mánadagur 21. november 2011síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 21. november 2011 · Nr. 135
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Jóannes Hansen
Møguleiki er fyri, at málsóknasti
spælarin í føroysku kappingini í
2011 ikki verður at síggja í Voda
fonedeildini í 2012.
Víkinga
spælarin
Finnur
Justinussen hevur verið í Svøríki
saman við umboðsmanni sínum,
Hans Jákup á Líknargøtu. Finnur
skuldi koma aftur til Føroya í dag,
og nú skal hann taka støðu til, um
hann skal skriva undir tilboðið um
sáttmála, sum Jönköping Södra
hevur givið honum.
Leygardagin
var
Finnur
Justinussen við í venjingardysti.
Jönköping Södra spælir í næstbestu
deildini ella Superettan, sum tað
verður nevnt. Mótstøðuliðið var
Skövde AIK, sum spælir í triðju
bestu deildini, og tað var ikki
lukkuligt, sum tað gekk hjá Finni
og liðfeløgunum. Úrslitið var 13-0.
Sambært svenskum miðlum hevði
Finnur Justinussen skorað tríggjar
ferðir, tá ið 16 minuttir vóru farnir.
Hann skoraði fýra mál í alt, og hann
legði upp til trý onnur.
Svenska landskappingin er liðug
fyri í ár. Talan var um dyst, har fleiri
spælarar vórðu vigaðir. Jönköping
Södra royndi seks spælarar, og
svenskir miðlar siga seg halda, at
mest upplagdi spælarin at knýta
at felagnum, eigur at vera Finnur
Justinussen.
Stutt eftir ársskiftið í 2010 var
Finnur og royndarvandi í Gefle,
sum spælir í bestu svensku deildini.
Ta ferðina spurdist eingin sáttmáli
burtur úr.
22 ára gamli Finnur Justinussen
hevur sambært faroesoccer síðani
2006 spælt 161 dystir fyri GÍ og
Víkingi, og hann hevur skorað 81
mál. Síðsta kappingarár spældi
hann 28 dystir, og hann skoraði 23
mál – eitt í steypakappingini og 22
í landskappingini.
Spurningurin er nú, um Finnur
næsta kappingarár fer at skjóta
mál í Víkingi, ella um tað verður í
Svøríki, at hann fer at gera um seg.
joannes@sosialurin.fo
Hilmar Jan Hansen
Fríggjakvøldið fekk 17 ára
gamli havnarmaðurin, Jóhan
á Plógv Hansen, sínar fyrstu
minuttir í bestu donsku hond
bóltsdeildini, tá hann í seinna
hálvleiki varð skiftur inn fyri
lið sítt, Skanderborg, ið spældi
á útivølli ímóti Aalborg.
Jóhan fekk einki mál hesa
løtuna, hann var inni, men sum
fyrsta árs unglingur hevur
hann tíðina fyri sær. Hóast
úrslitið í dystinum ikki var til
vildar, tí teir taptu 31-19, má tað
hava verið ein góð uppliving at
sleppa at royna seg, tí yvir 2.900
áskoðarar vóru til dystin.
Jóhan á Plógv Hansen hevur
fingið sín hondbóltsuppvøkstur
í Kyndli, og hann er ein av fleiri
ungum kyndilsspælarum, ið
royna seg í Danmark. Jóhan
gongur á hondbóltsskúla í
Skanderborg, har eisini Høgni
Klein Olsen telist millum næm
ingarnar, og í Viborg er Eirikur
Simonsen.
Tá U23-landsliðið herfyri
var í írska býnum Limerick og
har vann A-bólkin í Challenge
Trophy-kappingini,
komu
Jóhan á Plógv Hansen og
Høgni Klein Olsen á All Star-
liðið sum ávikavist høgri og
vinstri vongur.
hilmarjan@sosialurin.fo
Hilmar Jan Hansen
Tað verður Milan Kuljic, sum
næsta kappingarár skal vera
venjari hjá TB, sum aftur verður
at síggja í bestu mansdeildini.
Hetta váttar formaðurin í TB,
André Dalfoss, fyri Suðuroyar
Portalinum.
Milan Kuljic spældi í farna
kappingarári við AB, sum
kappaðist við TB um uppflyt
ing, men annars hevur hann
verið at sæð í føroyskum fót
bólti líka síðani 1998.
Fyrstu árini spældi hann
við VB, og síðani var hann
eisini í trý ár hjá HB, og hesi
seinnu árini hevur hann tikið
venjaraútbúgving og hevur
A-prógv, ið krevst fyri at venja
lið í Vodafonedeildini.
Greitt er eisini, at Bojan
Timic, sum fekk um endan á
farnu kappingini og skoraði 10
mál í átta dystum fyri TB, heldur
fram í felagnum, umframt mál
verjan, Ivan Stojkovic, og verju
spælaran, Dimitrije Jankovic.
Harumframt
ætlar
TB
at
styrkja sær liðið við einum út
lendskum spælara aftrat.
hilmarjan@sosialurin.fo
Kuljic skal
venja TB
Jóhan spældi í
bestu deildini
Bojan Timic
Milan Kuljic
FINNUR MÁLIÐ
Finnur Justinussen hevur verið til royndarvenjing í Jönköping Södra, sum spælir í næstbestu svensku
deildini, og um vikuskiftið skoraði hann fýra mál og legði upp til onnur trý í venjingardysti
Savnsmynd: Álvur Haraldsen
Fótbóltur Toppskjúttin í føroyskum fótbólti,
Finnur Justinussen, hevur verið í Svøríki, har hann
um vikuskiftið skoraði fýra mál í vinadysti
Finnur gott
hál í Svøríki