mánadagur 21. november 2011síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
11
Mánadagur 5. september 2011 · Nr. 102
Sosialurin
Klaksvík: Síðani Norðoya
tunnilin lat upp í 2006 er
umsetingurin hjá handlu
num í býnum vaksin við
50 milliónum krónum – úr
200 milliónum í 2005 til 250
milliónir krónur í fjør.
- Hetta er sjálvandi ein
rættiliga stór øking. Serliga
tá ein hugsar um, at tað eru
sjey handlar færri nú enn tá,
sigur Magnus Arge, formaður
í Klaksvíkar Handilsfelag.
Hetta staðfestir hann, eft
ir at Klaksvíkar kommuna
lat gera eina greining av
handilslívinum. Og her kom
ein eisini fram til, at fermetr
artalið er økt við 3000, heilt
upp í 10.000 fermetrar hesi
árini.
Orsøkin til økingina er
fyrst og fremst hon, at fleiri
stórir handlar eru komnir til
býin, aðrir eru útbygdir og
úrvalið er munandi økt hjá
uppaftur øðrum.
-
Fleiri
handlar
hava
eisini betri góðsku, - so góða,
at hetta svarar til danskar
standardir. Og tað sigur ikki
so lítið, slær Magnus Arge
fast.
snorri@sosialurin.fot
Færri handlar
men meiri søla
Hvalba: Fyrireikingar verða nú
gjørdar til ein film, sum skal
lýsa kolasøguna í Hvalba og
aðrastaðni í oynni. Porkeris
kommuna stuðlar m.a. ætlanini.
Æðuvík: Aftur í ár fer bygdarfólkið
at lýsa upp við jólabýnum. Ljósini
verða tendrað 27. november av Sølva
Reinert Hansen, mentanarleiðara.
Strendur: Trivnaðarnevndin í
Sjóvar kommunu hevur játtað
Skála Ítróttarfelagi 30.000
krónur í stuðli. Fleiri strandingar
spæla við felagnum.
Nes: Kommunan hevur lægsta
skattaprosent av teimum sum hava
fleiri enn 1000 íbúgvar. Í 2012
verður tað framvegis 20,5% og
barnafrádrátturin 5.000 krónur.
Vit fáa so nógv at vita
ígjøgnum Facebbok, at
bindiklubbarnir als ikki
nýtast at hittast longur
(Dánjal Viðoy, Viðareiði í
viðmerking í bløðunum)
7,2 mió
næsta ár
Porkeri: Mánadagin í
farnu viku hevði bygd
arráðið fíggjarætlanina
fyri 2012 til fyrstu við
gerð.
Sambært
hesum
uppskotinum javnvigar
fígjarlógin
við
9,3
milliónum krónum, við
einum
skattaprosenti
uppá 21 og einum barna
frádrátti
uppá
5.500
krónur fyri hvørt barnið.
Porkeris
kommuna
væntar soleiðis at fáa
7,233 milliónir krónur
inn í skatti komandi ár.
snorri@sosialurin.fo
Skálavík: - Her er sera frið
arligt og her er eisini sera
hugnaligt.
Tað sigur borgarstjórin
í Skálavík, Linjohn Christ
iansen vera orsøkin til, at
fólk so fegin vilja byggja
sær summarhús í bygdini.
Við
Sandoyarportalin
sigur hann, at kommunan
herfyri fekk umsóknir frá
12 fólkum, sum ynsktu at
byggja summarhús.
- Vit valdu so í fyrstu
syftu at útstykkja seks
grundøki, upplýsir borgar
stjórin.
Her er bert talan um
grundøki til summarhús.
Enn er ikki støða tikin til,
hvørt farið verður undir
aðrar útstykkingar í Skála
vík.
Í Skálavík búgva í løtuni
160 fólk. Tað er nøkurlunda
sama tal sum í fjør og fyrra
árið.
snorri@sosialurin.fo
Fleiri ynskja sær grundøki
kring landið
Fleiri summarhús eru
bygd seinastu árini,
og helst verða tey
fleiri um nøkur ár.
Áhugin fyri teimum er
í øllum førum stórur
Mynd: sandportal.fo