mánadagur 21. november 2011síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 21. november 2011 · Nr. 135
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Rannvá G. Fossaberg
Í síðstu viku høvdu lærarar
og næmingar í Tórshavnar
Kommunuskúla eina venj
ing, ið skuldi vísa, hvussu
mannagongdin er, um
ein persónur kemur inn í
skúlan við skotvápni. Undir
venjingini skuldu næming
arnir millum annað draga
gardinurnar fyri og síðani
leggja seg niður á gólvið
beint undir vindeygunum.
Tóra Petersen, sálarfrøð
ingur á psykiatriska deplinum
á Landssjúkrahúsinum, undr
ast á, at tílíkar venjingar fara
fram í skúlunum í Føroyum:
– Hetta er alt ov dramatiskt og
ger uttan iva ein stóran part av
næmingunum ótryggar, sigur
Tóra Petersen, sum í løtuni
er undir víðari útbúgving
innan sálarlig trauma hjá
børnum og ungum.
Skulu kenna
mannagongdina
Mentamálaráðið fekk fyri
tveimum árum síðani eina
áheitan frá løgregluni, um at
allir skúlar skulu hava leið
reglur fyri, hvussu lærarar
og næmingar skulu bera seg
at, um onkur skuldi komið
inn í skúlan við skotvápni.
Olavus
Jespersen,
sum
er leiðari á skúladeildini í
Mentamálaráðnum, heldur
tað vera skilagott við tílíkum
leiðreglum:
– Løgreglan heitti á okkum
um at fáa hesar leiðreglurnar
við í tilbúgvingarætlaninar
hjá skúlunum, tí hetta eru
hendingar, sum koma fyri í
øðrum londum, og hóast tað
er lítið sannlíkt, at tað hendir
í Føroyum, so er betri at vera
fyrivarin enn eftirsnarin, sigur
Olavus Jespersen, sum vísir á,
at enn eru tað ikki allir skúlar í
landinum, sum hava havt eina
venjing, eins og Tórshavnar
Kommunuskúli hevði í síðstu
viku. Hann heldur tað vera
av stórum týdningi, at bæði
lærarar og næmingar vita,
hvat tey skulu gera, um so
er, at eitt fólk við skotvápni
kemur inn í skúlan:
– Mentamálaráðið hevur
tilbúgvingarætlanir í sam
band við so nógv annað, og
nú er tað soleiðis, at manna
gongdin í hesum sambandi er
munandi øðrvísi enn manna
gongdin í samband við eitt nú
eldsbruna í skúlanum, sigur
Olavus Jespersen. Sambært
honum er tað umráðandi, at
tey ikki leypa ótta á næm
ingarnar við kunning um
leiðreglurnar og venjingum,
sum lærarar gera saman við
børnunum:
– Vit hava roynt at gjørt
tað soleiðis, at mannagongdin
ikki skal virka ógvuslig upp
á næmingarnar, men ístaðin
verða upplýsandi, sigur Olav
us Jespersen um venjingar
nar.
Børnini verða skelkað
Tað eru fleiri orsøkir til, at
sálarfrøðingurin Tóra Pet
ersen heldur, at tílíkar venj
ingar ikki eiga at finna stað í
føroysku skúlunum:
– Børn heilt upp í tólv ára
aldur hugsa ógvuliga ítøkiliga.
Tað vil siga, at hoyra tey um
eina tsunami í Teilandi, so
verða tey bangin fyri, at tað
eisini fer at henda í Føroyum.
Eitt annað dømi um, at børn
ikki duga at hugsa abstrakt,
er um ein drong, sum skuldi
koyra í undirsjóvartunnli, og
tí ætlaði hann at hava tráðu
við sær, greiðir Tóra Petersen
frá. Hon leggur afturat, at
kunningin og venjingarnar, í
samband við mannagongdina
um skotvandi er í skúlanum,
kann best lýsast á ein hátt:
– Hetta er sum at skjóta
starar við høglbyrsu. Tað
kann hugsast, at nógvir næm
ingar gerast rættiliga for
skrektir av hesum leiðreglun
um og venjingini, sigur Tóra
Petersen. Umframt at børnini
kunnu gerðast óttafull og
kenna seg ótrygg, so kann ein
avleiðing av hesi kunningini
til børnini verða, at tey blíva
bangin fyri at fara í skúla:
– Børn reagera ógvuliga
ymiskt upp á tað, tey hoyra
og síggja í gerandisdegnum,
og ein reaktión upp á kunn
ingina um, hvussu tey skulu
gera, um onkur kemur inn í
skúlan við byrsu, kann verða,
at børnini fara at reagera upp
á menn og uppfata teir sum
vandamiklar, fortelir Tóra
Petersen.
Børn nýtast ikki
kunningina
Olavus Jespersen frá skúla
deildini í Mentamálaráðnum
leggur stóra dent á, at leiðregl
urnar og kunningin á ongan
hátt skulu gera næmingarnar
bangnar, og hann heldur, at
næmingarnir duga at skilja
tilbúgvingarætlanina:
– Børn og ung í dag síggja
so nógv á netinum, í filmum
og í sjónvarpi, og tey vita,
hvat er veruleiki og skilja tað,
tá mann tosar um møguligar
vandar, sum tó mest sannlíkt
ikki koma fyri, heldur Olavus
Jespersen. Tað er Tóra Peter
sen ikki samd í:
– Trupulleikin er júst tann,
at vit vita frá sálafrøðiligum
kanningum, at børn duga
ikki serliga væl at fyrihalda
seg til tíð og distansu. Av tí
at vandin, fyri at onkur skal
koma inn í ein føroyskan
skúla við skotvápni, er so
lítil, so er eingin orsøk til at
upplýsa næmingarnar um
hetta, sigur Tóra Petersen.
Sambært Olavus Jesper
sen er ætlanin, at skúlar
saman við løgregluni skulu
gera eina tilbúgvingarætlan,
um ein skottilburður skuldi
komið fyri. Hann ímyndar
sær, at skúlarnir so fara at
hava eina trygdarvenjing
einaferð um árið;
– Eg rokni við, at tað
verður soleiðis, at mann fer
at hava ein tílíka venjing
líka ofta, sum mann hevur
venjingar í samband við
eldsbruna í skúlanum, sigur
Olavus Jespersen. Tóra Peter
sen heldur ikki, at hetta er
ein gongd leið:
– Fyrst og fremst meti
eg hetta vera meira møði
enn føði fyri børnini, tí tey
gerast óttafull. Harafturat
haldi eg, at um skúlarnir
partú
vilja
hava
greiða
mannagongd í samband við
skottilburð í skúlanum, so
skulu lærararnir kunnast og
læra mannagongdina, men
børnini hava best av at verða
hesa vitanina fyri uttan,
heldur Tóra Petersen.
Skúlar gera børnini bangin
Trygd At gera trygdarvenjing við næmingum, so tey vita, hvussu tey skulu gera, um fólk við skotvápni
kemur í skúlan, skapar ein óneyðugan ótta hjá børnunum. Tað heldur Tóra Petersen, sálarfrøðingur
Modellmynd
Hetta er sum at
skjóta starar við høgl
byrsu. Tað kann hugsast,
at nógvir næmingar ger
ast rættiliga forskrektir
av hesum leiðreglunum
og venjingini