú, vit kunnu gera tað, at vit standa saman – sum bygdarfólk. Vit kunnu standa saman sum familja, hugsa um hvønn annan og stuðla hvørjum øðrum í hesum so óveruliga, sum er hent, segði borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Magnus Rasmussen Vilmund Jacobsen Klokkan 15.30 sunnudagin varð skipað fyri minn­ing­ arløtu yvir Dánjal Petur Han­ sen, vanliga róptur Piddi. Tað vóru fólk í komm­un­ uni, sum tóku stig til løtuna, ið varð hildin á vegnum beint niðan fyri heimið hjá Pidda í Saltangará. Longu klokkan 15.30 vóru nógv fólk komin at vera við til løtuna og so hvørt, sum næsti hálvi tímin gekk, rúgvaðist rættiliga upp niðri á vegnum. Sjálv minningarløtan byrj­ aði um 16-tíðina, tá lagt varð fyri við sanginum hjá norð­ manninum, Nordahl Grieg, ”Kringsatt av fiender...”. Vak­urt ljómaði hesin sang­ ur, sum familjan hjá Pidda hevði ynskt at hoyra, í kalda lotinum hendan seinna­part­ in. Eftir sangin segði borg­ar­ stjórin í Runavíkar kommunu, Magnus Rasmussen, nøkur orð. Øll skelkað – Vit hava valt at steðga á eina løtu sum hesa. Tað haldi eg er rætt, og tað er eisini gott. Vit eru øll skelkað - øll, sum eru her og alt Føroya fólk. Eg havi ikki orð fyri tí. Magnus Rasmusen setti eisini spurningin, hvat vit kunnu gera í eini so svárari tíð sum hesari. – Jú, vit kunnu gera tað, at vit standa saman – sum bygdarfólk. Vit kunnu standa saman sum familja, hugsa um hvønn annan og stuðla hvørjum øðrum í hesum so óveruliga, sum er hent. Vit kunnu eisini – sum ein sjálvsagdur lutur í hesum – venda okkum uppeftir til okkara himmalska faðir um stuðul í hesi sváru neyð, vit eru í. Borgarstjórin segði, at í hesum døgum verður serliga hugsað um familjuna og um børnini. – Vit standa saman við tykkum, vit stuðla tykkum, og í hesi sváru tíð eiga vit øll eisini at hjálpa hvørjum øðr­um, segði Magnus Ras­ mus­sen. Vit hava valt at steðga á eina løtu sum hesa. Tað haldi eg er rætt, og tað er eisini gott Magnus Rasmussen, borgarstjóri og Meinhard Bjartalíð, prestur, søgdu nøkur orð við minningarløtuna niðan fyri húsini hjá Pidda, Dánjal Peturi Hansen í Saltangará seinnapartin sunnudagin Mynd: Vilmund Jacobsen