mánadagur 21. november 2011síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 21. november 2011 · Nr. 135
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
300 livandi
ljós fyri
Pidda
Vilmund Jacobsen
Sosialurin var við til løtuna,
sum
fólk
í
Runavíkar
kommunu skipaðu fyri.
Ein av fyrireikarunum,
sum vit tosaðu við, eftir at
stóra mannamúgvan hevði
sett kertuljósini frá sær
niðan við garðin og heilt
niðan í túnið hjá Pidda,
segði, at talan var um eini
300 ljós tilsamans.
– Øll, sum hava verið við
til minningarløtuna, høvdu
ikki ljós við sær, og eg meti
tí, at talið av fólki hevur
verið millum 500 og 600,
segði fyrireikarin.
Hendingin
við
Pidda
hevur
skelkað
fólk
í
Runavíkar kommunu og
Nes kommunu – og alt
Føroya fólk í síni heild.
Familjur, vinir, kenningar,
grannar og fólk í økinum
eru hart rakt av tí, ið er hent.
Minningarløtan varpaði eitt
annað og øðrvísi ljós á hesa
hending enn tað, ið fólk
hava verið vitni til seinastu
dagarnar.
Løtan
við
húsini
hjá
Pidda
seinnapartin
sunnudagin var vøkur og
nemandi. Hetta var ein løta,
sum mong fara at minnast
aftur á - til heiðurs og æru
fyri Dánjal Peturi Hansen,
børn og familjur, ið eru so
hart rakt í hesum døgum.
Eini 500-600 fólk vóru saman
komin niðan fyri húsini hjá Pidda,
Dánjal Peturi Hansen, seinnapartin
sunnudagin, tá skipað varð fyri
minningarhaldi til heiður fyri
Pidda og familju hansara
Fólk settu eini 300 kertuljós niðan við garðin og
heilt niðan í túnið hjá Pidda í Saltangará
Mynd: Vilmund Jacobsen
TØKK
Kærleikin er
sterkari enn hatur
– Ljósið er tað sterkasta ”symbolið”, sum vit hava, segði
Meinhard Bjartalíð, prestur, áðrenn fólk settu kertuljós
niðan við garðin og niðan í túnið hjá Pidda
Vilmund Jacobsen
Orðini hjá Meinhardi Bjarta
líð, presti, tá minningarløta
var í Saltangará seinnapartin
sunnudagin, vóru ein bøn,
har prestur vendi sær til
himmalska faðirin við tí
skelki, sum hendingin við
Pidda hevur havt við sær
fyri økið, hann livdi og
virkaði í.
– Vit eru skelkað av tí,
sum hent er, og sorg fyllir
hjørtu okkara. Vit koma til
tín í hjálparloysi og mátt
loysi okkara. Vit biðja um
styrki og hjálp, og vit biðja
fyri
honum,
sum
farin
er. Lat æviga ljósið lýsa
yvir honum. Vit biðja fyri
hansara nærmastu, foreldr
um, systkjum og børnum
hansara, øllum teimum, sum
varða av og øllum teimum,
sum á ein ella annan hátt
vóru knýtt at honum, og
stóðu honum nær. Umgir
tú tey við tínum kærleika
og umsorgan, veit teimum
hjálp, linna og styrki.
Kærleikin sterkastur
Meinhard Bjartalíð bað eis
ini fyri øllum, sum búgva í
økinum.
– Ver við teimum vaksnu,
ungdóminum og børnunum.
Latið okkum ikki falla í fátt
og missa mótið, men halda
okkum til tína vón í huga,
sál og sinni. Sannfør okkum
um, at kærleikin er sterkari
enn hatur – og at lívið er
sterkari enn deyðin. Lat
okkum standa saman í hesi
tungu og sváru tíð, segði
hann.
Prestur bað eisini fyri
øllum teimum, sum á ein
ella annan hátt hava hjálpt
til við leitingararbeiðnum og
sum framvegis leita. Hann
bað eisini fyri teimum, sum
arbeiða við uppkláringar
arbeiðnum.
– Vit biðja fyri degnum í
dag og fyri døgunum, sum
standa fyri framman. Lat
okkum kenna, at tú ert nær.
Gleði og sorg
Og Meinhard Bjartalíð helt
fram:
– Harri, tú sum sjálvur
græt, tá vinur tín Lázarus
var deyður. Tú grætur eisini
í dag við okkum.
Prestur vísti á, at manna
lívið skiftir millum gleði og
sorg – og at viðhvørt er bert
eitt fótafet millum lív og
deyða.
– Vit skilja mangan so
lítið av tí, sum hendir, og
spurningarnir eru nógvir,
segði Meinhard Bjartalíð
við minningarløtuna sunnu
dagin.
Hann endaði við orðun
um, at ”ljósið er sterkasta
symbolið, sum vit eiga...”
Eftir at Meinhard Bjarta
líð hevði sagt hetta, bað øll
mannamúgvan ”Faðir vár”
saman. Tá sangurin ”Algóði
Guð, mín faðir er...” varð
sungin, fór stóra manna
múgvan og setti kertuljósini
frá sær – niðan við garðin
og heilt niðan í túnið hjá
Pidda.